Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1 til 6 FÓTBÓLTUR SKAL IKKI TAPA TOPPDYST MÓTI KÍ AFTUR Í august 1999 spældi ein ungur Hans Jørgen Djurhuus við HB móti KÍ. Tá vann KÍ 2-1 og fór avstað FM heitinum. Nú ætlar havnarmaðurin í Gøtu at fáa sína hevnd. – Tá taptu vit fyri KÍ í toppdystinum. Tað ætli eg mær ikki eina ferð afturat, sigur 37 ára gamli miðvallarin DYSTURIN HESA VIKUNA 4 TEITUR M. GESTSSON Kann ikki lastast fyri málið og hevur ein stórbjarging í fyrra hálvleiki. Hevur ikki so nógv at gera, men loysir flestu uppgávurnar væl, tó okkurt útspark ikki var gott 4 JÓGVAN RÓI DAVIDSEN Er í holt við at blíva ein sentralur partur av spælinum hjá HB við sínum nógvu renningum, og er mentur nógv í avspælinum 3 JÓHAN TROEST DAVIDSEN Fær eitt býtt gult kort tíðliga í dystinum, men spælir seg væl upp í dystinum. Hevði úr at gera við at takast við Lavamannin 4 FRÓÐI BENJAMINSEN Akkurát sum í gomlum døgum, so var hann mitt í rokanum. Tapti onkrar og vann fleiri tvídystir. Fluttur á miðjuna í seinna hálvleiki 4 ÁRI M. JÓNSSON Stendur sterkur í myndini bæði í verju- og álopsspælinum. Hevur eitt temopskift, sum vit ikki síggja vanliga í føroyskum fótbólti 2 TRÓNDUR JENSEN (ÚT 70.MIN) Tapti stríðið á miðvøllinum, tá bólturin skuldi vinnast, og tað eydnaðist heldur ikki at fáa bóltin í røttu støðurnar 2 RÓKUR AV FLØTUM JESPERSEN Fleiri góð hugskot, men bleiv ov sjáldan umsett til nakað vandamikið. Kundi verið fluttur longur fram, tí hann fekk ikki nokk burturúr 2 ØSSUR DALBÚÐ Fekk at kalla einki burturúr sum hangandi áleypari. Torført at fáa eyga á hvat hansara leiklutur var 2 TEIT JACOBSEN Rann nógv og royndi at bjóða av, men tað kom lítið burturúr. Sjáldan samanspælið riggar á seinasta triðinginum 2 PÁL M. JOENSEN (ÚT 70.MIN) Spældi á høgra vongi, men fekk lítið burturúr – fyri ikki at siga einki. Vísti løtum, at hann hevur ferð og styrki, men umsetti ikki til nakað 2 ARI M. OLSEN (ÚT 78.MIN) Hevði tað trupult móti verjuni hjá Víkingi og var sjáldan skapandi í sínum spæli. Arbeiður tó hart í verjustøðu 3 ARNBJØRN HANSEN (INN 70.MIN) Kom inn seinastu tjúgu minuttirnar í álopinum og mundi skorað, men fekk annars ikki nógv pláss at spæla í 3 BARTAL WARDUM (INN 70.MIN) Greiddi sína uppgávu sum miðverji og innkastari seinastu tjúgu minuttirnar. 2 MAGNUS EGILSSON (INN 78.MIN) Kom inn á vinstra miðvøllin, men kom sjáldan í nyttiligar støður við bóltinum SPÆLARAMETING Víkingur hevur ongantíð síðani stovningardagin í 2008 verið nærri FM, enn teir eru í dag. Eitt pláss og eitt stig eru nú upp til KÍ Tróndur Arge – Gundadalur – Tað ber ikki altíð til at spæla fótbólt. Orðini eigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi. Tað var hvørki pent ella polerað, men hinvegin parktiskt fót­bólt­ spæl, ið víkingarnir borð­ reiddu við í 1-0 sigrinum á HB. Sigurin er søguligur, tí Víkingur hevur ongantíð verið so nær við FM, sum teir eru í ár. Eitt heitið Sámal Erik Hentze bleiv heintur inn fyri at heinta. Nú er lagt upp til ársins lands­kappingar­dyst, tá eitt slag av eini »FM finalu« verður komandi sunnudag. Bussur, hestar og grísar Søgurnar hava verið nógvar úr Sarpugerði. Eina ferð skuldu teir hoppa við upp á bussin, sum koyrdi avstað við gull­heirðurs­merkjunum. So var tað hesturin hjá Atla Gregersen, sum teir skulu koma upp á aftur. Hesturin bleiv so aftur­gangandi, at tað endaði við at blíva ein grísur. Nú sita allir víkingarnir í bussinum, meðan Atli Gregersen ríður fremst á hestin­um. Víkingur kann fyri fyrstu ferð í søguni siga, at tað er upp til teir um FM endar í Gøtu og Leirvík. Spældu ikki fótbólt Tað tók eina løtu, áðrenn ferð kom á dystin í Gunda­ dali. Hóast veðrið var gott, yvir miðal nógvir áskoð­ar­ar vóru og bæði liðini skuldu vinna fyri at halda árs­ málin­um í eygsjón, so varð tað ikki fyrr enn miðskieðis í fyrra hálvleiki, at gongd kom á. Taklingar, góð álop og onkrar góðar royndir á mál. – Eg eri sum so nøgdur við fyrra hálvleik. Tað stend­ur nógv upp á spæl og onkrir melda seg ikki heilt inn í dystin, men tað er ikki óvan­ligt, tá so nógv trýst er á, sigur Sámal Erik Hentze. Víkingur skorar aftaná ein tíma, eftir at HB faktist hevur havt trýstið. Eftir ein fleirfaldan møguleika, har Hans Pauli Samuelsen rakar báðar stengurnar við sama skoti, so er Filip Djordjevic fyrstu á bóltin og prikar hann í netið. – Í somu løtu vit skoraðu visti eg, at vit ikki fóru at spæla fótbólt so leingi støðan var 1-0. Tað stendur stutt og greitt og nógv upp á spæl. Bara ein villa kostar stig. Eg ivist ikki í, at um vit skoraðu til 2-0, so høvdu vit spælt fótbólt aftur, sigur Sámal Erik Hentze. HB uttan brodd – Arnbjørn svarið? HB hevur nú ein seinasta møgu­leika at bjóða av um Evropa plássini. Tað er at vinna granna­upp­gerðina móti B36 í komandi umfari. Annars verður so gott sum ógjør­ligt. HB royndi seg við fleiri saman­seting­ um í álops­ partinum, men einki riggaði í gjár. C h r i s t i a n R. Mourit­sen sat uttan­fyri við skaða, men hevur held­ ur ikki verið svarið, tá mest hevur staðið á í ár. Jan Dam, venj­ari hjá HB, valdi at skifta Arn­bjørn T. Hansen inn í álopið sein­ astu tjúgu min­uttirnar. Hann fekk ein góðan møgu­ leika, men annars ikki nógv at arbeiða við. – Víkingur hevur akkurát skorað, tá eg komi inn. Vit gyppa nakað nógv aftaná eg eri komin inn. Haldi kki HB duga so væl at gyppa, sigur Arnbjørn T. Hansen, ið kundi hugsað sær, at tað bleiv roynt at spæla meiri tað seinastu løtuna. Ein orsøk til tað er helst, at HB valdi at skifta Trónd Jensen út, tá Fróði Benjamin­sen skuldi fram á mið­vøllin. Kanska ein loysn við Tróndi Jensen, sum tó ikki spældi væl, Fróða Benjaminsen og Róki av Fløtum Jespersen hevði givið HB meiri møguleikar á bóltinum? Arnbjørn Hansen er nú tøkur aftur. Tað er hart til­ trongt fyri HB, tí broddurin restar í. Lært av steypafinaluni Víkingur tekur komandi sunnu­dag móti KÍ. Talan er um ársins dyst í lands­kapp­ ing­ini í ár. Liðini spældu eina ferð­mikla og hendinga­ríka steypa­finalu fyri tveimum vikum síðani. – Eg havi lært av steypa­ final­uni og vit leggja afturat til venjing í løtuni. Sølvi Vatnhamar var ferdigur eftir lands­dystin og Sorin Anghel er skaddur. Sølvi skal hvíla, meðan vit kenna til trupul­leikan við Sorin, sigur Sámal Erik Hentze, ið fegnast mest um, at Víkingur nú kann avgera FM heitið sjálvir. – Tað er klassi at koma til Havnar og vinna, tá so nógv trýst er á. Serliga tá tað hevur gingið so illa fyrr. Nú kunnu vit avgera tað sjálvir, og tað fara vit nú at fyrireika okkum til, sigur Sámal Erik Hentze at enda. Ársins dystur Úrslitini í 22. umfari lagaðu seg soleiðis, at tað nú er eitt stig á munin millum KÍ og Víking – og bara fýra stig frá KÍ til NSÍ. Enn er stórur spenningur um FM heitið. Tað er 17 ár síðani KÍ vann FM, meðan Víkingur ongantíð hevur vunnið tað. NSÍ hevur eitt meistaraheiti – tað var í 2007. Víkingur er nærri sínum fyrsta meistara­heitið enn nakrantíð áður, men ikki nærri FM enn KÍ. Tað verður ársins dystur, tá tey bresta saman í Sarpugerði. trondur@sosialurin.fo FM ONGAN