týsdagur 6. september 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. september 2016 · Nr. 102
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Nyggja borðið hjá Tórshavnar kom
munu, sum nú stendur í móttøku
húsunum í Tróndargøtu.
Yvir 360.000 króur av skatt
gjaldarans pengum hevur kom
munan brúkt tila t keypa hetta
borðið til hølir í móttøkuhúsunum
í Tróndargøta í Havn.
Uttan
samanbering
dýrasta
fundarborð í Føroyum, sum vit
kenna til.
Eftir øllum at døma, so er tað
umsitingin í Tórshavnar kommunu
sum hevur ekypt borðið.
Býráðslimir søgdu øll avgjørd
í útvarpinum, at hetta vistu tey
onki um og hetta átti at havt fingið
politiska viðgerð áðrenn tað var
keypt.
Einasti
býráðslimur,
sum
Kringvarpið
ikki
hevði
fatur
á, var borgarstjóranum Heðin
Mortensen.
Sosialurin hevur eisini roynt
at fingið fatur á borgarstjóranum,
men tað er heldur ikki eydnast.
Fyrst og fremst ætlaðu vit at
sleppa at taka eina mynd av dýra
borðinum, sum í seinastuni hevur
fingið so ógvusliga umrøðu í fjøl
miðlunum.
Vit ætlaðu eisini at spyrja
borgarstjóran,
hvørjar
grund
gevingarnar eru fyri, at kommunan
hevur keypt eitt fundarborð til
móttøkuhúsið fyri yvir 360.000
krónur, men tað hevur heldur ikki
eydnast okkum at sleppa at seta
hesar spurningarnar.
Sosialurin hevur veirð í sam
bandi við umsitingina fyri at
sleppa inn at taka myndir av
nógv umrødda borðinum, men
tað eydnaðist okkum ikki at finna
nakran, sum hevði heimild til at
lova okkum inn.
Onkur í býráðsumsitingini helt
fyri, at her er talan um eitt so heitt,
høgt profelarað mál, at her mátta
borgarstjórin sjálvur nikka, skuldu
vit sleppa inn at taka mynd av dýra
borðinum.
Hetta eydnaðist ikki, so vit hava
tikið eina mynd gjøgnum vind
eyga í móttøkuhúsunum. Húsið
var tømt og borðið stendur so
tignarligt einsamalt inni í fundar
rúminum, sum myndin vísir.
Móttøkuhúsini hjá kommununi
eru her í Tróndargøtu.
Á heimasíðuni hjá
Tórshavnar kommunu
stendur um húsini:
Móttøkuhúsið stendur á horninum
Tróndargøta/Kongagøta
og
er
rættiliga sermerkt borið saman við
vanligt føroyskt byggisnið. Húsið
er smíðað í 1923 í útjaðaranum á
býnum, sum hann var tá. Longri
niðan kom býurin ikki.
Í 1986 keypti kommunan húsið
og setti tey í stand at nýta sum mót
tøkuhús og listasavn. Listasavnið
keypti kommunan frá føroyska
útisetanum Niels Winther. Savnið
fatar um málningar og tekningar
úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
Húsið verður nú serliga nýtt
sum móttøkuhús, tá ið býráðið fær
gestir. Mentanarnáttina og á ólav
søku hevur almenningurin høvi at
síggja húsið og listasavnið.
Móttøkuhúsið í Tróndargøtu
verður ikki leigað út til framsýning
ar ella tiltøk.
Tað er dýrt og tað er loyniligt
HER ER BORÐIÐ