mánadagur 5. september 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 36 • 5. SEPTEMBER 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Í 10 ár hevur Mikki gingið undir liðini á Jógvani á Dul. Neyvan er føroyskur hundur, ið er oftari
avmyndaður á Facebook, men nú er seinasta myndin tikin. Mikki andaðist í farnu viku
Danjal av Rana
H
ann og hundurin eru vorðnir
nakað av eini býarmynd í Havn,
samstundis sum hann sjálvur
tekur mynd av tí hann sær.
Tey, ið spáka sær á Tinganesi,
í Vágsbotni ella á Skálatrøð um
morgunin, munnu javnan hava møtt
Jógvani á Dul og Mikki.
Lítil ivi er um, at Mikki man teljast
millum teir føroysku hundarnar, ið
hevur flest myndir á Facebook. Nú
vera tær tó ikki fleiri. Hósdagin í síðstu
viku tók Jógvan á Dul ta tungu avgerð
at avlíva Mikki, sum var blivin sjúkur.
– Hann var einans 10 ára gamal,
sum ikki er nakar høgur aldur fyri ein
hund. Tíverri var hann vorðin sjúkur,
so har var lítið at gera, greiðir Jógvan
á Dul frá.
Tveir trúfastar fylgisveinar hevur
hann havt á gongutúrum sínum,
chihuahua-hundin Mikki og mynda
tólið. Jógvan á Dul fekk sær Facebook
í 2008 og síðani hevur hann trúliga
lagt myndir út frá gongutúrum sínum.
Tað er tí Mikki, sum er at síggja á
myndunum har.
Hvønn morgun hava
teir báðir gingið
teirra føstu rutu.
Úr Dr. Jacobsens
gøtu, oman á
Skálatrøð
og
út á Tinganes.
Har hava teir
hugt at,
meðan
Birgar
Johannesen hevur vundið Merkið á
stong, áðrenn leiðin síðani gongur
inn aftur í býin.
– Vit plaga at siga, at vit lata býin
upp, vit tríggir, Birgar, Mikki og eg,
sigur Jógvan á Dul.
Við tað, at rutan er hin sama, hittir
hann yvirhøvur somu fólk á vegnum,
sum ofta hava tíð til eitt prát við
aldrandi havnamannin. Og samstundis
verður onkur mynd eisini tikin.
Og er býurin nógv broyttur?
– Ja, nógv er broytt hesi árini, serliga
niðri í Vágsbotni. Kaféirnar og nú
trappan hava skapað nógv lív har niðri.
Tey siga, at einki lív er í miðbýnum.
Tað passar, tí tey eru øll enda niðri í
Vágsbotni, sigur Jógvan á Dul.
Tað er tó ikki bara um morgunin,
at hann er at síggja til gongu. Jógvan
á Dul hevur í mong ár verið limur í
Gongufelagnum í Havn og er altíð
við, tá felagið ger túrar, sum er hvønn
sunnudag.
Jógvan á Dul er farin um pensjóns
aldur, men er kortini ikki givin heilt
at arbeiða. Nú verður hann nýttur
sum ferðaleiðari fyri útlendingar,
sum
koma
til
Føroya, fyrst
og
fremst
týskarar.
– Tað er
úr at gera
við at vera
ferðaleiðari, tí ferðafólkini eru vorðin
so nógv. Eg merki væl, at tað ikki eru
líka nógv ferðafólkaskip komin í ár
sum undanfarin ár. Hinvegin, so haldi
eg, at nógv
fleiri bussar eru komnir við Norrønu,
og við teimum havi eg úr at gera, sigur
Jógvan á Dul.
Fert tú at fáa tær
nýggjan hund?
– Mikki er triðji hundurin og hvørja
ferð, ein er farin, havi eg sagt, at
hatta var tann seinasti. Men so ganga
nakrar vikur… sigur Jógvan á Dul og
letur orðini hanga í luftini.
VIT LATA
HAVNINA UPP