Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 7. september 2016 · Nr. 102 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR E in minniligur sigur, tveir minniligi javn­leikir og 10 taptar frum­fram­førslir í EM og HM undan­ kappingar saman­hangi. Tvær ferðir eru vit á odda í hálv­leikinum og tapa, meðan vit fimm ferðir fáa ein sekk. Fjóðingsmøguleiki fyri stigi Vit fara ein túr aftur í tíðina saman við Faroesoccer, og hyggja at hvussu fyrsti dysturin í teimum 13 EM og HM undankappingardystunum hevur gingið. Tað hevur verið ójvant, men tølini siga, at tað er út og við ein fjóðingsmøguleiki fyri at fáa stig. Av teimum 13 frum­fram­førslun­ um hava vit vunnið eina, og spælt tvær javnar. Sigurin er søguligi sigurin á Eysturríki í Lands­ krona, tá Torkil Nielsen skoraði einsamalla málið. Javnleikirnir eru minniligir á hvør sín hátt. Um aldarskiftið, tá Øssur Hansen við næstan seinasta sparkinum javnaði til 2-2 móti Slovenia, og tá John Petersen við tveimum málum fyrsta korterið legði Føroyar á odda 2-0 móti Skotlandi. Á odda í hálvleikinum Tvær ferðir hevur útlitið verið gott í fyrsta hálvleikinum í undankappingini. Í 2010 var Føroyar á odda 1-0 í hálvleikinum, og heilt til vanliga leiktíðin var farin. Tá mistu vit alt á gólvið. Eisini í 2014 – farnu undankapping – eru vit á odda í hálvleikinum. Málskjútti er Christian L. Holst, men føroyska liðið megnar ikki at standa ímóti Finnlandi, sum vinnur 3-1. Tríggir góðkendir Av teimum 13 eru tríggir taptir undir góðkendum umstøðum. Í 1996 spældi føroyska liðið ein frálíkan seinna hálvleik móti Jugoslavia í Beograd. Føroyar tapa 3-1, men dagsins mál skorar John Petersen, sum flúktar bóltin í málið eftir drúgt og gott uppspæl. Í HM undankappingini 2010 byrja vit á útivølli móti Serbia. Vit 2-0, men avgerandi málið kemur ikki fyrr stutt fyri tíð. Til seinastu HM undankapping taptu vit eisini 3-0 í Hannover móti Týsklandi. Teir blivu seinni heimsmeistara við millum annað at vinna 7-1 á Brasil. So 3-0 var væl sloppið. Frammaná Fimm ferðir hava vit fingið ein frammaná í fyrsta dystinum. Ein ordans sekk upp á 7-0 í Bukarest í 1992, tveir sekkar á 6-0 móti Georgia í 2006 og Sveis í 2004, og ein 5-0 sekk í Estlandi í 1998. Fimta stórtapið var fyrsti dysturin hjá Allani Simonsen, tá Føroyar í 1994 taptu 5-1 fyri Grikkalandi á útivølli. Felags fyri stórtapini er, at tey eru øll fyri tíggju árum ella fleiri síðan. Vit skulu heilt aftur til mars mánað í 2013 fyri at vinna eitt stórtap. Tá taptu vit 6-0 í Wien móti Eysturríki. Nógv broytt Tað er nógv broytt síðani mikukvøldið í Landskrona, tá 11 spælarar úr heimligu kappingini framdu kanska størsta bragdið í landsliðssøguni nakrantíð. Síðani tá hava vit ikki megnað at vunnið í fyrstu royndini, men tað sæst á feløgunum sum spælararnir umboða, at vit nú hava ein heilt nýggjan veruleika. Fleiri spælarar hava leita uttanlands. Rákið sæst longu um aldarskiftið, tá bara tveir í heimligu kappingini eru millum teir 11, ið byrja inni móti Slovenia. Til dystin móti Ungarn eru tríggir spælarar frá heimligu kappingini á vøllinum frá byrjan. Restin eru útisetar, sum liva av at spæla fótbólt. Tá blaðið fór til prentingar er dysturin ikki spældur, og tí ber ikki til at siga hvussu gekk hesaferð í blaðnum. Tó er tað hugaligt at leita aftur á 13 EM og HM undankappingar, ið føroyska landsliðið hevur luttikið í. Her sært tú hvørjir hava spælt frá 1990 fram til í dag. trondur@sosialurin.fo 26 ÁR VIÐ EM OG HM UNDAN­ KAPPINGUM