Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-12, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 37 • 12. SEPTEMBER 2016 30 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ A llar høvuðsstaðarkommunur við virðing fyri sær sjálvum hava virðilig móttøkuhøli. Stóru høvuðs­staðar­kommunurnar í norður­ lond­um hava stásilig hús, sumstaðni enntá slott, sum kommunan og/ ella tað almenna gjalda fyri. Flestu býráðs­limir í Havn hava sitið til há­ borðs í Høfði, móttøkuhúsunum í Reykja­vík og havt á orðið og fegnast um tær ótrúliga góðu og virðiligu um­ støður­nar. Mett verður, at høvuðs­staðar­ kom­mun­ur hava størri skyldu at vera al­ment umboð úteftir, og tí fellur mót­tøku­virksemið hjá høvuðs­staðar­ kommunum ofta saman við tí hjá tí al­menna. Almennu Føroyar hava ongi veru­lig móttøkuhús, men Mót­tøku­ hús­ið hjá Tórshavnar kom­mu­nu røkir ofta uppgávurnar fyri báðar part­ar. Einasta móttøkuhús Umframt hesi húsini hevur Tórshavnar kom­muna t. d. Müllers Pakkhús, Horna­hús­ini og Degns Hús til fundar­ virk­semi, samkomur av ymsum slag, fram­sýn­ingar o.a. Móttøkuhúsið hjá Tórshavnar kom­ mu­nu er einasta veruliga móttøkuhús í landinum. Húsið verður brúkt sum alment móttøkuhús, tá eitt nú forsetar og tey kongaligu vitja, men eisini til onnur høvi, har tørvur er á virði­lig­um umstøðum í ymsum sam­ bond­um. Húsið er eindømi og hevur eitt virði, sum illa kann gerast upp í peng­ um, verður hugsað um húsið sjálvt, listasavnið og innbúgvið. Húsið er nakað av tí mest stílfulla, vit eiga í Før­oy­um, og er ein virðiligur karmur um nógvar almennar móttøkur. Umframt at húsið hevur verið brúkt til tey kongaligu og for­seta­ vitjan­ir, so verður húsið eisini brúkt til fundir millum norðurlendsku høvuðs­ staðirnar, til vitjanir hjá fólka­tings­ lim­um og -nevndum, t. d. vitjarnir av fólka­tingsins føroyanevnd, norður­ lendskar vinnuvitjanir og í sambandi við FM, EM og VM-kappingar innan fleiri ítróttargreinir. Søgan um húsið Húsini vórðu bygd í 1923 á seinasta óbygda grundstykkið av sonevnda vestara Húsabøi. Býurin var tá vaksin fram við Havnará og vestan fyri Tróndar­gøtu. Stykkið var 684 alin² og kostaði 2 kr. pr. alin² og hevur helst verið ætlað til vinnuligt endamál. Eitt van­ligt grundstykki, sum havnarfólk keyptu tá, var 317 alin² og kostaði 1 kr. pr. alin². Arkitekturin H. C. W. Tórgarð teknaði húsini, sum eru eindømi í før­oyskari byggisøgu. Tey eru bygd í tveim­um hæddum við lágari reising. Miðjan í húsunum er opin við trappu upp á aðru hædd, har svali er kring trappu­na, haðani slepst inn í øll rúm­ ini. Í erva búði Mitens við konu og børn­um, og skrivstovu hevði hann í neðra. H. C. W. Tórgarð, arkitektur (1885- 1957) var borgarstjóri í Havn 1922- 24. Hann hevur teknað nógvar bygn­ ing­ar í býnum, og í grannalagnum kun­nu nevnast Realskúlin, Sjón­leikar­ hús­ið og kirkjan, kleystrið og skúlin hjá fransiskanarsystrunum. Kommunan keypti húsini í 1986. Tey vórðu síðan umvæld og innrættað til móttøkuhús og listasavn. Fyrsti gesturin í Móttøkuhúsinum var íslendski forsetin Vígdis Finn­boga­ dóttir, sum vitjaði 3. september 1987. Margretha drotning er eisini gestur í húsinum, tá hon vitjar í Føroyum. Móttøkuhúsið er vanliga opið fyri almenninginum tvær ferðir um árið, mentanarnáttina, sum er fyrsta viku­ skiftið í juni, og á ólavsøku. Heim, sakføraravirki og konsulát Edvard Mitens (1889–1973) læt húsini byggja í 1923. Her búði hann og hevði sítt sakføraravirki. Mitens var løgfrøðingur og var m.a. sýslumaður, sakførarafulltrúi og skriv­stovu­stjóri løg­tingsins. Eisini var hann løg­tings­ maður, fólkatingsmaður, lands­stýris­ maður og býráðslimur. Finskur konsul var hann í 39 ár. Trygvi Samuelsen (1907–1985) og bróðirin Georg L. Samuelsen keyp­tu húsini frá Mitens í 1945 og áttu tey í felag til 1960, tá bróðirin flutti við familju síni í onnur hús. Trygvi Samuelsen hevði eisini sítt sak­føraravirki her. Hann var løg­tings­ maður og býráðslimur í Havn í eini 28 ár og íslendskur konsul í útivið 30 ár. Listasavnið í Móttøkuhúsinum Tórshavnar kommuna keypti í 1987 eitt savn við málningum og tekningum úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi frá før­oyska útisetanum Niels Winther (1917–1999). Bert hetta savnið hev­ ur í dag eitt mett virði uppá umleið trý­kvart miljón. Niels Winther av Sandi fór sum ung­ur timbursmiður til Danmarkar í skúla beint fyri seinna heimskríggj og varð verandi í Danmark. Sum verk­ frøð­ingur arbeiddi hann m.a. nógv ár í Grøn­landi, og alt sítt virkna lív savnaði hann list úr bæði Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Tá Niels Winther var komin upp í árini, bjóðaði hann Tórshavnar kommunu listasavn sítt, og kom­ mun­an tók av. Talan er um 75 verk við motivi úr Føroyum ella gjørd av føroyingum og 65 verk við mynd­evn­ um úr Grønlandi. Eisini eru 7 verk við evnum úr Íslandi. Eini prýðilig hús At hesi húsini hava verið prýðilig í tá­tíðar Havnini, sigur henda søgan eisini. Hon er prentað í faldara, sum kommunan hevur givið út. Har var sjálvsagt ringiklokka uttanfyri, so fólk kundu biðja um viðtalu uttan fyri vanliga skrivstovutíð. Ein koll­firð­ingur, sum hevði verið í Havn í sak­førara­ør­ ind­um, fortaldi heim­aftur­komin, at nú var alt so fínt og smart í Havn: »Tú ringdi á eina klokku, og út kom Mitens.« Inni eru eisini virðismiklir og stíl­ full­ir møblar, sum hóska sera væl til húsini, eins og gólv og annað er hildið í uppruna stíli. So alt eftir, hvussu ein sær upp á tað, kann verða kjakað um, nær eitt borð til eitt tílíkt móttøkuhús er ov kostnaðarmikið. Fólk hugsa helst um og samanbera við køks- ella stovu­borðið har heima. Í Móttøkuhúsinum sita kanska eini 40 fólk við sama borð. Og skal húsið nýtast sum alment móttøkuhús, so skal tað vera harmoniskt og halda ein ávísan stíl. Tað ger tað, og tað hava øll, sum hava havt tørv á húsinum, higar­til verið fegin um. Nýggja borðið er sergjørt til at passa til húsið og at hóska til serstaka og virðismikla inn­ búgv­ið, og er eins og innbúgvið ein íløga, sum ikki minkar í virði, sum tíðin gong­ur, sigur borgarstjórin. Málið er ikki meira innviklað enn so, enn at biðið verður um eitt nýtt borð, tí tað gamla er ónýtiligt. Umsitingin játtar og tekniska deild avgreiðir mál­ ið. Ongin kennir tá til kostnað, men síggja vit í dag kostnaðin í mun til samlaða virðið á húsinum, so er ikki talan um eina lutfalsliga stóra upp­ hædd. Heldur ikki, um samanborið verð­ur við, hvat tað almenna brúkar til umboðan. Alt innbúgvið í húsi­num umboðar tað allarbesta av norð­ur­ lendskari sniðgeving og hóskar nú sam­an, umframt at tað er vorðið meira funktionelt. Borðið varð sett upp í fjør. Flestu býráðslimir hava síðan sitið væl til há­borðs upp til fleiri ferðir í sam­ bandi við kommunal tiltøk. Men tað er ikki fyrrenn nú tað stundar til val, at prísurin á borðinum gerst áhuga­ verdur. Heðin Mortensen, borgarstjóri FAKTA Á BORÐIÐ: Eini virðilig móttøkuhús Mynd av borðhaldi fyri íslendska forsetanum Ólafi Ragnar Grimsson VALGREIN