Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 37 • 12. SEPTEMBER 2016 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Nes Kommuna 14 TEMA Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, hevur alla orsøk at smílast yvir støðuna í kommununi. Eftir nøkur tung ár, hevur Nes kommuna seinastu árini vent eini keðiliga gongd við fólkatalinum og inntøkunum, soleiðis at kommunan í dag kann vísa á ein sunnan vøkstur á øllum økjum. – Vit hava vind í seglunum. Vit kunnu vísa á økt fólka­tal, øktar skatta­ inn­tøkur og ein øktan eftir­spurning eftir grundstykkjum. Tað eru hugalig tøl, staðfestir Jóhannus Daniel­sen, borgarstjóri í Nes kommunu. Fíggjarlig framgongd Flestu føroyskar kommunur hava higartil í ár kunna víst á, at inntøkurnar hava verið hækkandi samanborið við somu tíðarskeið í fjør. Sama søga ger seg galdandi í Nes kommunu. – Fíggjarliga gongur tað væl hjá Nes kommunu. Higartil í ár er inn­tøkan hjá kommununi fyrstu átta mánaðir­ nar knapt 2 og ein hálv millión hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur á góð tíggju prosent, sigur ein fegin borgarstjóri. –Seinnu árini hava vit havt avlop í rakstrinum hjá kommununi og tískil hava vit kunnað goldið niður av skuldini. Fyri nøkrum árum síðani var skuldin oman fyri eina álíkning, men nú er hon komin niður á eina hálva álíkning. Samstundis sum vit hava goldið skuldina niður, hava vit gjørt íløgur, m.a. í havnalagið, vegir, ítróttarøkið og gjørt nýggja vøggu­ stovu. Jóhannus Danielsen vísir eisini á, at meira virksemi er í bygdini enn fyri nøkrum árum síðan. – Tað er virksemi í øllum bygningunum í havnarlagnum. Tað hevur tað ikki altíð verið. Tað er kanska ikki so nógv sum fyrr, men virksemi er í vøkstri, sigur borgarstjórin, sum tó hevur ynski og vón um, at tað blíva fleiri arbeiðspláss sum tíðin líður. Eisini nevnir, at fleiri handverkarar eru komnir heim aftur at arbeiða. – Fyri tveimum árum síðan vóru nógvir handverkarar, ið arbeiddu uttan­lands. Fleiri av teimum eru komnir heimaftur og økja um skatta­ inn­tøkuna her í kommununi. Fólk vilja seta búgv Tað er ikki bara fíggjarliga, at tað gongur væl hjá kommununi. Alsamt fleiri fólk ynskja nevniliga at seta búgv í bygdini. Fyri nøkrum árum síðan útvegaði kommunan 24 byggibúgvin grund­ stykkir til borgararnar, og hevur eftir­ spurningurin verið so mikið stórur seinasta ári, at tað einans eru sjey stykkir eftir í dag. Tað hevur skapt ein posi­tivan trupulleika fyri kommununa. – Tøku grundstykkini byrja at fækkast í tali, so tað nú er neyðugt, at hugsa um at útvega fleiri stykkir, sigur Jóhannus Danielsen og leggur afturat, at kommunan seinasta ári hevur játtað fleiri umsøkjarum at ogna sær grundstykkir runt um í kommununi . Fyri at nøkta eftirspurningin eftir bústøðum, hevur kom­munan verið í samráðingum við Bú­setur um at byggja 16 nýggjar íbúðir mitt á Toftum. Tann verk­ætlanin fer ígongd tá Bústaðir hevur nokk av tøkum peningi til at fara í holt við verkætlanina. Eftirspurningurin eftir grund­ stykkjum og íbúðum kemur ikki heilt óvæntað at borgar­stjóran. Hann greiðir nevniliga frá, at fólka­talið hevur verið hækkandi. – Fólkavøksturin hevur verið stórur síðsta árið. Sum í restini av landinum, so var fólkatalið minkandi, men vendi í 2013-14 og veksur nú skjótt. Í dag búgva 1264 fólk í kommununi, sum er næstan tað sama sum tá fólkatalið var hægst, greiðir Jóhannus Danielsen frá. Trivnaður er lykilin Sjálvur er Jóhannus Danielsen ikki í iva um hví fólk velja at seta búgv í kommununi. – Trivnaðarmøguleikarnir eru góðir her. Vit útbygdu skúlan, sum hevur svimji­hyl,, við stórari fimleikahøll og ný­mótans hølum í 2008, vit hava nýggjan barnagarð, nýggja vøggu­ stovu og frítíðarskúla upp til og við 2. flokk, umframt at vit hava eitt gott ítróttar­øki, ið vit dagføra javnan. Har­ um­framt hava vit í kommununi eina rúgvu av frítíðar­til­boðum til allar aldurs­bólkar, greiðir borgar­stjórin frá, áðrenn hann leggur afturat. – Tað er týdningarmikið fyri familjur í dag, at trivnaðurin er góður. Høvuðs­inn­tøkurnar hjá kommununum er skatta­inntøkur, og tá er neyðugt, at fólk trívast her, um vit ynskja, at tey skulu búseta seg her. Tí er neyðugt, at virka fyri at varðveita og menna góða trivnaðin í kommununi. Vit hava vind í seglunum. Vit kunnu vísa á økt fólkatal, øktar skattainntøkur og ein øktan eftirspurningur eftir grundstykkjum. Tað eru hugalig tøl, staðfestir Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu. Framtíðin sær bjørt út hjá Nes kommunu