týsdagur 13. september 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í dag 14. september – 70 ára dagurin
fyri fólkatkvøðuna, sum hjá summum
er politiskt grundarlag, og hjá øðrum
eitt avoldað og troyttandi kjakevni.
Fólkaræðisliga er fólkaatkvøðan 14.
september í 1946 einki at erpa sær av.
Tað var ikki gott politiskt handverk í
Føroyum, og heldur ikki í Danmark, at
vit høvdu eina fólkaatkvøðu, uttan at
vit vistu, hvat hon í heila tikið skuldi
snúgva seg um, og sum tí ikki varð
vird.
Fólkaatkvøðan í 1946 er søga, og
hon skal viðgerast sum søga. Vit eru
komin víðari, og nú eiga vit at fáa
eina breiða semju í Løgtinginum um
stjórnarskipan, sum allir flokkar á
tingi skulu vera við til. Tað má vera
eitt krav til okkara fólkavaldu, at nú
skulu tey finna saman um tað, sum øll
kunnu semjast um.
Og tað er so hvørki loysing ella
samband. Vit skulu semjast um
ein leist, um tað sum nú í seinasta
uppskotinum eitur ein stjórnarskipan
ella fyri tað eina grundlóg fyri Føroyar.
Og tað er ein avgerð, sum skal tak
ast í Føroyum av øllum politiskum
flokkum felag.
Men tað sær ikki út sum um, at
danska stjórnin er sinnað at geva
sega. Lars Løkke Rasmussen hevur
fleiri ferðir víst sína stívrendu støðu
– kanska fyri at hjálpa Sambands
flokkinum at kyrra sjálvstýrisreto
rikkin. Men eisini danski uttanríkis
ráðharrin, Kristian Jensen, hevur víst
seg frá tí mest stívrendu síðini í svari
til Magna Arge, fólkatingsmann, tá
hann gjørdi púra greitt, at Danmark
hevur bara ein uttanríkispolitikk.
Og at talan er um ein stat, eitt ríki og
eina tjóð tá vit tosa um kongaríkið
Danmark.
Men so er ikki, sum uttanríkisráð
harrin sigur. Sjálvt myrkastu sam
bandsmenn í Føroyum munnu haldu
um høvdið av at hoyra slíkt.
Eitt er, tað donsk embætisfólk
kunnu finna upp á at siga um, hvussu
ríkið er skrúvað saman. Men hetta
snýr seg um politikk – og politikkur
in í verki hevur víst nakað annað. Tað
vita øll.
Vit hava havt eina nátúrliga menn
ing í ríkisfelagsskapinum, bæði við
víkjandi Føroyum og Grønlandi, men
eisin Íslandi á sinni.
Tí hava vit í stóran mun ført okk
ara egna uttanríkispolitikk, sum eitt
nú fiskivinnusamráðingar við onnur
lond.
Og sjálvandi er tað tað. Eingin átti
betur enn Lars Løkke Rasmussen at
kent føroysku tjóðina innanírfrá.
Líka mikið, hvat vit halda um tað
at vera í ríki saman við Danmark,
so
eru
tað
nøkur
ríkisrættarlig
viðurskifti, sum kunnu og eiga at
fáast upp á pláss. Sjálvandi skal evsti
avgerðarrættur liggja í Føroyum. Skulu
broytingar gerast í ríkisrættarligu
viðurskiftunum, so skal tað sjálvandi
verða føroyska fólkið, sum ger av – og
ikki betrivitandi tilvildarligir danskir
politikarar.
Tað eiga vit í øllum førum at fáa
staðfest í nýggjari stjórnarskipan.
Evsti avgerðarrættur skal
sjálvandi liggja hjá Føroya fólki
14. septemer og fólkaviljin
Speg
ilsmyndin
á eitt ára
degnum
tíðargrein Poul
Michelsen síða 16-17
Eldra
økið
næsta
stórmál
Jógvan Arge
Síða 15
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Stillettirnar
á
nýggjari
lýsingarherferð hjá Dem
okratia hava vakt ans á sos
ialu miðlunum. Í hesum
døgum heitir Demokratia á
kvinnur til at stilla upp til
kommunuvalið í heyst.
Og við lillaðum stilettum
eggjar Demokratia til, at
kvinnur seta seg á listarnar í
teimum ymisku kommunum.
Á Facebook halda summi,
at myndir heldur fast í for
dómunum – at kvinnur eru
til pynt.
Onnur halda, at lýsingin
er fínasta slag. Tá tú trýstur
á leinkjuna kemur tú mill
um annað til hendan tekst
in á heimasíðuni hjá Dem
okratia. Vit hava tikið partar
av tekstinum við - sí demo
kratia.fo fyri meira kunning.
»Lutfallið millum kvinnur
og menn í kommunustýrum
er 28% kvinnur og 72 %
menn, sostatt er langt eftir
enn á mál fyri at røkka javn
støðu í demokratiskari um
boðan í kommunum.
Onkursvegna kann tað
tykjast sum nógv okkara
ikki hava nóg stórt álit á, at
kvinnur kunnu bjóða seg
fram sum umboð fyri ræðið.
30 kommunustýri eru í
Føroyum. Fyrst er at siga,
at í summum kommunum
stendur væl til við jøvnum
kynsbýti: Í Streymoynni eru
tað Kvívík, Tórshavn og Vest
manna, í Suðuroynni eru tað
Fámjin, Hov og Tvøroyri, og
í Norðoyggjum hava allar
kommunur uttan Viðareiði
javnt kynsbýti.
Demokratia hevur sent
fyrispurning út til komm
unur og politiskar flokkar
og spurt, hvønn dent tey
leggja á at tryggja javnbjóðis
uppstilling
á
listunum.
Framsókn,
Javnaðarflokk
urin,
Sambandsflokkurin
og Tjóðveldi hava svarað
spurningunum og nakrar
kommunur,
har
ongin
politisk uppstilling er.
Svarini eru í høvuðs
heitunum
positiv.
Vit
í
Demokratia
høvdu
ikki
væntað annað, so er bara
spurningurin,
hvørt
vilji
liggur aftan fyri orðini, og at
flokkar og fólk fara at gera
tað, tey kunnu, at tryggja
kvinnum pláss á listunum.
Greitt er, at flokkarnir hava
eina stóra ábyrgd at liva
upp til, ímeðan tað kanska
kann vera truplari at fáa
javnstøðu á listum, sum ikki
eru flokspolitiskir, av tí at
slíkir listar jú onga enda
málsorðing hava at liva upp
til.
Í Demokratia eru vit full
greið yvir, at tað kann vera
langt ímillum orð og gerð,
men okkara fyrispurningar
eru sendir út fyri at minna
á tann ójavna, sum er í nógv
um kommunustýrum, og
harvið vóna vit at skapa
meira tilvit, soleiðis at enn
meira verður gjørt fyri at fáa
javnvág í.
Fyrsta treyt má vera, at
kvinnur koma upp á listar
nar, tí annars kunnu tær ikki
veljast!
Kvinnur stillið upp! Gott
val!«
Stillettir skulu lokka
kvinnur í politikk
Listin hjá Norðoya Javnað
arfelag til kommunuvalið í
Klaksvík er liðugur.
Valevnini eru:
Petur Martin Hansen
Sólarn Isaksen
Gunnvá Tróndardóttir
Joensen
Signhild V. Johannesen
Tummas Lervig
Terja Ósá
Finnbjørn Vang
Hedvig Waagstein
Á býráðsvalinum í Klaksvík í
2012 fekk Javnaðarflokkurin
eittans umboð, Signhild V. Jo
hannesen.
Javnaðarflokkurin fekk
440 atkvøður, sum er 14,75
prosent av atkvøðunum.
Størsti flokkur í Klaks
víkar býráð er Fólkaflokk
urin, sum hevur 5 av temum
11 umboðunum. Tjóðveldi er
næsti flokkurin við 3 umboð
um, meðan Nýtt Sjálvstýri
hevur 2 umboð.
Fólkaflokkurin varð eftir
seinasta val settur uttanfyri.
Hinir
flokkarnir
skipaðu
samgongu uttan um Fólka
flokkin.
Sambandsflokkurin hev
ur einki umboð í Klaksvíkar
býráð.
Átta á javnaðarlista
num í Klaksvík
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin