Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-12, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2016síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 37 • 12. SEPTEMBER 2016 26 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Sum navnið skipar til, so er talan um eitt felag, ið skipar fyri ferðum fyri fólkum, ið hava tørv á einhvørjari viðgerð uttanlands. Talan er um elsta og størsta felagið av sínum slag í Danmark, og hevur KirurgiRejser bjóðað dønum og føroyingum til Belgia, Grikkalands og aðrastaðni seinastu tólv árini og vísa tey á, at umleið 18.000 fólk hava tikið av teirra tilboði um skurðviðgerðir uttanlands. Á ferðini til Føroyar verður serligur dentur lagdur á ferðum fyri fólkum, ið hava tørv á skurðviðgerðum fyri fiti, og verður tað eisini evnið hesar dagarnar á Hotel Føroyum. Harumframt bjóðar felagið eisini ferðir og skurðviðgerðir til fólk, ið ynskja eina størri bringu, skera leysa húð av búkinum og mangt annað. Royndir læknar KirurgiRejser upplýsir, at kundarnir kunnu velja millum tveir læknar. Um­ framt ein danskan lækna, ið hevur drúgvar royndur við fiti­skurð­við­ gerðum, so er eisini møguligt at velja Dr. Dillemans, ið hevur framt 11.300 skurðviðgerðir við fáum kompli­ka­ tiónum og ongum deyðafalli. Sjálv skurðviðgerðir tekur ikki longri enn 45 minuttir og eingin krøv verða sett til kundan framman­undan, um at viðkomandi má slakna seg áðrenn skurðviðgerðina. Íroknað prísin fyri ferðina er eisini heilivágur og hjálp frá einum kost­ ráð­geva, ið leggur kundanum lag á hvussu livast skal eftir skurð­við­ gerðina. Kundarnir nýtast ikki at stúra fyri at koma til eitt fremmant land við einum fremmandum máli, tí talan er um eina skipaða ferð, har ein danskur samskipari er við á øllum túrinum. Tað vil siga bæði áðrenn, undir og eftir skurðviðgerðina eru kundarnir í kønum hondum. Upplýst verður tó, at allir kundar skulu vera millum 16 og 75 ár og skurð­við­gerðir fyri fiti kunnu bara gerast á sjúklingar, ið hava eitt BMI millum 30 og 70. Kundar greiða frá Um vikuskiftið fáa so teir føroyingar, ið hava áhugað fyri at vita meira um tilboðið frá KirurgiRejser, møguleikan, at møta teimum á Hotel Føroyum. Umframt fyrilestrar, so verður eisini møguligt at møtast til einstaklinga samtalur fríggjadag og sunnudag, umframt at skipað verður fyri felags samtalu leygardagin klokkan 14. Eisini verður høvið at seta spurningar til stjóran og ferða­sam­ skiparan hjá Kirurgirejser, Atef El- Kher, og til persónar, ið hava fingið skurð­við­gerðir gjøgnum felagið. Tiltakið er ikki einans ætla teimum, ið møgu­liga hava áhugað fyri at fara undir skurð, men eisini til familju, vinum og øðrum, ið ynskja at frætta meira um viðgerðirnar. Tiltøkini um vikuskiftið eru ókeypis, men vegna avmarkað pláss ynskja fyri­reikararnir, at áhugaði boða frá um tey koma. Tað kann gerast við at ringja á +45 35 38 77 77 ella skriva til info@KirurgiRejser.dk. Til ber eisini at lesa meira um skurðviðgerðirnar á heimasíðuni hjá felagnum, Kirurgi­ rejser.dk, Í vikuskiftinum 16. til 18. september verður eitt øðrvísi tiltak á Hotel Føroyum, tá felagið KirurgiRejser skipar fyri fyrilestrum og samrøðum á hotellinum um teirra tænastur Bjóða føroyingum til viðgerðir í Grikkalandi 25. august var ein serligur dagur hjá klædnahandlinum Shari i Runavík. Eftir at handilin hevði verið stongdur í nakrar vikur, kundi nýggi eigarin lata dyrnar upp aftur í handlinum, ið hevur verið í Runavík í gott tretivu ár. Tað er Poula Ellingsgaard, ið arbeiddi í handlinum, ið valdi at keypa handilin, tá gamla eigarin ikki ynskti at halda fram. – Handilin var leingi til sølu og ivasamt var, um nakað var áhugaður at keypa hann. Tí var tað ikki óhugsandi at hann lat aftur, men tað hevði verið keðiligt at latið ein handil aftur, ið hevur verið í býnum í tretivu ár. Tí valdi eg bara sjálv at keypa hann, sigur nýggi eigarin. Fólk eru glað Nú nakrar fáar vikur eftir, at handilin lat upp aftur, sigur Poula Ellingsgaard, at móttøkan hevur verið nógv betri enn hon kundi ímynda sær. – Handilin var fyribils stongdur og koyrt varð fyri vindeyguni, meðan vit gjørdu klárt og keyptu nýggja vøru. So fólk vóru øgiliga glað, tá handilin lat upp aftur og ótrúliga nógv fólk koma inn á gólvið og ynskja mær góða eydnu við handlinum. Hetta hevur gingið betri enn eg vónaði. Nýggi eigarin upplýsir, at handilin fer framhaldandi at selja klæðir til kvinnur 30+, men at úrvalið er eitt sindur broytt, soleiðis at handilin selur fleiri hvønn dags klæðir. At enda, tá Poula Ellingsgaard verður spurd, um hon stúrir fyri kappingini úr Havn, tá tunnilin letur upp, er hon skjót at svara. – Nei, slett ikki. Eg vænti at havnarfólk koma hendan vegin at keypa, tí vit hava nógv betri handlar. Poula Ellingsgaard rekur nú klædnahandilin, ið hevur verið í Runavík í tretivu ár Eigaraskifti hjá Shari