týsdagur 6. september 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. september 2016 · Nr. 102
mikudagsblaðið
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Nógva byggivirksemið, sum er í
gongd í løtunum, trýstir búskapin.
Eingin ivi er um tað. Líka so lítil er
ivi um, at tað er tað almenna, sum
má stýra soleiðis, at ikki ov nógv
virksemi verður sett í gongd í senn.
Í blaðnum í dag síggja vit, at al
menna íbúðarfelagið, Bústaðir, hev
ur nógv jørn í eldinum. So nógv er
bygt, at pengarnir eru brúktir – og
nú tørvar felagnum fígging.
Ætlanin er, at almenna íbúðar
felagið skal skriva út lánsbrøv fyri
millum 300 og 500 milliónir krónur
at byggja íbúðir fyri.
Tað tykist, sum landsstýrið legg
ur serliga stóran dent á, at bygdar
verða lestraríbúðir og vardar íbúðir
av ymsum slag. Tað er sjálvast gott,
at tað almenna hugsar um hesa
bólkar. Tí góð bústaðarviðurskifti
hava sjálvsagt stóran týdning, tá vit
tosa um trivna og um fólkavøkstur.
Men reyðu ávaringarlampurnar
blunka nú kring landið. Tað er nógv
ferð á búskapinum – og nógvar
verkætlanir eru í gongd. Ein upp
gerð, sum Sosialurin gjørdi í juni
vísir, at íløgur fyri 11 milliardir
krónur verða gjørdar næstu árini.
Hetta er ikki hissini, og tí skal
sterk stýring til, so ikki alt aftur fer
av lagi hjá okkum.
Nógvar av íløgunum verða
gjørdar uttan fyri løgtingsfíggjar
lógina. Men tað kann í síðsta enda
gera tað sama, tí tað verða somu
skattgjaldarar, sum skulu gjalda
rokningina, um tað so er fyri SEV,
fyri undirsjóvartunlar ella fyri Bú
staðir. Skal alemnna íbúðarfelagið
taka lán, so verða tað í øllum førum
skattgjaldararnir, sum koma at sita
við enda.
So hóast tað er gott, at nakað
munadygt verður gjørt við íbúðar
tørvin – eisini hjá lesandi og teim
um skerdu – so má ansast væl eftir
búskapinum.
Tað er ein sannroynd, at tað er
munur á, tá tað almenna byggir og
tá tað privata byggir. Tað privata
dugir betur at halda prísir niðri, at
trýsta prísirnar. Tí er tað betur fyri
búskapin, at tað er tað privata sum
stendur fyri størsta partinum av
íløgunum.
Tí eigur tað almenna nú at ansa
sær – nú tær reyðu ávaringarlamp
urnar eru farnar at blunka.
Tí er tað tað als eingin sjálv
fylgja, at til dømis Bústaðir skal
sleppa at taka stór lán fyri at seta
enn meira ferð á bygging í Før
oyum.
Tað almenna má duga at priorit
era, at gera av, hvat er mest neyðugt
at byggja her og nú – og so taka
støðu til, hvat kann bíða.
Tað er kanska ikki so lætt, men
tað er neyðugt Og tað er uppgávan
hjá politikarum at andøva ímóti
sveiggjunum í búskapinum.
Tað ringasta er bara at lata
standa til, tí so endar galið.
Politiska uppgávan er
at raðfesta íløgurnar
Mugu tálma ferðini
árg. 89, blað nr. 100
2. september 2016
DIESEL kr. 287.990
• Aircondition
Kom inn og fá minst kr. 60.000 fyri tín brúkta bil
– Teir stóru fiskarnir eru púra vanligir menn við
konu og børn um sum hava góð størv og pengar. Teir
smugla stórar nøgdir til Føroya, sigur Helgi Bech
Búskaparráðið
Hallur flytur
Alli-málið
Leggið kommun -
urnar saman s4-6
Sló ikki nóg
hart s16-19
s6-7
eg fekk
sex fyri
rúsevni
Helgi Bech, fyrrv. narkoseljari
GBREYÐ
Eitt ár síðani
løgtings-
valið
tema
Vil finna trygg-
leika til sonin s6-7
nýggjan bil ?
00
goy
Fund
ur um
ung og
rúsevni
tíðindi síða 14
Ikki
gloyma
vanliga
fólkið
Tíðindi
Síða 11
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Barbara Holm er í dag sett í
starv sum blaðstjóri á Sos
ialinum aftur at ábyrgdar
blaðstjóranum, Eiriki Lind
enskov.
Barbara Holm er fyrsti
kvinnuligi blaðstjóri á Sosial
inum. Hon er bachelor í sam
skifti og sosialvísindum, og
hon hevur starvast í Miðla
húsinum í fleiri tíðarskeiðum
frá 1. oktober í 2008.
Seinasta árið hevur Bar
bara Holm verið redaktørur á
Vikuskiftis Sosialinum.
– Miðlahúsið er eitt sera
spennandi arbeiðspláss, sum
eg fegnist um at sleppa at vera
við til at menna, sigur Barbara
Holm.
– Vit hava fýra miðlar í
Miðlahúsinum, sum vit skulu
røkja hvønn dag. Tað krevur,
at vit hava serligt fokus, sigur
Eirikur Lindenskov, ábyrgdar
blaðstjóri í Miðlahúsinum.
Miðlarnir, sum verða røktir
úr Miðlahúsinum eru Sosial
urin, in.fo, tíðindini á Rás2 og
og VikuBlaðið.
Sosialurin fingið ein
blaðstjóra afturat
Magnus Heinason fer nú
heystartúrin á Føroya Banka
og verður væntandi aftur 14
september.
Sum vant keypir Barbara
Fish House fiskin. Toskurin
verður saltaður á gamlan
hátt hjá Vaðhorn og nýttur
til stóra bacalaokvøldið á
Barbaru í november.
– Fyrrapartin 14. septemb
er fer Ólavur Sjúrðaberg at
flekja toskin uttan fyri Áar
stovu, har skúlaflokkar og
onnur áhugað eru vælkomin
at síggja dýrgripirnar av
Føroya Banka, sigur Johan
Mortensen frá hugaroks
toyminum hjá matstovunum
»heima í Havn«.
Ætlanin er, at nakað av
feskum toski verður nyttur
á ambitiøsum Wine Tasters
kvøldi í Futastovu 19. sep
tember har temaið verður
champagna.
Føroya Banki
og champagna
Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum og Barbara Holm, blaðstjóri
Mynd: Álvur Haraldsen