hósdagur 8. september 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 103
25
Søkt verður eftir skrivstovufólki til
Mentanargrunn Landsins. Talan er um
¾-tíðarstarv (30 tímar um vikuna).
MENTANARGRUNNUR LANDSINS
Mentanargrunnur Landsins hevur til endamáls at styðja starv fyri
føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum
mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal
serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna
føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum
kann javnmetast við hesar listagreinir.
Stuðulsjáttan grunsins, sum í 2016 er 6,7 mió. kr., verður umsitin
av eini 5-manna nevnd, ið landsstýrismaðurin í mentamálum
velur. Nevndin viðger á fundi innkomnar umsóknir um studning
o.a. Mentanargrunnurin heldur til á Lützenstrøð 4 í Havn, har
eisini m.a. Listafólkasamband Føroya, Fjølrit og Listaleypurin
húsast.
STARVIÐ
Uppgávur skrivarans eru at taka ímóti og fyrireika umsóknir til
nevndarfundir, at føra gerðabók grunsins og at taka sær av øllum
vanligum skrivstovuarbeiði. Skrivarin er einsamalt starvsfólk á
grunninum. Arbeiðið verður skipað í samráð við formann
grunsins. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum.
FØRLEIKAKRØV
Vit vænta, at tú:
• hevur skrivstovuútbúgving ella samsvarandi royndir
• hevur góðan málkunnleika, serliga í føroyskum
• hevur góðan førleika til at arbeiða sjálvstøðugt
• ert ábyrgdarfull/ur og røkin
• hevur góð evni at samskifta og samstarva við onnur
• hevur góðan telduførleika
SETANARTREYTIR
Starvið verður sett frá 1. oktober 2016 ella skjótast til ber eftir
hetta. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið, lønarflokkur 3.
UMSÓKNIR
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum
skulu vera Mentanargrunni Landsins í hendi í seinasta lagi
mánadagin 19. september 2016.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mentanargrunn
Landsins á 320842 ella 220845, ella á teldupostadressuni
mentan@mentanargrunnur.fo. Víst verður eisini til heimasíðu
grunsins: www.mentanargrunnur.fo
SKRIVSTOVUFÓLK
SETHÚSAOGN Í LEIRVÍK
TIL SØLU
Vegna Føroya Skiftirætt verður sethúsaognin
matr. nr. 300, Beitisvegur 10, 520 Leirvík verður
við hesum lýst til sølu.
Viðmerkjast skal at húsini treingja til stórar
ábøtur.
Áhugaði kunnu venda sær til:
ADVOKATVIRKIÐ
J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85, 110 Tórshavn
Tlf. 31 21 71 – teldupostur: sigrid@advokatvirkid.fo
heimasíða www.advokatvirkid.fo
Advokatvirkið
PROKLAMA
Øll, sum hava
krøv í búnum eftir
Signheðin Olsen,
Marknoyrarvegur 53,
900 Vágur, føddur tann
22.09.1938, deyður
tann 20.07.2016,
og eftirsitandi
hjúnarfelaga Monza
Olsen, Røktarheimið
Hamragarður,
Eiðisvegur 26,
900 Vágur, fødd
26.09.1940, verða
við hesum biðin um
innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat Páll
Nielsen, Skansavegur
1, 100 Tórshavn,
vísandi til sks.nr.
240/2016, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini
eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 2. SEPTEMBER 2016.
MÓTTØKA
Í sambandi við at Skúlaheimið verður 40 ár
9. september 2016, verður almenn móttøka
á Skúlaheiminum
fríggjadagin 9.september kl. 15.00-18.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin