týsdagur 13. september 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105
Sosialurin
Smæran hevur opið hús
Nýggi bygningurin hjá
Starvsmannafelagnum, Smæran, í J. H.
Schrøtersgøtu 7 í Havn, verður alment tikin í
brúk fríggjadagin 16. september.
Í hesum sambandi verður almenn móttøka í
húsinum kl. 14.00 til 17.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Starvsmannafelagið
Fuglafjarðar
Kommuna
LEYS STØRV Í FUGLAFJARÐAR KOMMUNU
Starvsfólk til dagstovnin
Stropan á Kambsdali,
at byrja 15. oktober 2016
Talan er um 2 størv
Eitt 40 tíma starv ætla námsfrøðingi, at byrja 15. oktober
2016.
Eitt 40 tíma tíðaravmarkað starv ætla námsfrøðingi, frá 01.
oktober 2016 til 30. september 2017.
Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk fyribils sett
í størvini.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Siggu
Óladóttir Joensen, leiðara á telefon 238041 ella stropin@
fuglafjordur.fo
Starvsfólk til dagstovnin
Barnalund í Fuglafirði,
at byrja 1. oktober 2016
Talan er um 1 starv
Eitt 30 tíma tíðaravmarkað starv ætlað námsfrøðingi, frá 01.
oktober 2016 til 01. juli 2017.
Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk fyribils sett
í starvið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Leilu H.
Hansen, leiðara á telefon 238031.
Setanarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.15 – 17.00
Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í
seinasta lagi mánadagin 26. september 2016 kl. 12. Eisini
ber til at senda teldupost til info@fuglafjordur.fo.
Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38
Fo-530 Fuglafjørður
Sambært psykiatrilógini skulu
sjúklingaráðgevar tilnevnast í øllum førum,
tá ið talan er um tvingsil á Psykiatriska
Deplinum.
Í hesum sambandi søkja vit eftir
persónum, sum kundu hugsað sær at
veri sjúklingaráðgevar. Talan er ikki
um fulltíðarstarv, men um at tú verður
góðkendur sum sjúklingaráðgevi og
tilnevndur, tá tørvur er á hesum.
Uppgávur
Uppgávan hjá tær sum sjúklingaráðgevi
er at leiðbeina sjúklingin og geva honum
ráð í øllum viðurskiftum í sambandi
við innlegging, uppihald og viðgerð á
psykiatrisku deild. Tú skal somuleiðis
hjálpa sjúklinginum við at seta í verk og
gjøgnumføra møguligar kærur, og um til
ber, vera hjástaddur, tá ið kæran verður
viðgjørd í sjúklingakærunevndini.
Førleiki
Serlig útbúgvingarkrøv eru ikki til at gerast
sjúklingaráðgevi, men ynskiligt er, at tú
í tínum starvi hevur innlit ella royndir, ið
verða mett, at vera serliga viðkomandi. Tú
arbeiðir kanska í heilsu- ella sosiala økinum.
Tú ert kanska prestur, sálarfrøðingur,
lærari ella á annan hátt serliga væl
skikkaður at røkja uppgávuna sum
sjúklingaráðgevi. Eingin starvsbólkur verður
tó frammanundan tikin fram um aðrar.
Løn- og setanartreytir
Føroya Kærustovnur finnur fram til
og góðkennir sjúklingaráðgevarar
og kunnar teir um psykiatrilógina og
uppgávur teirra. Eitt yvirlit yvir góðkendu
sjúklingaráðgevarnar verður síðan latið
til Psykiatriska depilin, sum tilnevnir
sjúklingaráðgevarnar í hvørjum einstøkum
føri og eisini lønar ráðgevunum.
Samsýningin er ásett í kunngerð nr. 132 frá
5. oktober 2009 um sjúklingaráðgevar.
Umsóknir
Freistin at søkja er 15. september 2016.
Umsóknir við prógvum, C.V. og møguligum
viðmælum skulu sendast til:
Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
kaerustovnur@kaerustovnur.fo
Áhugaði eru vælkomin at seta seg í
samband við Beintu Festirstein, løgfrøðing
á tlf. 320585 fyri at frætta nærri.
Føroya Kærustovnur sóknast
eftir sjúklingaráðgevum
UM STOVNIN
Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmanskrivstovuni. Stovnurin fyrireikar kærumál til
Kærunevndina í almanna- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá
Studna, Kærunevndina í lendismálum, Vinnukærunevndina Psykiatrisku sjúklingakærunevndina,
Fjølmiðlanevndina, Kærunevndina hjá Barsilsskipanini og Kærunevndina hjá ALS. Harumframt er
kærustovnurin skrivstova hjá Skuldarumskipanarnevndini og Høvuðsbarnaverndarnevndini. Á
stovninum starvast í løtuni 9 fólk, stjórin, fimm løgfrøðingar, deildarleiðari og tvey skrivstovufólk.