mánadagur 12. september 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 37 • 12. SEPTEMBER 2016
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
60+
Bjóða føroyingum
Botox og Fillers
HJARTAFELAGIÐ
LÆR AT
BJARGA
LÍVI
Hjartafelagið bjóðar ókeypis frálæru í hjartamassasju
og at brúka hjartastartara í Badmintonhøllini í Havn,
leygardagin 24. september 2016
Útbúnir instruktørar geva frálæru allan dagin. Til ber at
koma nær sum helst millum kl. 10.00 og 15.00.
Øll eru vælkomin
hjartafelag.fo
Serliga væl dámt í løtuni er viðgerðir,
ið veruliga muna so sum Botox, fillers,
laser, Dermaroller og Permanent
Make Up, ella við øðrum orðum
kosmetiskar medisinskar viðgerðir,
upplýsir Beinta Lassen, ið er stjóri í
fyritøkuni.
– Vit hava fleiri kundar hvønn
dag, ið koma inn til okkara og fáa
slíka viðgerð. Tað liggur um eini fýra
hvønn dag, ið fáa fillers, greiðir Beinta
Lassen frá.
Kundaskarin er serliga kvinnur og
menn yvir tretivu ár, ið koma at slætta
rukkur og annað, tó at tað eisini eru
fólk yngri enn tretivu, ið velja at fáa
sær viðgerðina. Viðgerðin verður
tó ikki bjóðað til fólk undir átjan ár,
upplýsir Beinta Lassen.
Botox
Tað eru serliga fólk, ið ynskja at gera
nakað við rukkur ella linjur í and
litinum, ið fara undir eina botox-við
gerð, sigur Beinta Lassen.
– Botox verður sproyta inn í
vøddarnar, so at teir hvíla. Rukkur
og linjur koma, tá vøddarnir verða
nógv brúktir og trekkja seg saman,
t.d. í pannuni. Botox ger, at vøddarnir
loysna aftur, greiðir Beinta Lassen frá.
Botox verður serliga brúkt til
viðgerð fyri linjur og rukkur á pannuni
og við síðuna av eygunum.
Botox verður ikki sum fillers veitt
hvønn dag. Serfrøðingur úr Danmark
vitjar fýra ferð árliga og gera Botox
hjá Ergo Vælveru.
Fillers
Hin viðgerðin, ið Ergo Vælvera bjóðar
kundum, ið ynskja at síggja frískari út,
er Mesofiller/Restylane.
– Tað er eitt spanskt merki, ið
vit hava fingið. Tað verður sproyta
beinleiðis inn í rukkur og linjur, og
verður serliga brúkt til linjuna millum
munnin og nøsina og djúpur furur
millum eyguni. Mesofiller verður eisini
brúkt til at økja um varrarnar. Hetta
er ein góð viðgerð, ið ger at man
fær eina frískari og yngri útstráling
beinanvegin, sigur stjórin.
Vakurleika- og vælverurøkt vindur meira og meira uppá seg
í Føroyum, har m.a. fyritøkan Ergo Vælvera í Havn er kend fyri
at veita tænastur av øllum møguligum slag