Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. september 2016 · Nr. 102 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UPPBOÐSØLA Árni Gregersen Keypararnir av fiskirætt­ indum og fiski leggja ikki í at bjóða, tá ið minstaprísirnir eru settir frammanundan og teir eru ov høgir. Tað er niðurstøðan eftir seianstu royndirnar. Fyrst var tað Enniberg, sum royndi at selja fisk, sum var fiskaður av keyptari kvotu í Barentshavinum. Talan var um fisk, sum var skotin til flak umborð og minstiprísurin fyri hvørt kilo av hesum fiskinum, var settur til 44 krónur fyri kilo. Ongin keypari bjóðaði uppá hendan fiskin. Mánadagin vóru rættind­ ini til at fiska 5000 tons av svartkjafti boðin út, men heldur onki boð komu til hesi rættindi. Minstioprísurin var sett­ ur til 30 oyru fyri hvørt kilo, men tað hildu keypararnir vera ov nógv. Ein nýggj roynd var so gjørd í gjár, men heldur ikki har fekst nakað boð. Tá var minstiprísurin sett­ur til 18 oyru fyri hvørt kilo. Gjaldið er hægri Tilfeingisgjaldið fyri svart­ kjaft er annars 20 oyru fyri kilo. Tá ið talan er um til­feing­ isgjald, so er manningin við at gjalda ein triðing av gjald­ inum – altso í tí førinum mill­um seks og sjey oyru av hvørj­um kilo. Tá ið svartkjafturin verð­ ur seldur á uppboði, tá skal manningin als onki gjalda, men alt áliggur reiðarínum. Fyri at prísurin skal vera tann sami, sum tá ið til­ feingisgjald skal gjaldast, so eru 14 oyru hægsta boð. - Sjálvur skilji eg ikki heilt, hví minstiprísurin verð­ur settur so mikið høgt. Hevði prísurin verið 10 oyru kanska, so hevði hann helst verið bjóðaður upp á 14 oyru fyri kilo, sigur Hanus Han­ sen, reiðri. Royndaruppboðssølan er gjørd soleiðis, at ein minsti­ prísur er ásettur. Tað er hesin prísurin sum ger, at keyp­ ararnir ikki bíta á fyrstu ferð, men heldur royna at bíða. Í morgin verður svart­ kjaft­ur aftur seldur á upp­ boði, men í hesum føri er tað Vørn, sum selur og tal­an er um eina afturlatna upp­ boðs­sølu. Við øðrum orðum ein søla, har keypararnir lata aftur­ latin boð upp, sum so verða latin upp hjá Vørn Nýggj meting Eftir at tvær uppboðssølur hava verið við svartkjafti, uttan at nakað boð er komið, verða metingar gjørdar av gongdini og fiskimálaráðið og landsstýrismaðurin fara at viðgera víðari gongd í málinum. - Hetta er ein royndar­upp­ boðssøla, sum gevur okkum svar uppá nakrar spurningar og sjálvandi skulu viður­skif­ tini eftirmetast, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í fiski­ málaráðnum. Hann leggur afturat, at tá ið ongin keypari er á opnu upp­boðssøluni, so má støðan viðgerast av nýggjum. - Og tað gera vit kom­andi dagarnar saman við lands­ stýr­ismanninum, leggur Rógvi Reinert afturat. Uppboðssølan við ásettum prísum fær ikki undirtøku Royndaruppboðssølurnar í seinastuni hava ikki fingið undirtøku frá keyparunum Hanus Hansen, reiðari, heldur at minstiprísurin er ov høgur, tá ið reiðarí skal gjalda alt Vørn hevur ein aftur­ latna uppboðssølu av svartkjafti í morgin