Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HEILSUVERKIÐ 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105 Barbara Holm A t vera barnakona í Suð­uroynni er ikki bara sum at siga tað í dag. Føðideildin er stongd, tí fakligu tilmælini eru, at tað ikki er ráðiligt at lata kvinn­ur føða á Tvøroyri. Tað merkir, at barnakonur skulu til Havnar nú eina viku áðrenn termindagin. Men í Havn eru bara tvær íbúð­ir, sum Gesta­lonin hjá Landssjúkra­húsi­num kann bjóða barna­konum og familj­ um teirra. Tær báðar íbúð­ irnar eru upptiknar – helst fram til mánaðar­skifti sept­ em­ber/oktober. Bjarma Lis­ berg úr Hvalba skrivaði seg upp til íbúð í mai mánaði, so at hon, maðurin og báðar døt­ur teirra skuldu fáa eina íbúð at vera í fram til barnið kom í verðina. Í síðstu viku fekk Bjarma tó at vita, at einans eitt kam­ ar er tøkt til hennara. Tað fekk hon at vita, tí hon ringdi til sjúkrahúsið í øðrum sam­ an­hangi, og har fekk hon at vita, at tað ikki varð pláss fyri, at hon fekk eina íbúð. - Eg spurdi, um tey kundu stilla meg um til onkran, sum kundi hjálpa mær at finna eina aðra loysn, men har var eingin, sum kundi hjálpa. Tað er eingin hjálp at heinta, sigur Bjarma Lisberg. Tað merkir, at hon fríggja­dagin skal til Havnar, men enn veit hon ikki, um maðurin og døturnar kunnu koma við. Tey hava fing­ ið í boðið at fáa eina song aftrat inn á kamarið á Gesta­ lon, men Bjarma dugir illa at ímynda sær, at tey fýra kunnu húsast í einum kam­ ar­ið og deila ves og køk við fleiri onnur. - Eg fái heldur ikki at vita, hvussu nógv onnur fólk eru har. Eru tað bara nøkur fá vit deila køk og ves við, ella eru tað fleiri. Tað vita vit ikki, sigur Bjarma Lisberg. Strongd og bangin Síðsta tíðin í einum grav­id­ iteti skal helst nýtast til at slappa av, hugna um heima og gera til reiðar til, at barnið kemur í heimin. Men hetta hevur Bjarma ikki stund­ir til. Ístaðin fer hvør løta við at kanna, hvussu tey skulu bera seg at. Skulu tey royna øll at fara í eitt kamar? Skal maðurin koma við, meðan børnini verða verandi har suðuri? Og í so fall, hvør kann so ansa eftir teimum? Ósvaraðu spurningarnir tyngja hjá kvinnuni, sum um smáar tvær vikur hevur termin. - Eg havi gingið leingi yvir við hinum báðum, so eg síggi fyri mær, at eg skal vera í Havn undir hasum umstøðunum í tríggjar vikur, sigur Bjarma Lisberg. Hon kennir seg strongda og óttafulla. Ikki minst tí, at hvat nú, um hon fær verkir áðrenn hon sleppur til Havnar. - Fríggjadagin var ódnar­ veður og eg var lívsfor­skrekt fyri, hvat kundi henda mær og barninum, um eg fekk verkir hendan dagin, sigur Bjarma Lisberg. Hevði hon verið send umborð á Smyril og skuldi føða har? Ella var onkur lækni, sum kundi taka ímóti barninum í Suðuroynni? - Eg kenni tað sum, at eing­in tryggleiki er fyri barna­konur í Suðuroynni. Tað kennist sum, at eingin vil hjálpa okkum so, at vit í tað minsta kunnu kenna okkum tryggar, sigur Bjarma Lisberg. Hon hevur einki ímóti at fara til Havnar at føða. Hon er tó av teirru fatan, at hesin ótryggleikin, sum spjaðir seg millum kvinnur í Suðuroynni er minst líka ótryggur sum føðideildin var. - Tað kann ikki vera rætt, at vit skulu kenna okkum so óynsktar og ótryggar av skipanini. Tað kennist einamest sum, at tey á Lands­sjúkrahúsinum bara vilja hava okkum at búgva hjá familju ella sjálvi finna útav tí. Eg skilji ikki, hví Landssjúkrahúsið ikki kann leiga eina íbúð ella hús til tær barnakonur, sum ikki sleppa inn í íbúðir á Gestalonini, sigur Bjarma Lisberg. Júst nú eru tær tvær kvinnur í Hvalba, sum eru í somu støðu. Báðar skulu tær til Havnar innan eina viku, og hvørgin teirra veit, hvat støðan fer at enda við. - Eg ætlaði upprunaliga at fara einsamøll til Havnar at eiga, men skrivaði meg upp til eina íbúð. Og nú tað nærk­ ast er tað eisini ein ræðandi tanki, at eg skal fara sjálv norður til Havnar í upp til tríggj­ar vikur. Samstundis haldi eg tað vera skeivt, at eg og maðurin skulu fara undan børnunum í fleiri vikur, sigur Bjarma Lisberg. Hvussu er og ikki, so ætla Bjarma og maðurin at fara til Havnar fríggjadagin við børnunum og bara vóna tað besta. - Kanska fer hann suður aftur við teimum og kemur norð­ur aftur. Eg veit satt at siga ikki, hvat hendir næstu dagarnar, sigur Bjarma Lis­ berg. - EG ERI SLEPT UPPÁ FJALL Barnakona í Hvalba Bjarma Lisberg skal til Havnar at bíða eftir barninum fríggjadagin. – Eg kenni meg púra slepta á fjall.