Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 37 • 12. SEPTEMBER 2016 8 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ – Læknarnir lurtaðu ikki eftir mammuni Bæði mamman og jarðarmóðurin søgdu, at hon fór ikki at klára til Havnar við Smyrli áðrenn hon átti. Men læknarnir vildu ikki hava hana á Suðuroyar Sjúkrahús. Í Sosialinum í dag kanst tú lesa um Rebekku Mørk, sum 2. september átti eina diddu umborð á Smyrli. Les alla søguna í Sosialinum í dag. Sosialurin í dag: Átti umborð á Smyrli UNG OG MÁLIÐ – móðurmálstiltak á Háskúlanum í Havn Býarsavnið fingið fyrstu 100 vinirnar Fyrstu ferð í 28 ár – 5000 fólk í Klaksvík Almenna móðurmálstiltakið UNG OG MÁLIÐ verður á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegi 14, Tórshavn, leygardagin 1. oktober 2016 klokkan 13-17. Á tiltakinum eru tónleikur, filmar, framløgur, upplestur, samrøður og annað. Vinnarin av filmskappingini hjá Málráðnum verður kunngjørdur, og vinningurin er 10.000 krónur. Háskúlin skipar fyri kaffisølu. TALGILD FILMSKAPPING – 10.000 krónur at vinna Í tíðarskeiðinum frá mánadegnum 12. septem­ber 2016, kl. 17, og til mánadagin 19. september 2016, kl. 17, kunnu ung í aldrinum 14 – 20 ár kappast um besta talgilda filmin í kappingini hjá Málráðnum, sum hevur fingið heitið: Ung og málið. TEKNIÐ TYKKUM á malrad.fo ella snar.fo og verið við í kappingini. Á almenna móðurmálstiltakinum UNG OG MÁLIÐ á Háskúlanum verður vinnarin avdúkaður og virðislønin á 10.000 krónur handað. Tiltakið er alment. Møtið fjølment, sigur Málráðið. – Góðu býarsavnsvini. 2. september vóru 5.400 krónur inngoldnar, 45 limir. 5. september vóru 9.400 krónur á kontoini, 78 limir og í kvøld eru komnar 11.960 krónur á bókina, 99 limir, so tað grør um gangandi fót. Tað sigur Jan Christiansen, sum hevur tikið stig til at stovna bólkin Býarsavnsvinir, sum hevur til endamáls at savna inn pening til húsaleigu, ljós og hita hjá Býarsavninum hjá Birgari Johannesen í Havn. – Vegna Býarsavnið sigi eg stóra takk fyri, skrivar Jan Christiansen á Facebookbólkinum »Býarsavnsvinir«. Tað kostar 120 krónur um árið at vera Býarsavnsvinur – ella 10 krónur um mánaðin. Málið hjá Jan Christiansen er at útvega 1.000 gjaldandi vinir. Tað var stórur spenningur í dag, tá Klaksvíkar Kommuna boðaði frá, at teir fóru at senda live. Jógvan Skorðheim sendi beinleðis á sínum Facebook vanga. Søgan var tann, at nú er Klaksvík aftur komið uppá 5000 fólk, fyri fyrstu ferð í 28 ár, tvs. síðan 1988. Borgari nummar 5000 eitur Árni Petersen, er 26 ára gamal og ættaður úr Klaksvík. Hann og konan eru flutt til Klaksvíkar herfyri. Jógvan Skorheim gav Árna eitt málaríð eftir Edward Fuglø í gávu. Hjartaliga til lukku Klaksvíkar Kommuna við borgara nr. 5000 og til lukku Árni við fína málarínum. Birgar Johannesen, sum hevur latið upp Býarsavnið, og Jan Christiansen, sum hevur tikið stig til at stovna stuðulsbólkin »Býarsavnsvinir«