Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GERA UM SEG ÚTI Í HEIMI Føroyska talvlandsliðið bítur frá sær á talvolympiaduni í Aserbaidjan, ung innan frælsan ítrótt hava vunnið gull í DM fyri ung og fyrrverandi landsliðsleikari í fótbólti skeyt tvey fyri nýggja danska felag sítt Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Bogi R. Petersen, sum í summar­steðgin­um skifti úr ÍF til danska Kolding IF og her­fyri fekk kjans á føroyska lands­liðnum, átti ein stóran lut í 5-2-sigrinum á úti­vølli ímóti Middelfart leygardagin. Fuglfirðingurin gjørdist nevniliga tvífaldur málskjútti – hann skoraði til 1-0 og 4-2. Kolding IF er á 2. plássi í eina bólkinum í triðbestu deildini. U17-genturnar hjá KÍ kunnu nú kalla seg steypavinnarar. Tað kunnu tær, eftir at tær fríggja­kvøldið vunnu 4-1- sigur í finaluni ímóti B36. Tað vóru havnagenturnar, sum annars lupu hvøkk á KÍ, tá ið Sarita M. Mittfoss legði B36 á odda 1-0. KÍ setti tó tingini so ruddi­liga upp á pláss aftur og vann 4-1. Málskjúttar vóru Anna Absalonsen, Sanna Jacobsen, Tóra Mohr og Erla Christiansen. Danska heimasíðan indkast. dk hevur havt samrøðu við Hall Hansson. - Eg haldi, at vit hava fingið eina góða byrjan. Tað hava verið nakrir dystir, har vit kundu fingið fleiri stig, men vit kunnu vera nøgdir, sigur Hallur áðrenn næsta dyst ímóti Viborg leygardagin. - Vit skulu hyggja eitt sindur eftir Viborg, men fyri tað mesta skal ein hugsavna seg um seg sjálvan. Vit hava tær styrkir, sum vit skulu brúka. Vit plaga at gera tað sama áðrenn dystir, og higartil hevur tað gingið væl, sigur hann. Norska stórtalentið í Real Madrid, Martin Øde­gaard, sum hevur víst seg at vera langt frá byrjunar­upp­ stillingini í spanska konga­ felagn­um, er ávegis at finna sær eitt nýtt felag. Sam­ bært keld­um hjá spanska blaðnum AS, so er leigu­ sátt­máli longu gjørdur við franska felagið Rennes, sum tó má bíða við at fáa hann í hópin til eftir nýggjár, tá ið hann er vorðin 18 ára gamal. Danmark fekk eina góða byrjan upp á HM-undan­ kappingina, tá ið danir í gjár høvdu vitjan av Armenia í Parkini. Við einum máli í 13. minutti tryggjaði Christian Eriksen dønum ein 1-0-sigur í hesum fyrsta dyst­in­um, har hann sjálvur annars hevði gyltan møguleika at økja til 2-0, men mis­nýtti brotssparksroynd mið­ skeiðis í seinna hálvleiki. Zlatan Ibrahimovic avdúkar, at hann áður hevur verið tætt við at skifta til Premier League. – Eg havi verið tætt við at skifta til Premier League í tveimum umførum. Einaferð til Arsenal og einaferð til Mancester City, sigur sviin við Goal. Hann sigur víðari, at hann ikki kendi nakra trongd til at skifta, men at hann ikki kundi siga nei, tá ið José Mourinho gjarna vildi hava hann. Jack Wilshere, sum júst er leigaður út frá Arsenal til Bournemouth, skal ikki vænta sær nakra fríbillett til byrjunaruppstillingina í lítla felagnum. – Sum allir aðrir leikarar skal hann gera seg uppibornan til byrjunar­upp­stillingina, sigur venjarin, Eddie Howe, við Evening Standard. Hann leggur tó afturat, at Wilshere við sínum stríðs­ vilja nokk skal klára tað. Russiska stórfelagið, Zenit Skt. Pætursborg, váttar, at tað hevur fingið bjóðað um­leið 50 milliónir krónur frá Burger King fyri at skifta navn til Zenit Burger King. Nevndin í russiska felagnum hevur tó valt at siga nei takk til merkis­verda til­boðið. FORMIL 1 Danski formil 1-kappkoyrarin, Kevin Magnussen (Renault), var eitt vónbrot, tá ið koyrt varð á Monza í Italia í gjár. Hann byrjaði nummar 21 og endaði nummar 17. Nico Rosberg (Mercedes) vann frammanfyri liðfelagan, Lewis Hamilton, meðan Sebastian Vettel (Ferrari) bleiv nummar trý. Teir báðir Mercedes-koyrararnir eru í harðari kapping í samlaðu kappingini, har Lewis Hamilton hevur munin einans tvey stig framman­fyri Nico Rosberg. Heimsmeistarin frá 2009, Jenson Button, verður ikki við í formil 1-feltinum næsta kappingarár. Tað váttar McLaren fyri BBC. Hann verður verandi á liðnum sum umboðs­maður – ikki sum kappkoyrari, har eykakoyrarin Stoffel Vandoorne fer at mynda nýggja parið saman við Fernando Alonso. FR. ÍTRÓTT Fleiri føroyskir íðkarar hava um vikuskiftið luttikið í DM fyri ung. Tórur Mortensen, sum herfyri vann silvur í trístøkk í DM fyri vaksin, vann gull í sannførandi stíli. Hóast hann ikki var heilt nøgdur við 14,47 metrar, so var hetta nóg mikið til at vinna gull næstan hálvan annan metur frammanfyri nummar tvey. Í 100 metra renning var Rúni Jacobsen við í finaluni, har hann bleiv nummar fimm við tíðini 11,46 sekund. Alda Sigurðsdóttir Lamhauge rann seg í finaluna á sama teini, har hon við tíðini 13,42 sekund setti nýtt føroyskt met. Eisini Sunniva Bogadóttir var við í einari finalu. Hetta var í spjótkasti, har hon ávegis í finaluna setti nýtt persónligt met við longdini 29,11 metrar. HONDBÓLTUR Vinstrahenti skjúttin hjá StÍF, Kjartan Johansen, fylgir fótasporðunum hjá Áka Egilsnes og Niklasi Simonsen og fer til Danmarkar at spæla hondbólt. Eftir royndarvenjingar við Høj, HIK og Team Sydhavsøerne, er hann nú farin at spæla fast við Team Sydhavsøerne, sum er í næstbestu donsku deildini. RÍÐING Føroya Ríðingarfelag hevur um viku­skiftið skipað fyri árligu heyst­kapping­ini, sum varð riðin á breytini uppi í Markna­gili. Hetta var helst seinasta kappingin hjá hestinum Máni, sum Knút Lützen eigur. Hann hevur vunnið fleiri enn 10 FM-heiti. Øll úrslitini frá kappingini kunnu síggjast á heima­síðuni hjá Føroya Ríðingar­felag, ross.fo. SÚKKLING Nairo Quintana (Movistar) gjørdi av álvara bart á 15. teini í Vuelta a España í gjár, tá ið hann eftir eitt stórt og væleydnað útbrot megnaði at leggja seg tilsamans 3:37 fram um argasta kappingar­ neytan, Chris Froom (Team Sky) í samlaðu kappingini. Teinin vann annars Gianluca Brambilla (Etixx-Quick-Step), tá ið hann stutt áðrenn mál­ strik­una streyk framvið Quintana. Teinurin í gjár var annars sermerktur av sera høgari ferð, og ikki færri enn 90 súkklarar fullu fyri tíðar­ markinum. Teir komu á mál 54 minuttir eftir vinnaran, sum var 23 minuttir ov seint í mun til tíðarmarkið. Vanliga hevði tað merkt, at allir verða tveittir úr kappingini, men kappingarovastin, Hervé Brocque, sigur, at teir vegna serligar umstøður – helst høgu ferðina – hóast alt fáa loyv at vera við á 16. teini. Um hetta serloyvið ikki varð givið teimum, høvdu einans 71 súkklarar verið eftir í kappingini. TALV Føroyska talvlandsliðið lut­ tekur í hesum døgum í talv­ olympiaduni, sum verður hildin í Baku í Aserbaidjan. Telvað verður fram til 14. septembur. Á føroyska liðnum í Baku eru Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen og Sjúrður Thorsteinsson. Finnbjørn Vang, sum er for­maður í Talv­sam­bandi Føroya, er eyka­maður. Fyrsta kappingardagin, sum var fríggja­dagin, vann føroyska liðið tryggan sigur á Suður­sudan. Føroyar vóru styrkis­mettar væl hægri enn mót­støðu­ liðið, og tað eydnaðist at vinna 3-1. Helgi Dam Ziska á fyrsta borði, John Rødgaard á øðrum borði og Sjúrður Thorsteinsson á fjórða borði vunnu, meðan Jóan Hendrik Andreasen á triðja borði tapti. Leygardagin var mótstøðan ein heilt onnur. Tá sótu fýra bulgarskir stórmeistarar hinumegin borðini. Bulgaria er styrkismett sum nummar 22, meðan Føroyar eru styrkis­mettar at vera nummar 84. Eftir framúr avrik vunnu Helgi Dam Ziska og John Rødgaard eitt hálvt stig í part ímóti V. Topalov og M. Nikolov. Nevnast kann, at Topalov er nummar 10 á heims­styrkis­listan­um. Jóan Hendrik Andreasen og Sjúrður Thorsteinsson taptu síni talv hendan dagin. Triðja umfar varð telvað í gjár. Tá var mótstøðu­ landið Jersey, sum Føroyar mangan hava vunnið ímóti. So­leiðis var eisini hesa­ ferð. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Jóan Hendrik Andreasen vunnu allir síni talv, meðan Sjúrður Thorsteinsson telvaði javnt. Hetta hevði við sær, at Føroyar vunnu greitt 3½-½. STUTTSØGD TÍÐINDI