mánadagur 5. september 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 36 • 5. SEPTEMBER 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Regin Joensen
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVA VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Treiskur, trýgvur, álítandi
HVAT MERKI ER BILUR TÍN?
Skoda Octavia, st.car, diesel
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Sony Z3
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Sum smádrongur úti í Svínoy. Besta
veðrið eg havi upplivað. Vit skuldu
vera har eitt vikuskiftið, men endin
var, at vit vóru har í 3 vikur!
Gloymi ongantíð, hussu nógv har var
at uppliva hjá einum smádrongi.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Hvar er Erika?
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Um tey eru før fyri, at spjæða nakran
hita og nakað ja’ligt út um seg. Besta
sminkan er eitt vakurt smíl!
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
At eg vakni um morgunin, og enn
havi mína góðu heilsu. Hugsi um
hetta hvønn morgun, tá eg vakni.
HVAT STRESSAR TEG?
At bíða eftir fólki
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Saltkjálkar og ræstan fisk. Annars
eti eg alt, ið ikki er bóltað fast!
HVAT GLEÐIR TEG?
Tá føroyska veðrið vísir seg frá síni bestu síðu
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
At vit endiliga fingu komfýr við induksjón.
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Á marknaðardeildini í Miðlahúsinum
HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA
INNAN JÚST HESA
VINNU ELLA ØKI?
Birgir segði, at eg skuldi.
Annars er tað spennandi.
HVØR ER STUTTLIGASTA
UPPLIVING TÍN Í STARVINUM?
Ta Hilmar Jan og Heri Simonsen
eru í essinum.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Tað avgera KvF og Rás 2
HVAT ER BESTA
UPPFINNINGIN OG HVÍ?
Tað má vera vaskmaskinan. Kann ímynda
mær lívið, um hon ikki var í hvørjum húsi
HVAT ER BESTA ÍLØGAN,
TÚ HEVUR GJØRT?
Núverandi dama. Hon er ein góður
lurtari og hevur helst størsta hjarta í
Føroyum. Eisini ein ørn í køkinum.
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Et nógv úti hjá fólki. Tað segði omma altíð!
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Vit hava tvær tíkar. Tað sæst
eisini aftur á gólvinum!
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Keypt hús
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Keypt størri hús
HVAT ER BEST VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Erlig fólk, hjálpsom fólk, ongir
muslimar og tað stóra frælsið
HVAR ERT TÚ
UM 10 ÁR?
Hetta verður
millum meg og
vorharra!
Treiskur, trygvur,
álítandi
Hvar er
Erika?