Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 36 • 5. SEPTEMBER 2016 8 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Sólvit Nolsø Tey flestu hava lagt til merkis, at ein ávísur Kris Kristofferson hevur verið í Føroyum seinasta vikuna ella so. Upprunaliga skuldi hann hava eina konsert í Norðurlandahúsinum, men av tí at áhugin var somikið stórur og gravgangurin eftir atgongumerkum var nógvur, var avgjørt at hava eina eykakonsert í Reinsarínum. Harafturat bleiv so ein triðja konsert koyrd uppí endaligu skránna, tá Kris fegin vildi geva sítt íkast til eina tón­leika­verkætlan, ið Barna­ heimið skipar fyri. Fyrsta konsert­in bleiv tí ein stuðulskonsert til tað verk­ ætlanina og tað komu kr. 40.000 inn. Sanni­liga eitt gott íkast, ið kann gera stóran mun. Kris Kristofferson var føddur 22. juni 1936 í Brownville, Texas. Hann er tískil 80 ára gamal. Áðrenn hann fann sín veg inn tí tónleikin, var Kris Kristofferson í amerikanska herinum, sum var ein siðvenja í familjuni Kristofferson. Eisini var hann tyrluskipari fyri eitt amerikanskt oljufelag, har hann fleyg ímillum fast­ landi og oljuplatformar. Hann vildi tó tónleikin og arbeiddi uppá at sleppa innum í countryheiminum. Eftir fleiri royndir eydnaðist tað honum at fáa Johnny Cash at hyggja uppá, og seinni innspæla, ein sang, ið Kristofferson hevði skriva. Hetta vísti seg at gerast gjøgnumbrotið og Kristofferson gjørdist eitt navn innan country tónleik. Sangurin var Sunday Morning Coming Down. Hann hevur verið aktivur sum tónleikari síðan 1966 og hevur koyrt á síðan. Hann hevur eina langa røð av vælkendum sangum í skjáttuni. Nakrir av teim betri kendu eru Help Me Make It Through The Night, Why Me Lord, Pilgrim Chapter 33 og Bobby McGee. Hann hevur sungið saman við nógvum av teimum allarstørstu og í seinni árum var hann partur av einum country superbólki, The Highwaymen, ið kann hevði saman við Johnny Cash, Waylon Jennings og Willie Nelson. Hetta er aðru ferð Kris Kristofferson er í Føroyum. Fyrstu ferð í 2007, tá hann hevði eina stóra konsert í Ítróttarhøllini á Nabb. Hesuferð vóðru umstøðurnar eitt sindur smærri, men upplivingin var einki minnið. Hann stendur einsamallur við einum guitari og eini munnharpu og syngur sínar sangir út í eitt. 28 sangir vórðu á skránni hetta kvøldið í Norður­landa­ húsinum og hann hevði allar teir best kendu við. Felagskenslan millum áhoyrararnar var, at hetta var ein møguleiki, ið ikki máta fara framvið. Hóast elli og sjúka merkir mannin, so hevur hann einki mist av autoriteti og veruleika á pallinum. Hann hevur uppliva allar kenslur og allar støður, sum sangir hansara eru um. Frá temum ringastu til tær ljósastu løturnar. Sanniliga ein konsert, sum fer at sita leingi í minninum. KRIS KRISTOFFERSON HAVT KONSERTIR Í FØROYUM