týsdagur 6. september 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. september 2016 · Nr. 102
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SÍÐAN 1936
GUMMIBÁTATÆNASTAN
Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo
VIT HAVA VOGNIN
TIL EINHVØNN TØRV
Umhvørvis
góðkenning
Umhvørvisstovan hevur hin 6. sept. 2016
sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd,
góðkent:
Alivirksemi á alifirði C16, Nólsoyarfjørður
aliøki A06
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á
Umhvørvistovuni og á www.us.fo.
Avgerðin kann kærast til Føroya Landsstýri.
Møgulig kæra skal innan 4 vikur sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir
ella til us@us.fo
Fíggjarmálaráðið
LØNARSTJÓRI TIL FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
Starvið:
Lønarstjórin er ráðgevi hjá landsstýriskvinnuni
í fíggjarmálum í málum, sum viðvíkja lønum
og setanartreytum hjá landsins starvsfólkum.
Lønarstjórin er leiðari fyri lønardeildini. Á
lønardeildini starvast í løtuni 3 fólk.
Høvuðsuppgávurnar eru at:
•
standa á odda fyri sáttmálasamráðingum hjá
landinum og samskipa framhald av gjørdum
sáttmálum
•
hava ábyrgdina av at áseta lønir
•
vera ráðgevi hjá landsins arbeiðsgevarum í
arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum
spurningum
•
vegleiða og kunna um starvsfólkaviðurskifti
•
førleikamenna starvsfólkið og standa fyri
starvsfólkarøktini
•
góðkenna lønarsáttmálar hjá kommununum
Førleikakrøv:
•
skal megna at arbeiða undir stórum trýsti
•
skal hava leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella
privata
•
skal hava samráðingarroyndir
•
skal hava royndir við starvsfólkarøkt og
-menning
•
skal hava hóskandi útbúgving
Setanarviðurskifti:
Starvið er flokkað í 38. lønarflokki hjá Felagi
Tænastumanna Landsins, hóast tað ikki er
tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%.
Setanarøkið fevnir um Fíggjarmálaráðið, stovnar
undir ráðnum, Løgmansskrivstovuna og hini
stjórnarráðini.
Umsókn:
Umsóknir við útbúgvingarprógvum,
lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum
skulu stílast Bjarna A. Bjarnason, aðalstjóra í
Fíggjarmálaráðnum, og sendar sum teldupostur til:
bab@fmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
9. septembur 2016. Starvið verður sett frá 1.
novembur 2016 ella eftir avtalu. Allar umsóknir
verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar fáast
við at venda sær til Bjarna A. Bjarnason, aðalstjóra,
telefon: 35 20 20 ella 50 20 85.
VIT SÓKNAST EFTIR EINUM FRAMSKYGDUM, ÁGRÝTNUM
OG DUGNALIGUM LØNARSTJÓRA AT STANDA Á ODDA FYRI
OG MENNA LØNAR- OG STARVSFÓLKAUMSITING LANDSINS
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ SKIPAR LANDSINS BÚSKAPARSTÝRING OG LEGGUR GRUNDARLAGIÐ UNDIR, AT
LANDSFYRISITINGIN GREIÐIR SÍNAR UPPGÁVUR VÆL. HØVUÐSARBEIÐSØKINI HJÁ FÍGGJARMÁLARRÁÐNUM
ERU: BÚSKAPARMÁL, SKATTAMÁL, FÍGGJARMÁL OG LØNAR- OG STARVSFÓLKAMÁL.
WWW.FMR.FO
VIT DRAGA EINA LÍNU – VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI – VIT VILJA VITA – VIT BRÓTA SLÓÐ
Grafix 504251
VILT TÚ
GEVA BLÓÐ?
www.gevidblod.fo