Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá Óla Hendrik av Fløtum Tórshavn, ættaður úr Fuglafirði doyði og varð jarðaður. Takk til tykkara, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Somuleiðis takka vit tykkum øllum, sum fylgdu honum til gravar og tykkum, ið mintust hann við at lata minnisgávu til Zarepta. »Tú leiðir meg eftir ráði Tínum, og síðani tekur Tú meg upp í dýrd«. Sálmur 73,24. Vegna tey avvarðandi Hans, Andrew, Maud og Dorrit Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sylvia Sivertsen Klaksvík f. 05.01.30 d. 25.12.2015 andaðist og varð jarðað. Takk til Norðoya Røktarheim og Klaksvíkar Sjúkrahús fyri tiðina, hon var har. Takk fyri lívgandi orð á kapellinum og í Betesda. Takk til spælara, berarar og góða hjálp í samband við jarðarferðina, og takk til tykkum sum bakaðu. Takk fyri blómur og kransar og minnisgávu til Zarepta og til tykkum mongu sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul Elsa, Jenny, Birgir og Símun Pauli Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Johannes T. Lydersen f. 03.07.1922 d. 07.08.2016 andaðist og varð jarðaður Vit takka familju og vinum, ið vitjaður, og vóru um hann í hesi sváru tíð. Tøkk til stravsfólkið á Gerðisgarði, sum vóru um hann síðsta árið. Tøkk til Bøgesvang fyri góð orð í kirkjuni. Tøkk til sangarar, gravarar, organist og klokkaran. Tøkk fyri blomstur og kransar. Tøkk fyri peningargávur til Gerðisgarð. Tøkk til tykkum mongu, ið bakaðu og hjálptu til við ervið. Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Ingrid, Ann og Unn VETRARVENJINGIN 2016/17 BØRN 5 TIL 14 ÁR Árgang Stað Dagur Tíðspunkt 2007 - 2011 Sankta Frants Skúli Sunnudag kl. 14.30 til 15.15 2006 - 2008 Eysturskúlin Týsdag kl. 16.00 til 17.00 2002 - 2006 Eysturskúlin Týsdag kl. 17.00 til 18.00 2002 - 2006 Tórsvøllur Portur A Hósdag kl. 17.00 til 18.00 Sprinta, leyp og kasta við Tóra og Steinolvi KAST, SPRINT OG LOP, ÁRGANG 2002 OG ELDRI Mánadag kl. 17.00-18.30 á Tórsbreyt (primert sprint/lop) Týsdag kl. 18.00-19.30 á Tórsbreyt (primert kast) Mikudag kl. 16.30-18.00 á Tórsvølli (primert lop/sprint) Hósdag kl. 18.00-19.30 á Tórsbreyt (primert kast) Fríggjdag kl. 17.00-19.00 í fimleikahøllini í Eysturskúlanum (almen fysisk venjing) Leygardag kl. 13.00-14.30 eginvenjing á Tórsbreyt MIÐ OG LANGTEINAR, ÁRGANG 2002 OG ELDRI Renning fyri byrjarar Mánadag kl. 17.00 Intervall og kvalitetsvenjing Mikudag kl. 17.00 Langtúrur Sunnudag kl. 10.00 Møtt verður á Tórsbreyt Venjingin byrjar 2. oktober. Lýsing av liðunum og vegleiðing um tilmelding er á www.hvirlan.fo Melda til á hvirlan.fo Grafix 504251