týsdagur 6. september 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MENTANARVIKA
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. september 2016 · Nr. 102
Danjal av Rana
Sjeynda árið á rað bjóðar
Sunda kommuna til mentan
arviku. Í ár er mentanarvikan
frá 8. til 17. septembur og
aftur hesa ferð eru tiltøkini
spreidd um mest sum alla
kommuna. Til ber at uppliva
Kingosangin
í
Tjørnuvík,
klassiskan tónleik í Hald
órsvík, kórsang í Gjónni
og Danny and the Veetos
á Norðskála. Bubu og Lulu
vitja børnini og tey røsku
kunnu sleppa at súkla við
Rynkeby-súklarum.
Eisini
eru fleiri framsýningar, ið
fólk kunnu vitja.
Noomi K. Rasmussen, sig
ur, at longu setanin hevur
nógv at bjóða.
- Á setanini verða tekn
ingarnar til nýggja skúlan
í kommununi lagdar fram,
eins og at vinnarin av bú
merkjakappingini
verður
avdúkaður.
Harumframt
verður, sum vanligt, ársins
mentanaravrik handað, sig
ur hon.
Hon sigur, at í ár er stór
ur dentur lagdur á rørslu og
heilsu.
- Svimjihøllin bjóðar øll
um ókeypis svimjing, með
an vit hava fingið súkkl
arar frá Rynkeby-liðnum
at taka lut eisini. Teir skipa
fyri tveimum túrum hesar
dagarnar, til Saksunar og til
Tjørnuvíkar.
Leygardagin
fáa vit vitjan av átakinum
Heilsa á ferð hjá Fólkaheilsu
ráðnum. So aftan á morgun
matin kunnu fólk spáka sær
yvir til Fólkaheilsuráðið og
kanna, hvussu heilsuni veit
við, greiðir hon frá.
Tiltøkini eru sum vanligt
spjadd um fleiri bygdir, men
ikki allar bygdirnar í komm
ununi eru við hesu ferð.
- Vit miðja ímóti at fáa so
nógvar bygdir sum møguligt
at taka lut og málið er, at
bygdirnar luttaka í minsta
lagi annað hvørt ár. Í ár eru
tó nakrar bygdir, sum ikki
eru við. Kommunan hevur
ábyrgd av at samskipa til
tøkini, men tað eru íbúgv
arnir, sum standa fyri inni
haldinum, sigur Noomi K.
Rasmussen.
Millum sermerktu tiltøk
ini í ár eru, at fólk á Oyri
bjóða fólki inn í hús síni.
- Tiltakið Hvønn kennir
tú á Oyri eru vit sera spent
um. Tað eru fólk á Oyri, sum
bjóða fólki á gátt. Onkur
hevur eina framsýning, onk
ur eina konsert, onnur eina
kafé. Serliga áhugavert er, at
Sakaris Hansen, sum hevur
gjørt modellskip í nógv, nógv
ár, nú fyri fyrstu ferð sýnir
skipini fram alment, sigur
Noomi K. Rasmussen.
Alt er tó ikki bara gaman.
Mánadagin skulu fólk í arb
eiðsklæði.
- 200 trø skulu gróðurset
ast í náttúrulundina. Hetta
eru ikki tey fyrstu trøini,
men nú ætla vit at gera eitt
ordans hál at fríðka um økið,
sigur hon.
Sum undanfarin ár end
ar mentanarvikan í Sunda
kommunu við Stakksdeg
num í Tjørnuvík. Og trivnað
arsamskiparin væntar nógv
fólk í Tjørnuvík hendan
dagin.
- Tað eru altíð nógv fólk,
ið taka lut á Stakksdegnum,
tí hann er nakað heilt serligt.
Umframt túrin út í Stakkin,
so gongur eisini nógv fyri
seg í bygdini. Hetta er ein
virðiligur endi á mentan
arvikuni, sigur Noomi K.
Rasmussen.
RØRSLA OG HEILSA
Í SUNDA KOMMUNU
Rynkebysúkklarar fara at leggja fólkið lag á, tá teir undir mentanarvikuni
í Sunda kommunu bjóða fólki við sær til Saksunar ella Tjørnuvíkar á súkklu
Danjal av Rana
- Mentanin, gerandisdagurin og
vinnulívið hanga saman. Við
mentanarvikuni ynskja vit at
lyfta mentanarliga gerandisdagin
fram. Mentanin er ein partur
av fólkinum, sum býr og virkar
her í Sunda kommunu, og tí er
umráðandi, at vit hava hesa vik
una, afturat øðrum tiltøkum og
mentanarligum
arbeiði,
sigur
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í
Sunda kommunu.
Sunda kommuna er samansett
av 11 ymiskum bygdum, og Heðin
Zachariasen heldur, at mentanar
vikan spælir ein týdningarmiklan
leiklut í samansjóðingini av teim
um 11 bygdunum.
- Vit hava brúk fyri slíkum
tiltøkum, sum samansjóða fólkið
og bygdirnar. Hetta er eitt gott
høvi hjá okkara borgarum at vitja
hinar bygdirnar og læra fólkið í
hinum bygdunum betri at kenna,
sigur hann.
Heðin Zachariasen sigur, at
hann gleðir seg til Staksdagin í
Tjørnuvík.
- Staksdagurin er sum ein
stevnudagur fyri Tjørnuvík og
er sjálvandi fyrst og fremst fyri
tjørnuvíkingar.
Staksdagurin
strekkir frá morgni til myrkurs
og endar so við dansi, sum kanska
strekkir út móti morgni aftur.
Hann er hæddarpunktið í vikuni
og vit leggja mentanarvikuna eft
ir honum, sigur hann.
- Fyrst og fremst gleðist eg
um, at mentanarvikan hesi und
anfarnu árini hevur havt so
góða undirtøku. Hon er fyrst og
fremst kjølfest í fólkinum, sum
býr í kommununi, men nógv
koma sjálvandi eisini aðrastaðni
frá. Øll er sjálvandi vælkomin,
men um hon ikki var grunnlagt
í bygdunum, í fólkinum, so hevði
einki grundarlag verið fyri at
havt mentanarvikuna. Tað hevur
hon tó verið, og hon hevur verið
væl vitjað. Grundvøllurin, sum
hon byggir á, er, at hon skal vera
í bygdunum í kommunu, at fólkið
skal skipa fyri henni og at hon
skal vera ókeypis, sigur Heðin
Zachariasen.
Mentanarvikan er kjølfest í borgarunum
- Vit skulu lyfta mentanarliga gerandisdagin fram,
sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu
Heðin Zachariasen,
borgarstjóri í Sunda
kommunu