mánadagur 12. september 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB
Nú sær einki út, men
einki er liðugt fyrr enn
alt er liðugt, vit hava
klára tað ómøguliga
fyrr, so... , men so skal ein
alvorligur mannfólka innsatsur til.
Come on, enn eru ikki allar súðir
syftar
KRISTIAN JOENSEN KÍ
Vit eru ikki vanir við
vind í Klaksvík. NSÍ
dugdi nógv betur
at útnytta vindin.
Vónandi verður stilli í Sarpugerið
komandi vikuskiftið.. Nú mugu
armarnir niður um 22 oktobur skal
gerast ein góður dagur. Koyr a KÍ
SÆBJØRN LEITI ÍF
Okkara menn
vístu í dag hvør
bestemmaði á
vøllinum, vunnu
í dag, hava meir
stig í dag enn vit
høvdu í fjørð
Koyr á ÍF
ALLAN ENGHAMAR HB
-
LISSI MOURITSEN B36
sum um at SKÀLA
kundi gera tad
enn einaferd -
NOT !
deiligt hvítir -
fantastiskt úrslit
dreingir
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
Hygga vit! Einki probleem!
Vunnu uttan stórvegis hóasták!
Vit koyra bara okkara løb, tað skal
nokk røkka til okkurt!
KÍ hevði ikki nógv at bjóða uppá í dag.
Hvørki á, ella uttanfyri vøllin. Helvtin
var stungin av áðrenn dystarlok.
Kanska tey skuldu náa Smyril? Góðir !!
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað letur til, at spurningurin
um, hvør skal í ferðalag við
B68 niður í næstbestu deild
ina er um at verða svaraður.
Argjamenn søgdu undan
vikuskiftinum, at tað var
avgerandi fyri teirra møgu
leikar, at teir vunnu í Fugla
firði.
Tá ið Rúni Gaardbo bríksl
aði fyri síðstu ferð, vísti
talvan 2-0 til ÍF. Fuglfirðing
ar skoraðu tvær ferðir síðstu
tjúgu
minuttirnar.
Karl
Løkin varð í seinna hálvleiki
fluttur longri fram á vøllin,
og hann átti avgerandi leik
lut. Hann átti uppleggið, tá
ið Adeshina Lawal setti hol
á, og hann staðfesti sigurin
í tíðini, sum dómarin hevði
lagt aftrat.
Tað eru fimm stig frá
AB og fram til Skála. Hesi
bæði liðini hittast á Argjum
sunnudagin. Í fýra teimum
seinastu umførunum eru
mótstøðuliðini hjá AB HB(ú),
KÍ (h), NSÍ (ú) og Víkingur (h).
– Tað er sama søgan.
Vit gera stór mistøk í av
gerandi støðum. Tað gongur
illa at skapa møguleikar, og
teir, sum vit høvdu undan
steðginum, misnýttu vit. Tá
ið mótstøðuliðið so legði seg
framum, vóru vit noyddir at
leggja meiri fyri í royndini
at svara aftur, og so skoraðu
teir einaferð aftrat, sigur AB
venjarin Trygvi Mortensen.
Tríggjar minuttir undan
leikloki varð AB venjarin
burturvístur. Tí er tað sann
líkt, at hann ikki verður á
beinkinum sunnudagin, tá ið
Skála verður gestur á Argjum:
– At Skála eisini tapti ber
við sær, at vit framvegis hava
ein lítlan møguleika. Men tað
hjálpir so lítið, tá ið vit ikki
vinna okkara dystir. Men vit
kunnu siga, at vit hava fingið
ein møguleika aftrat, sigur
AB venjarin.
AB hevur verið roknað
at vera triði møguleikin í
høvuðsstaðnum hjá teimum,
ið ikki eru slopnir framat
í Gundadali. Í hesum um
farinum hevur steðgurin í
fremstu røð verið fýra ár.
Tvey tey fyrru árini endaði
AB á sjeynda plássi, og tvey
tey seinnu árini hevur enda
støðan verið áttanda plássið.
Nú er vónin lítil fyri, at tað
skal bera til einaferð aftrat.
Tólv ferðir eru Trygvi
Mortensen
og
hansara
menn farnir av vøllinum við
eitt mála tapi. Tepru tapini í
staðin fyri onkrar javnleikir
kunnu nú fara at vísa seg at
vera heilt avgerandi.
Lætti í Fuglafirði
Fimm dagar fyri ólavsøku
vann ÍF 4-2 í Klaksvík. Tað
birti bjartar dreymar í Fugla
firði. Síðani var gongdin
alt annað enn góð, tí fugl
firðingar taptu fýra ferðir
á rað við samantalda mál
muninum 3-15.
Undan
vitjanini
av
Argjum vóru fyritreytirnar
ikki so góðar. Tveir vong
verjar í høgru, Leivur Joensen
og Gunnar Christiansen, vóru
skaddir, og miðverjin Poul
Nolsøe Mikkelsen verður ikki
við aftur í ár.
Dánjal
Pauli
Højgaard
var sera raskur vongverji
í høgru, og fyri fyrstu ferð
síðani 12. juni, tá ið ÍF vann
4-0 á heimavølli ímóti B68,
eydnaðist tað at halda tætt
í verjuni:
– Okkara støða er soleiðis,
at vandi kundi verið fyri, at
motivatiónin var burtur. Vit
hava sett í okkum, at endin á
kappingarárinum skal vera
góður, og vit fegnast um hug
burðin og sigurin ímóti AB.
Vit løgdu ikki so sannførandi
fyri, og teir høvdu onkran
møguleika, áðrenn vit fótaðu
okkum, men so høvdu vit tak
á tí, sigur Dánjal á Lakjuni
hjá ÍF.
Næstu ferðirnar skal ÍF
spæla ímóti B68, TB og Skála:
– Í hesum dystunum ætla
vit okkum at vinna níggju
stig, so vit hava nógv at
arbeiða fyri, sigur Dánjal á
Lakjuni.
Adu eigur annað
hvørt mál
4-1 heimasigurin ímóti B68
ber við sær, at tað nú eru
ellivu stig frá TB og aftur
til AB. Harvið er tað bara á
pappírinum, at møguleiki
framvegis er fyri, at tað
næsta ár verður leygardags
fótbóltur í Trongisvági.
– Eg havi alla tíðina sagt,
at vit skulu vinna 26 stig fyri
at vera vísir í at varðveita
plássið. Nú eru vit trý stig
frá tí málinum, og tað sær
gott út. Ímóti B68 fingu vit
skeiva beinið úr seingini.
Toftamenn
vóru
raskari
og spældu betri enn vit
í fyrra hálvleiki. Tá vóru
vit ov spentir, og vit løgdu
ikki nóg nógv fyri. Eftir
steðgin varð tað væl betri,
og tað hjálpti heilt nógv, at
vit
beinanvegin
skoraðu
tvey mál, sigur TB venjarin
Sigfríður Clementsen.
TB hevur skorað 24 mál. Í
gjár skoraði Albert Adu tvær
ferðir. Harvið hevur hann
AB venjarin ásannar, at tað nú sær svart út,
og at stóru mistøkini í avgerandi støðum
eru við at kosta plássið í fremstu røð
EFFO-DEILDIN
TRIÐI MØGULEIKIN
HONGUR Í
KLØNUM TRÁÐI