mánadagur 12. september 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 37 • 12. SEPTEMBER 2016
10
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Framsýnararnir eru
Bodil Arbjerg Lundby,
ið sýnir fram steinlist,
og Sólvá Gunnarsson
Olsen, ið sýnir fram
málningalist.
Um sína steinlist sigur Bodil Arbjerg Lundby:
– Eg havi stóra virðing fyri upprunaliga
skapinum hjá hvørjum einstøkum steini.
Tað liggur altíð okkurt goymt í steininum,
sum eg royni at finna fram til í teimum
skulpturunum, eg geri. Eg leiti inn til
kjarnuna, og taki burtur tað, sum ikki er
neyðugt at brúka í mínari roynd at vísa fram
tað, sum hevur týdning í steininum, sigur
Bodil Arbjerg Lundby. Steinlistakvinnan
hevur havt framsýningar víða um. Umframt
at hava sýnt fram kring alt Danmark, hevur
Bodil Arbjerg Lundby eisini sýnt fram í
Týsklandi, Grønlandi, Belgia og í Hollandi.
Bodil Arbjerg Lundby hevur verið partur av
sensureraðum framsýningum. Hon er eisini
limur í Dansk Billedhugger Samfund.
Havnarkvinna aftur á slóðina
Sólvá Gunnarsson Olsen er fødd og
uppvaksin í Havn. Hon fær íblástur úr
Føroyum til sína málningalist. Sólvá
brúkar litmótsetningar í sínari list til at
geva málningunum eitt ávist brá. Um list
sína sigur Sólvá m.a. : - Tá ið eg máli,
arbeiði eg eftir kensluinnskoti, og veit
tí ikki hvat endaliga úrslitið verður. Ofta
ber myndin brá av føroyskari náttúru, og
endar á einum staði millum abstraktsjón
og landslagi. Eisini heinti eg íblástur í dýpi
havsins, og í teimum høgu fjallatindunum,
og veruleika teirra. Sólvá hevur sýnt fram
víða hvar í Danmark, og eisini í Føroyum.
Hon hevur eisini sýnt fram í Italia, og hevur
selt málningar til Íslands, Týsklands og
Avstralia. Sólvá sýnir fast fram á Galleri
Krebsegården í Keypmannahavn, og á
Galleri Tornby í Tværsted.
Umframt ferniseringina er framsýningin
opin frá fríggjadegnum 16. september til
mikudagin 21. september. Allar dagar frá
klokkan 14 til 19.
Steinlist og málninga
list í Smiðjuni í Lítluvík
HÓSDAGIN 15.
SEPTEMBER
KLOKKAN 16
TIL 20 VERÐ UR
FERNISERING