Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 7. september 2016 · Nr. 102 Sosialurin Tøkk Vit vilja hjartaliga takka øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi tá elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Johannes Birgir Brandal *17.03.1952 † 04.01.2016 So brádliga andaðist og varð jarðaður. Takk til manningina umborð á Slættabergi, sum vóru um hann eftir at óhappið hendi og til hann slapp í land. Takk til starvfólkið á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsið fyri umsorgan. Takk til Eyðun Elttør, Zacharias Zachariassen, Poul Færø og Kára Lindberg fyri góð troystarrík orð á kapellinum, í Betesda og á grøvini. Takk til starvsfólkið á Norðoya Vistarheimið og onnur sum bakaðu, kokkaðust og hjálpti til í ervinum. Takk til tykkum sum stukku inn á gólvið, og vóru um okkum. Tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávur til Zarepta. Og takk til tykkum, sum fylgdu Johannes til hansara seinasta hvíldarstað Familjunar vegna Knút og Jóan Petur við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tí ið elskaða kona, mamma, verðmamma og omma okkara Elin Mørk Nielsen *14.09.1938 † 23.02.2016 andaðist og varð jarðað. Takk til starvsfólk á B6, sum vóru um hana, síðstu tíðina. Takk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í Kedron. Takk til orgulspælarar og takk til Selmu & Tóra fyri vakran sang. Takk til tykkum, sum komu inn á gólvið, ringdu og skrivaðu. Takk til tykkum, sum bakaðu til ervið. Takk fyri blómur og gávur til Zarepta. Vit takka eisini teimum mongu, sum fylgdi henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Martin, Arnold, William & Helena v./fam. Tøkk Vit bæði takka so hjartaliga gestum, hjálparfólkum og tykkum, ið sendu okkum heilsanir á okkara gull­ brúdleyps­degi 21.08.2016. Vit eru ógvuliga glað fyri dagin Vinarliga Anna Elisa og Árni Jacobsen Tøkk Hjartaliga takka vit fyri gávur, kort og blómur á gull­ brúdleyps­degnum 9. juli 2016. Ein serlig tøkk til øll tykkum mongu, sum gjørdu veitsluna í B36 húsinum ógloymandi. Vinarliga Margit og Jon Mortensen Tøkk Hjartaliga takk fyri alla hjálp og samkenslu, tá okkara Palle Chr. Højer *15.01.1944 † 27.06.2016 doyði og varð jarðaður. Takk fyri gávur til Tjarnargarð. Ein serlig tøkk til tykkum á Lavalon á Tjarnargarði, sum vóru um hann hansara seinastu ár Vegna avvarðandi Unnur Tøkk Stóra tøkk til tykkum øll, ið gleddu okkum á hjúnabandsdegi okkara ynskja Barbara og Jón