Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 12 - KOMANDI ÁRI VERÐUR STRÍG Árni Gregersen Í morgin er eit ár síðani sit­ andi samgonga millum Javn­ að­arflokkin, Tjóðveldi og Fram­sókn tók við landsins stýri. Aksel V. Johannesen, løg­ maður, er væl nøgdur við pol­itisku gongdina hetta árið. Hann sigur, at tað hev­ ur eydnast samgonguni at viðgera øll tey mál, sum hon hevur sett sær fyri. - Eg veit væl, at vit ikki eru komin á mál við øllum, men vit hava sett alt í gond, sum vit lovaðu, sigur hann. Hann vísir til, at arbeitt hevur verið við einum meira tíðarhóskandi Føroyum. Har er ein hægri barnafrádrátt­ur ávegis til børn undir skúla­ aldur og barsilsloyvið er longt við seks vikum. Setrið hevur fingið nýggj­ ar útbúgvingar og lest­rar­ stuð­ulin verður øktur. Í ár fingu 409 ung tilboð um at lesa á Fróðskaparsetrinum. Í útbúgving er eisisini ein ítrótt­arháskúli farin at virka í Vági, umframt at tað nú ber til at lesa FHS í Suðuroy. Samgongan setti sær eis­ini fyri at gera Føroyar grøn­ari. Vegskatturin verð­ ur umlagdur til umhvørv­is­ gjøld. Harumframt er ætlanin at finna eina grøna loysn til at hita nýggja miðnámsskúlan Glasir við. Endaliga er enn ikki avgjørt, hvussu hetta verð­ur gjørt, men semja tyk­ ist í samgonguni hóast alt vera um, at loysnin skal vera grøn – annaðhvørt jarðhiti ella fjarhiti. Betri vinnukarmar Hendan samgongan hevur eisini sett sær fyri at gera vinnukarmarnar betri og rættvísari. Alivinnan rindar nú eitt tøkugjald fyri hvørt kilo av laksi. Hetta verður roknað sum eitt gjald fyri at ali­ vinnan hevur fyrsta­rætt til firð­irnar, sum eru egn­aðir til aling. Eisini er ásett eitt hægri til­feingisgjald fyri upp­sjóv­ ar­fiskin. Løgmaður leggur aftur­at, at royndaruppboðssølan av kvotum í Barentshavinum og av rættindum til upp­ sjóvarfiskin hevur givið eina virðismikla vitan. Vinnumálaráðið hevur eisini sett ein arbeiðsbólk, sum skal endurskoða alla alilógina. Meðan hendan sam­gong­ an hevur sitið, eru eisini broytingar hendar í mat­ vørulógini. Hetta so at til­ber at selja føroyskar mat­vørur í Føroyum uttan at tær skulu vera undir sama eftirlitið, sum matvørur, sum verða seldar av landinum. Undanfarnu samgongur minkaðu um orkuna hjá Arb­ eiðseftirlitinum, men hetta verður nú styrkt eitt sindur aftur.. Og hóast onki er broytt, so hevur hendan sam­gong­ an orðað ein politikk fyri skapandi vinnurnar og gjørt tað eitt sindur lætt­ari at stovna og reka vinnu­fyri­ tøkur í vinnu­felagsformi. Útjaðarin Sjálvt um tað ferð eftir ferð verður sagt, at alt verður gjørt í miðstaðarøkinum, so vísir løgmaður á, at sam­ gongan ikki hevur gloymt út­jaðaran. - Vit hava sett fleiri túrar, bæði á Suðuroyarleiðini og á Sandoyarleiðini og Við­ar­ eiðistunnilin er latin upp, sigur løgmaður. Næsta berghol verður tað nýggja holið, sum skal ger­ ast millum Hvalba og Trong­ isvág. Hann vísir eisini á ítrótt­ arháskúlan í Suðuroy og FHS í Suðuroy. Í Svínoy er lendingin útbygd og á Kramba­tanga eru ábøtur gjørdar í samferðsluhavnini har. Hendan samgongan legg­ ur stóra áherðslu á, at Før­ oyar gerast meira sam­halds­ fastar enn tær hava verið. - Vit hava tryggjað tí sum vit lovaðu, at lág- og miðallønt fingu ein skatta­ lætta og vit hava tryggjað, at pensjonistar fáa eitt størri útgjald, sigur løgmaður. Hann leggur eisini dent á, at nú fer økispsykiatriin kring alt landið at virka. Gongd kemur á í Vágum og í Suðuroy í ár, sigur løgmað­ur. - Samanumtikið eru vit komin langt á leið, men tey stóru málini eru eftir at loysa Árni Gregersen Ferðin á føroyska búskap­ inum er høg í løtuni og alt bendir á, at 2018 verður árið við flestu íløgunum og flestu stórarbeiðum. Hetta ásanna almennu myndugleikarnir og politiska skipanin og tí verður hildið eitt vakið eyga við um tað ber til at toyggja nakar av íløgunum yvir longri áramál enn upprunaliga ætlað. Aksel V. Johannesen, løg­maður, hevur júst verið saman við landsstýrinum, har seinastu rættingarnar vóru gjørdar í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár. - Vit halda fast um, at hækk­ingin í útreiðslunum ikki mugu vera meira enn 1,8 prosent, sigur løgmaður – og væntar at hetta fer at lata seg gera. Ein stórur partur av hækk­ingini, 0,9 prosent, koma av teimum lønarhækk­ ingum, sum longu eru avtal­ aðar. Íløgurnar fyri komandi ár eru settar til 280 milljónir krónur, men hetta verður møguliga nakað lægri. - Tað sær út til, at 2018 verð­ur eitt ár við sera nógv­ um íløgum – bæði almennum og privatum, so vit hyggja í løtuni eftir um tað ber til at toyggja nakrar av hesum íløgunum, sigur løgmaður. Stóru almennu íløgurnar eru Glasir og H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum. Har­ um­framt er ætlanin at fara undir at gera nýtt berghol til Hvalbiar. Men talan er eisini um aðrar stórar almennar íløgur, sum ikki beinleiðis eru undir landinum. Fyrst og fremst tunnlarnir millum Streymoynna og Eysturoynna og Streym­ oynna og Sandoynna. Havna­út­byggingin í Havn er ein risa­íløga og tað sama eru íløg­ur­nar hjá SEV, IRF og Før­oya Tele. - Hetta eru stórar íløgur, tí arbeiða vit við at kann,a um tilber at toyggja hesar íløgur nakað, sigur løgmaður. Avlop Mett verður, at avlop verður á fíggjarlógini í ár, um tað kortini ikki verður so stórt. - Búskaparráðið metir, at vøksturin í búskapinum í ár verður 8,5 prosent. Tá ið vøkst­urin er so ógvusligur, so eigur eisini eitt munagott avlop at vera á fíggjarlógini og tað arbeiða vit eisini fram ímóti, sigur Aksel V. Johan­ nesen. Virðið av føroyska útflut­ ninginum er nógv vaksið hesi seianstu árini, men iva­ samt er, um hesin vøkstur fer at halda fram. Partvís tí kvoturnar av uppsjóvarfiski broytast ár um ár, men eisini tí at laksa­ prísirnir hava verið so høg­ir, at ivasamt er at vita um teir framhaldandi fara at halda sær á so høgum støði. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, segði herfyri á almennum fundi í Bank Nordik, at alt bendir á, at prís­irnir á laksi fara at halda sær í hvussu so er fyrra hálvár næsta ár. - Tað er ikki altíð lætt at stýra, tá ið tað gongur væl fíggj­arliga, men vit mugu síggja í eyguni, at fyrr ella seinni kemur vend í og tá ræð­ur um ikki at verða tikin av bóli, men hava lagt uppfyri hesum, sigur løg­ mað­ur. Aksel V. Johannesen sig­ ur, at tá ið tað gongur væl í samfelagnum, so kemur eitt nógv størri trýst á almennu skipanina. Øll vilja, at júst teirra økir skulu upp­rað­ festast. - Og tað er í hesum før­um tað ræður um at vísa fíggj­ arliga ábyrgd, leggur hann afturat. Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105 Í morgin er eitt ár, síðani hendan samgongan tók við – løgmaður nøgdur við gongdina Íløgurnar í samfelagnum geva búskapinum ov høga ferð – og hetta skal helst lækkast nakað FERÐIN Á BÚSKAPINUM SK