Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 175 - 15. september 2004 Nr. 175 - 15. september 2004 11 HB fólk, núverandi sum fyrrverandi spælarar, stuðlar og viðhaldsfólk, hava nakað at gleðast um í hesum døgum, í hesum árinum. Eitt er stóri rundi 100 ára føðingardagurin. Eitt annað er meistara- heitið, sum varð vunnið í Gundadali sunnudagin. So ein kann loyva sær at ynskja hesum fræga ítróttar- felag ikki bert tillukku men fleirfalt tilukku. At vinna FM-heitið tríggjar ferðir á rað er eisini eitt roysnisbragd. Og so at vinna tað í føðingardags- árinum og entá langt áðrenn kappingin er lokin, er ikki minni bragd. Tað lýsir av vilja, treiskni og dugnasemi. Og ikki nokk við tí. Enn ein sigur hjá HB er kapp- ingin um at hava vunnið flest meistaraheiti gjøgnum tíðina. Á sjálvari málstrikuni, á 100 ára degnum hjá HB og KÍ megnaði havnaliðið at yvirhála norðingar. HB kann breggja sær av at hava vunnið 18 meistaraheiti í bestu deildini í síni livitíð, tilsamans 18 ímóti teimum 17 hjá KÍ. Taka vit samanum, so hava vit nógv at ynskja HB tillukku við. Hvat føðingardagsgávuni viðvíkur á 100 ára deg- num, so hevur eitt vælspælandi og viljasterkt HB-lið sjálvt latið felag sínum ta bestu gávuna, nevniliga FM-heitið. Tað kann eingin gera betur. Eisini vit á Sosial- inum ynskja HB hjartaliga tillukku við 100 ára føð- ingardegnum og FM-heitinum og øllum hinum heit- unum. DAGSINS MEINING Sosialurin Fleirfalt tillukku til HB Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. VIRÐISLØN Hósdagin 16. september klokkan 17 handar Tórs- havnar kommuna Mentan- arvirðislønir M. A. Jacob- sens í Sjónleikarhúsinum. Í 1958 var fyrsta árið, at virðislønin var latin, og heitið tá var Bókmenta- virðisløn M. A. Jacobsens. Í 1996 samtykti Tórhavnar kommuna eina nýggja reglugerð og broytti tá heit- ið til Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens. Sambært nýggju reglugerðini kann nevndin lata tríggjar virðis- lønir, fyri ávikavist fagur- bókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik. Nevndin hevur eisini heimild til okkurt árið ikki at lata onkra av virðislønunum. Í nevndini fyri Mentanar- virðislønir M. A. Jacobsens eru fimm limir. Teir verða valdir fjórða hvørt ár, tá nýtt býráð er valt og skipað. Kommunan velur tríggjar limir, og í hesum skeiðnum eru teir: Egon Hansen, Erling Isholm og Jákup Jacobsen. Fróðskaparsetrið velur ein lim, sum í løtuni er Turið Sigurðardóttir, og Rithøvundafelagið ein, Gunnar Hoydal. Eingin formaður er í nevndini. Fastur skrivari er býarbóka- vørðurin, Anna Brimnes. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1976. Í nevndini fyri hana eru fimm limir. Fastur limur er barnabókavørðurin á Býar- bókasavninum í Tórshavn, Malan Hilmarsdóttir, sum eisini er skrivari, ein limur valdur av Felagslærara- ráðnum við kommunalu skúlarnar í Tórshavn, Her- vør Jákupsson, tveir limir, valdir av Tórshavnar kommunu, Poulina Slætta- nes og Arnbjørn Dalsgarð. Formaðurin í mentamála- nevnd Tórshavnar komm- unu er fastur formaður í nevndini. I hesum skeið- num er tað Heðin Morten- sen. Tvær virðislønir kunnu latast, men nevndin hevur eisini heimild til bert at lata eina ella onga, og í ár verður eingin latin. M. A. Jacobsens virðislønir handaðar hósdagin Fríggjadagin og leygardagin hittast 400 fólk, sum starvast við børnum, í Norð- urlandahúsinum. Tey skulu tosa um trivnað hjá børnum RÁÐSTEVNA Tíðindaskriv Talan er um starvsfólk á dagstovununum, heilsu- systrar, sosialráðgevarar, kommunal- og lands- politikkarar, barnaverndir og onnur, sum hava áhugað fyri evninum. Umframt føroyskar fyri- lestrarhaldarar, so eru stór nøvn á danska barnagarðs- økinum heintaði heim til ráðstevnuna. Kend fólk sum Margrete Brun og Erik Sigsgaard fara at siga frá teirra arbeiði og teirra royndum. Margrethe Brun Hansen, sum er útbúgvin námsfrøð- ingur og sálarfrøðingur, fer at tosa um bók hennara: "De kompetente forældre." "Sig mær hvussu foreldur tykkara eru, og eg kann siga tykkum, hvussu tit eru." skrivar høvundurin í formælinum. Nógv børn hava tørv á foreldrunum, ið vilja og tora at vera við- leikarar í teirra gerandis- degi. Hon fer at viðgera spurningin um stovnurin skilir tað nýggja ættarliðið av foreldrum. Erik Sigsgaard, sum er ein kendur fyrilestrahald- ari, og sum hevur gjørt nógvar kanningar av børn- um, hevur skrivað bókina: "Skæld ud." Hjálpir at skelda og hvørji árin hevur hetta á børnini. Størsta takið á barna- garðsøkinum í Føroyum seinastu mongu árini hevur verið at nøkta tørvin á barnagarðs og vøggustovu- plássum. Nú hetta mál er við at vera rokkið, er tíðin komin at venda prátinum inn á, hvat ein góður stovn- ur er fyri nakað. Hvørji krøv verða sett fakliga til barnaansingina? Hetta fer Erik Sigsgaard at geva eitt boð upp á í sínum fyrilestri. Eisini fara føroysku Minna Poulsen og Jóngerð Poulsen, heilsufrøðingar at siga sína hugsan um for- eldraførleika. Marjun Niel- sen, sálarfrøðingur, fer at umrøða evnið: "Sálarliga umhvørvið á dagstovnum." Tonja Ziskasson, sosial- ráðgevi, og Jórun Niclasen, sernámsfrøðingur, fara at røða um fráboðanarskyldu /tagnararskyldu í dagliga samstarvinum við foreldur og aðrar samstarvsfelagar. Ráðstevnan byrjar klokk- an 08:30 báðar dagar, og ráðstevnan er fullteknað. Bjørt Samuelsen, tíðinda- kvinna, heldur skil á. Stór ráðstevna um trivnað hjá børnum Tveir eru kostirnir Jógvan Arge býráðslimur í Havn Ikki lukkuligt sum tann sjálvútnevndi býarpræsidenturin fekk ilt, nú tann ætlaða glorian um barnaans- ingina fekk eina skeinu upp undir sannleikans tíma. Havi ikki sagt annað enn tað, sum Heðin Mortensen sjálvur váttaði í útvarpinum seinasta fríggjakvøld. Hann segði, at leiðarin á einum barnaansingarstovni fekk tveir kostir í at velja. Antin tók hon fleiri børn inn, enn vanligt hevur verið, ella misti hon tveir petagokar. Hvørgin kosturin var mjúkur. Báðir gingu út yvir børnini og starvs- fólkini, og hon hevur ivaleyst eftir bestu sannføring valt tann minst ringa. Men eg ivist ikki í, at hon hevur kent seg eins og maðurin, sum á sinni fekk kostirnar: Vilt tú verða hongdur ella skotin? Úrslitið er tað sama í báðum førum. Børnini á ansingarstovninum fáa ikki somu umsorg- an, sum tey higartil hava kunnað fingið. Kundi ikki funnið upp á at lagt umsit- ingina undir at hava lagt hetta til rættis. Ivist onga løtu í, at tað er tann politiska leiðslan, sum stendur aftanfyri við tí enda- máli at vilja sleppa at pussa gloriuna skjótari enn gott er. Framtøk og ábøtur í barnaansingarmálum hevur verið ein felags sak hjá øllum býráð- num hesa setuna. Stendur tað til okkum, verður eisini soleiðis í framtíðini. KRONIKK Óli Samró Den Haag 10. september 2004 Í síðstu viku ferðaðist eg úr Hollandi til Íslands og endaði í Hirtshals til norð- urlendska ráðstevnu um fiskivinnuskipanir. Alt samskiftið á hesi strævnu ferð í Norðurlondum var á enskum! Hetta er ein persónlig kronikk í tveimum pørtum, skrivað umborð á flúgvar- um og vøkunætur á hotell- um. Við grundarlagi í mær sjálvum og børnum okkara, vil eg viðgera málsligu for- treytirnar, vit føroyingar hava fyri at taka lut í altjóða og norðurlendskum sam- starvi. Í seinni grein vil eg gera viðmerkingar, til hví, eg meti vit eru so dyggiliga hektaði av menningini á altjóða leikpallinum. Skulu vit hava møguleika at fylgja við, er neyðugt, at fjøldin er stinn í enskum. Danskt kann ikki brúkast. Mítt uppskot er at býta enskt og danskt um í skúla- num, so danskt verður triðja mál og enskt næsta mál. Hetta er ikki ein kritikkur av føroyska skúlanum ella føroysku lærarunum, ið vit sum heild einans hava gott at bera. Eg vóni at henda kronikk kann elva til kjak millum lærarar og millum tey, sum eru framsøgufólk í polit- isku flokkunum. Enskt í skúlanum er eitt álvarsmál. Føroysk foreldur kunnu ikki í dag bjóða sínum børnum so vánaliga frálæru í enskum! Millum iranar, polakkar og indarar. Síðsta summar byrjaðu okkara børn á »Internatio- nal School of the Hague«, Hanus tá 15 ár, Tummas tá 12 ár og Súsanna tá 9 ár. Trý vanlig føroysk børn, sum øll kláraðu seg væl í skúlanum. Áðrenn skúlin byrjaði, høvdu tey verið til upp- tøkuroynd, og vóru øll trý endað ein klassa undir javnaldarnar. Við øðrum orðum vóru tey sum heild eldst í sínum flokki, og var tað væntað, tá børnini byrja um 4 ára aldur í »Inter- national School«. Tá skúlaárið byrjaði, blivu flokkarnir býttir eftir, hvussu stinn tey vóru í enskum. Harafturat var ein minni bólkur við serundir- vísing til tey, sum ikki kláraðu at fylgja við. Í hes- um bólkinum endaðu okk- ara børn millum børn frá t. d. Kuba, Egyptalandi, Pó- landi og frá Iran. Hanus tó so vánaligur, at skúlin ikki metti hann føran at læra annað týðandi mál, t. v. s at hann ikki kundi ikki fáa frálæru í fronskum, týskum ella sponskum. Børnini úr nærum øllum hinum londunum høvdu havt enskt í skúlanum í minst trý ár meira enn okk- ara børn! Vit vistu, at øll undirvís- ingin og lærutilfarið er á enskum. Hetta hildu vit ikki fór at vera nakar trupulleiki - men vit tóku feil. Eg tori beskeðin at siga, at í føroyska skúlan- um mundu okkara børn teljast millum tey stinnastu í enskum í teirra árgangi! Tey hava havt allan møgu- leika fyri at duga enskt. Tey hava ferðast, lisið, spælt telduspøl o. s. fr. á enskum, síðan tey vóru smá. Eg eri hvørja ferð vánaligast Ringasta eg veit er at tapa og vera vánaligast. Men satt at siga havi eg ikki tikið lut í nøkrum altjóða kjak- paneli, hildið fyrilestur o. t. uttan at vera tann vána- ligasti til at nýta enskt. Eg dugi ikki nóg væl at vera beinrakin, eg má steðga á við: »What is it called in english«. Eingin uggi er í, at tað sama er galdandi fyri nærum allar hinar føroying- arnar, eg havi hoyrt tikið lut í altjóða kjaki. Sum heild eru íslendingar, norðmenn, danskarar, svenskarar, hollendingar, týskarar o. s. fr. ein klassa framman fyri okkum føroyingar í ensk- um. Fyritreytirnar hjá mær og børnunum Lat meg beinanveg gera greitt, at mál ikki er mín sterkasta síða! Mítt enska byrjaði í 6. flokki í Hoyvíkar skúla. Í real hevði eg enskt hjá frá- líkari lærarinnu á Eystur- skúlanum. Mín enska und- irvísing tók ein bráðan enda longu aftaná 1. G á matematisku deild í Hoy- dølum. Hetta var enski førningurin, eg hevði við mær frá føroyska skúla- verkinum, tá húgvan var komin á høvdið í 1982. Tá eg stovnaði mítt egna virki í 1991 var fyrsta íløgan hjá mær ein máni intensivt málskeið í ensk- um niðri í Torquay í Suður- onglandi - helst lutfalsliga størsta men skilabesta íløgan eg havi gjørt. Ein summarferia og kr. 45.000 er nógv við nýggjum hús- um, nýútbúgvin við lestrar- skuld og við tá tveimum smádreingjum - 0 og 3 ár. Tað syrgiliga er, at um- støðurnar hjá mínum børn- um at læra enskt í føroyska skúlanum eru lítið og einki batnaðar. Føroyar hava valt enskt til triðja mál! Við at halda fast um danskt sum næsta mál hava Før- oyar aktivt valt enskt til triðja mál. Sjálvur hevði eg danskt í 10 ár frá triðja flokki til 3. G. Alt frá at læra danskt frá botni til tulkingar av skaldskapi. Hjá mær eins og børnun- um er danskt lært sum fyrsta fremmanda mál! Ísland heystar nú fyrimunirnar av at hava valt enskt Í Íslandi er eingin ivi um, at enskt er teirra næsta mál. Kanska er tað høvuðsfrá- greiðingin fyri, at íslendski búskapurin og íslendska vinnulívið seinastu fimm árini er lopin avstað í risa- fetum. Íslendingar sum heild duga eins væl enskt sum vit danskt. Hinvegin duga teir ungu íslendingarnir sum heild illa ella als ikki danskt. Íslendsku vinnu- lívsfólkini, eg kenni, hava altjóða útbúgvingar alla- staðni frá í verðini - Boston, Florida, London, Tromsø, Keypmannahavn o.s.fr. Fyri íslendingar er sam- skifti við útheimin eingin trupulleiki, fólkið dugir enskt. Danskt avmarkar menningarførleikan Í Føroyum verða nógv orka nýtt til at læra danskt. Men danskt kann ikki nýtast til nakað sum helst. Skulu børn og ung koma nakra leið í lívinum, er enskt ein fyritreyt. Danskt verður ikki ein gang nýtt á donsk- um lærustovnum. Neyvan kemur lækni, búskapar- frøðingur ella annar frøð- ingur - lógfrøðingar undan- tiknir - út frá hægri læru- stovni, uttan at lærutilfarið er á enskum. Tað ringasta av øllum er, at vánaligi enski førleikin hevur gjørt, at nærum eing- in føroyingur tekur útbúgv- ing uttan fyri danska skúla- verkið. Harvið verða Før- oyar fráskornar frá at fáa ein blandaðan altjóða før- leika. Eftir stendur ein stórur massi, sum øll hava útbúgving frá sama sam- felagsleistinum - lisið somu bók. Hesin sannleiki og veikleiki er sera sjónligur í Føroyum í dag! »Happy End« Sum foreldur er avgerandi at geva børnunum betri møguleikar og førleikar, enn ein sjálvur fekk. Ongantíð hava vit sum foreldur verið so stolt, sum tá vit vóru til foreldravið- talu, tá seinasta skúlaárið endaði. Lærararnir kundu allir sum ein greiða frá trimum frálíkum børnum. Eitt var, at tey dugdu sítt fak. Men avgerandi var, at tey øll trý høvdu sosialt medvit og høvdu positiva drívmegi. Okkara børn høvdu eitt gott ástøði - bara ikki í enskum. Børnini duga øll trý flótandi enskt í dag. Nú, eitt ár aftan á gongur enskt førleikin og málførleikin í familjuni sum heild eftir aldri, Súsanna dugir best, meðan eg dugi ringast! Býtið enskt og danskt um í skúlanum Óli Samró C M Y K 11 10