Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BARNAKONUR Áki Bertholdsen - Nú haldi eg, at umstøður­ nar hjá barnakonum úr Suð­uroy og úr Sandoy, eru nøkt­andi, tá ið tær koma á Landssjúkrahúsið at eiga. Tað sigur Johnny í Grót­ inum, stjóri á Lands­sjúk­ rahúsinum. Nú føðideildin á Suð­ uroyar Sjúkrahúsið er stongd, fara barnakonur úr Suð­uroy til havnar at eiga á Landssjúkrahúsinum, á sama hátt, sum allar aðrar barna­konur í landinum. Men í hesum sambandi fáa barnakonur úr Suð­ur­ oy, úr Sandoy, og úr øðr­ um oyggjum, sum ikki eru landfastar við Lands­sjúk­ rahúsið, tilboð um at gista í Gestalonini á Lands­sjúk­ ra­húsinum. Gestalonin er í einum bygningini hjá Lands­ sjúkrahúsinum, á Eirar­garði, einar 300-400 metrar frá sjálvari føðideildini. Mælt verður til, at barna­ konur fara til Havnar eina viku áðrenn tær eru settar at eiga. Og vilja tær hava innivist í Gestalonini, er tað ljósmóðurin í Suðuroy, Sand­ oy, ella haðani barna­kon­ urnar annars eru, sum skulu syrgja fyri at bíleggja pláss og at øll viðurskifti eru greið. Barnakonur eru væl­ komnar at hava familjuna við, tí pláss er bæði fyri maka og børnum. Tær skulu rinda 300 krón­ ur í depositum fyri lykilin, men tað fáa tær aftur, tá ið lykilin verður latin inn aft­ur. Annars er gistingin ókeyp­is, men vilja maki og børn verða verandi í gesta­ lonini eftir at barnið er føtt, rindar makin 200 krónur um dagin og børnini rinda 50 krónur um dagin fyri teir dagarnar. Fýra íbúðir Í Gestalonini eru tvær íbúð­ ir, eru nýliga gjørdar ístand, men nú um vikuskiftið, er ein høvuðsumvæld íbúð tøk afturat, og í næstu viku, verður aftur ein høvuðs­um­ væld íbúð tøk. Tá hava vit fýra ný­ um­vældar íbúðir tøkar til barnakonur, og tá átti tað ikki at komið fyri, at ein barnakona ikki fekk eina íbúð at vera í fyri seg sjálva, ella saman við familjuni. Íbúðurnar eru 55 fer­met­ rar, og har er køkur, stova, wc, baðiverilsi og tvey køm­ ur. Harumframt er ein viku­ skiftissong tøk til børn um vikuskiftini. Har er alt inni, og tað er heldur ikki neyðugt at hava seingjarklæði ella handklæði við, men vaskimaskina og turkitrumla eru felags. Johnny í Grótinum sig­ ur, at tá ið tvær íbúðir vóru til taks, kom tað fyri onkra hendingaferð, at ein barnakona ikki fekk eina íbúð. Men tað átti ikki at kom­ið fyri, nú tey hava fýra íbúðir og sum heild heldur hann, at nú eru umstøðurnar nøktandi. Men skuldi tað heilt óvænt­aða kortini hent at allar íbúðirnar eru upp­tik­ nar, hava tey eisini kømur til taks til barnakonur. Í Gestalonini eru trý tvey­ mans­kømur og 14 einmans­ kømur til taks, men er talan um eina familju, kunnu tey fáa fleiri kømur, so at tað ikki verður alt ov trongligt. Tveymanskømurini eru 22 fermetrar til støddar, og einmanskømurini eru 11 fermetrar, men tey hava so felags wc, baðiverilsi, køk og stovu. Annars ber til at keypa mat í matarhøllini hjá Lands­sjúkrahúsinum ella í mat­ar­høllini niðri á sjálvum sjúkra­húsinum. Og hava barnakonur nak­að ivamál tá ið tær eru kom­nar til Havnar, eru tær væl­komnar at seta seg í sam­ band við Gigni, tí avtala er við Gigni um at veita ráð­geving og hjálp, har tað er neyðugt. Annars geva myndirnar eina ábending um, hvussu um­støðurnar eru í gesta­ lonini. BARNAKONUR ÚR SUÐUROY OG SANDOY FÁA BETRI UMSTØÐUR Í næstu viku hava vit fýra íbúðir til taks, og tá átti tað ikki at komið fyri, at ein barnakona úr Suðuroy, ella úr Sandoy, ikki fekk eina íbúð fyri seg sjálvan og familjuna, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum Hendan loftmyndin vísir, hvar Gestalonin er aftur ímóti Landssjúkrahúsinum. Landssjúkrahúsið er niðast í høgra horni, og Gestalonin er frámerkt ovaliga, vinstrumegin. Tað eru ímillum 300 - 400 metrar at ganga ímillum