Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SJÓNVARP Neli Heldarskarð Team Ninja Warrior verður lýst sum ein kapping, har lut­takararnir skulu klára seg ígjøgnum tað, ið verður lýst sum heimsins tor­før­ asta forða­breyt. Tað eru 24 lið við í kappingini, har trý eru á hvørjum liði. Ímillum øll donsku liðini er eitt føroyskt lið, ið stingur úr rúgvuni. Jan­us Jakobsen, Øssur Debes Eiriks­foss og Birita Poulsen lut­taka nevn­iliga eisini í kappingini. Teirra lið eitur “Team Søpapegøje”. Hevur altíð viljað roynt slíkt - “Team Ninja Warrior” er ein kapp­ ing, ið er ein útbygging av upp­runa­ kappingini "Ninja Warr­ior". Lut­ tak­ar­ir­nir stríðast ikki bert ímóti bananum, men ímóti hvørj­um øðrum eisini, sigur Janus Jak­obsen, sum er tann, ið meldaði føroyska liðið til kapp­ingina. Janus Jakobsen greiðir frá, at hann hann altíð hevur viljað roynt slíkt. - Eg havi altíð viljað roynt ein slíkan bana, og tí valdi eg at samla eitt lið saman. Eg valdi tey bestu, sum eg kom í tankar um, og meldaði okkum til, sigur Janus Jak­obsen. Kláraðu upptøkuroyndina Nógv vóru um boðið, ið vildu taka lut í kappingini, sum á fyrsta sinni verður sýnd í sjón­varp­inum hóskvøldið. Tí­skil máttu før­oy­ ingarnir standa eina upp­tøku­ roynd. - Vit sendu videoupptøkur av okkum inn til Kanal 5, og blivu vit síðani biðin um at koma til audition. Aftaná tað fingu vit boð um, at vit vóru sloppin við. Tað var sera stuttligt, sigur Janus Jak­obsen. Havnamaðurin, ið hevur gjørt um seg í føroyskum kurva­bólti seinastu árini, heldur, at tað hevur verið ein fyrimunur, at føroysku lut­takararnir hava íðkað ymsan ítrótt. - Birita Poulsen og Øssur D. Eiriksfoss eru bæði fim­leikarar. Eg sjálvur havi gjørt eitt sindur av hvørjum, sigur Janus Jakobsen. Janus Jakobsen sigur eis­ini, at tá ið hann skuldi velja sær eitt toymi, var hann ikki í iva. - Tá ið eg fekk at vita, at eg skuldi finna eitt toymi, hugsaði eg beinanvegin um Biritu og Øss. Eg veit, at tey eru skrøpp, so har var eingin ivi. Sleppur ikki at siga nakað um kappingina Sum vanligt er við slíkum kapp­ ingum, ið verða tiknar upp langt áðrenn tær verða vístar í sjón­varp­ inum, so sleppa lut­tak­ar­arnir ikki at siga nakað um gongd­ina í kapp­ ingini, áðrenn hon er víst í sjón­ varpinum. - Eg sleppi ikki at siga nak­að um kappingina sjálva, uttan, at tað var ótrúliga stutt­ligt at vera við til, og eg gleði meg at síggja kapp­ ingina í sjónvarpinum, sigur Janus Jakobsen at enda. Sendingin “Team Ninja Warrior” verður frumsýnd á Kanal 5 hós­ kvøld­ið klokkan 19. Føroyingar á danska sjónvarpsskíggjanum Hóskvøldið verða tey trý, Janus Jakobsen, Øssur Debes Eiriksfoss og Birita Poulsen at síggja á Kanal 5, tá ið tey taka lut í kappingini “Team Ninja Warrior”