mikudagur 15. september 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 175 - 15. september 2004
Nr. 175 - 15. september 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Til minnis um
Líggjas Hansen
Burturstaddur tann 30
August fekk eg um
teldubræv tey sorgarboð,
at Líggjas var deyður
einans 60 ára gamal.
Líggjas var raktur av
ringari
sjúku
fyri
nógvum árum síðan, og
sum tók hansara besta
førleika.
Ikki gekk so long tíð
og Líggjas var aftur á
fótum, og við einum
dirvi sum fáur menti
hann seg aftur, og var
millum
okkum
sum
einki var hent! Men
sjónin var farin.
Eg var lítil piltur, tá
Jonna og Líggjas komu
saman fyrstuferð, og
minnist eg sera væl, fyrstu ferð hann trein dyrnar á
Liðanum, sjálvur var hann ein tannáringur!- Vit
dreingir smíðaðu kassabil í túninum, ikki var løtan
long, so var hann mitt í millum okkum dreingir við
sínari hjálpandi hond, at loysa hesa fyri okkum
smádreingir sera torføru uppgávu.
Líggjas og bróðurin Egil gjørdu eisini ein lastbil
í Føroyingahavnini, sum mangir føroyingar
minnast koyra proviant til skipini har á kajøkinum.
Líggjas var bert 9 ára gamal, tá hann av einum
systkina flokkið uppá 9 bleiv móðurloysingur, og
er tað ein álvarsom kreppa ein lítil smádrongur
kann koma í.
Systurin Elinborg, sum giftist Jóhan, tók hann til
sín, og bleiv hann uppfostraður har hjá teimun. Vit
sum kendu/kennað Elinborg og Jóhan vita, at hann
fekk ein tryggan og góðan uppvøkstur hjá teimun!
Tað var nakað hann ofta sjálvur segði, at tey vórðu
sera góð við seg, Líggjas hevði stóra virðing fyri
teimun.
Sum ungur drongur fór Líggjas í læru, á Tórs-
havnar Skipasmiðju, sum tá var undir leiðslu av
gamla Kjartani Mohr. Og Líggjas, sum nógvir
aðrir ungir dreingir, komu avlærdir haðani við
fullari skjáttu av kunnleika og vitan til víðari brúk
í lívinum, og var hetta tíðarskeiðið nakað, sum ser-
merkti Líggjas alt hansara lív.
Handverkari var hann sum fáur, ofta vórðu boð
eftir honum, um okkurt skuldi gerast ella veg-
leiðing kravdist. Tað kom ikki fyri hann gav
noktandi svar, og eru vit nógv sum hava notið gott
av hansara teknisku vitan. Nógvir varðar standa
eftir hann, sum prógva hansara kunnleika til tað
tekniska.
Eisini var Líggjas aktivur í øllum sum fyrifórst!
Tað er ikki at dylja, at politiskt var tað javnaðar-
hugsjónin, sum stóð honum nærmast, og vildi hann
at øll fólk skuldu fáa somu treytir og kor at liva
undir.
Vit í Sørvági sum stóðu Líggjasi nær, standa
spyrjandi eftir! Hví Líggjas.
Hansara ringa sjúka vendi aftur tók yvirhond, og
orkaði hann ikki meira standa ímóti.
Jonna góða, vit vita at saknurin er størstur hjá
tær, og hava vit øll djúpastu samkenslu við tær og
tykkara børnum.
Eisini er saknurin stórur á Liðanum, hvar hann
eftir sín langa morguntúr, sum annað hvørt var til
Bíggjar ella á Flogvøllin og liðugur at ambatað
seyðinum, møttið so trúfastur til kaffi. Hansara
seinasti kaffimunnur er drukkin, og hansara pláss á
bonkarendanum er tómt.
Tíðin lekir øll sár, sigir mann! Vónandi verður
tað so, eisini eftir missin av Líggjasi.
Eg vil við hesum fáu reglum lýsa frið yvir minn-
ið um svágin Líggjas.
Elian
Í dag, 15. september, fyllir
Jacob Olivar Joensen í
Leirvík, nevndur Jákup við
Garð, áttati ár.
Jacob er sonur Pól við
Garð og Lenu, sum var
ættað úr Vestmanna.
Tey eiga børnini, Poul,
Onnu, Hans, Lenu og Tór-
álv. Øll búgva í Leirvík
uttan Lena, sum býr í Dan-
mark.
Pápin, Pól, var bóndi, og
tí vaks Jacob upp saman
við kríatúrum.
Á yngri árum var hann í
Grønlandi í eini tvey ár, og
her heima koyrdi hann
eisini rutu, umframt at hann
hevur róð nógv út.
18. oktober 1955 festi
hann garð, og fyri sløkum
30 árum síðan bygdi hann
fjós úti á Vík í Leirvík, har
hann við tíðini hevði fleiri
mjólkneyt, umframt kvígur
og kálvar.
Í Búnaðarblaðnum fyri
fleiri árum síðan var áhuga-
verd samrøða við Jacob
Olivar, har hesin óføra raski
og dugnaligi maður greiddi
frá, hvussu tað gekst at
leggja lunnar undir fjós og
velta upp úr nýggjum úti á
Vík.
Í samrøðuni greiðir hann
frá, tá ið gamli bøurin í
bygdini fjaraði burtur til
grundøkir. Hetta dámdi
honum lítið.
"Tá ið hann sá, hvønn
veg tað bar, fekk hann
kommununa at taka allan
bøin í senn, so hann var
leysur haðani.
Nýggi hagin hjá Jacob
Olivari lá nú úti á Vík, og
fyrst í sjeytiárunum fór
hann at tosa við Jarðar-
ráðið, har hann fekk sín
dreingjadreym uppfyltan.
– Eg haldi, at allir partar
vóru rættiliga ókunnugir tá
um, hvussu farast skuldi
undir hetta; tí var tað eitt
tógvið stríð at fáa nakað
undan, sigur hann í sam-
røðuni.
Teir
báðir
feðgarnir,
Jacob Olivar og faðirin,
Pól, gamli Pól við Garð,
sum tá var farin um tey
sjeyti, fóru út á Vík at
rudda og velta sunnanvert
Heyggin
Mikla.
Grav-
maskina var ikki nýtt tá,
einans traktorur og fresari.
Nógv grót var á lendinum,
sum varð drigið saman við
traktorinum.
Smiðjur stoypti fjósið og
innilokaði tað, og síðan
gjørdu feðgarnir tað, ið
eftir var.
– Uttan pápa, var alt hetta
arbeiði ómøguligt. Uttan
hansara arbeiði og stóra
áhuga, hevði ikki borið til
at fingið fjósið og lendið
undan, tí lítil peningur var
at arbeiða við, sigur Jacob
Olivar í samrøðuni.
Tá ið fjósið úti á Vík var
liðugt út móti jólum 1975,
hevði
Jacob Olivar 7-8 neyt at
fara út hagar við, harav av
trý teirra mjólkaðu. Um
hetta mundið, vóru 5
hektarar á Víkini veltir.
– Nú gekk upp fyri mær,
hvussu illa fyrireikaður eg
var. Kanska hevði eg verið
so spentur at fara undir
hetta og at sleppa í gongd.
Avvarðandi myndugleikar
og stovnar komu ikki við
nógvum ráðum – og eg
spurdi lítið.
Í samrøðuni greiðir Jacob
Olivar frá, at studningurin
til veltingina fór til avdrátt
og rentur, og í fyrstani vaks
skuldin bara.
– Eg kundi viðhvørt havt
hug at blakað alt frá mær, tí
hetta var ein strævin og
møðsom tíð, sum einki gav
av sær.
Tey fyrstu 5 árini vóru
soltin á tí nýggja garðinum,
men sum frá leið vaks
mjólkaframleiðslan, og í
1980 var hon komin uppá
226.000 litrar um árið.
Feðgarnir, Jacob og Pól,
lógu ikki sum knívur á
hørðum horni, men komust
undan, sum skrivað verður í
greinini í Búnaðarblaðnum.
– Fyrst, tá ið tú kundi
velja og seta við sjálvur, fór
at kvinka, sigur Jacob
Olivar, sum í Leirvík verð-
ur sagdur at vera av rask-
astu monnum.
Sonur Jacob Olivar, Poul
Joensen, hevur festið og
garðin úti á Vík nú og
saman við versoninum, Ed-
vardi, reka teir nú garðin.
Vit ynskja Jacob Olivari
hjartaliga tillukku á áttiti
ára degnum.
-v.
Eitt arbeiðsgrev
fyllir áttati
80 ár
Í dag 15. september verður Sigga Jóhanna Rasmussen, Haraldssund 80 ár. Dagurin verður hildin í Bygdarhús-
inum í Haraldssundi leygarkvøldið 18. sept. kl. 19.00.
Í dag, 15. september 2004,
hevur Eyðun Bærentsen í
Havn 25 ára starvsdag hjá
P/F Leif Mohr/LM Elec-
tric.
Eyðun er 57 ára gamal og
ættaður úr Skopun. Hann
hevur arbeitt hjá Leif Mohr
síðan 15. september 1979.
Hann lærdi til elektrikari
hjá Einar Mikkelsen í
Havn.
Síðan sigldi hann úti í
nógv ár og arbeiddi sum
kølimaður hjá Olafi Han-
sen.
Eyðun
hevur
nógvar
dygdir. Handverksliga setir
hann eina æru í góðsku, og
at tað er ordan í tingunum.
Sum tann álitismaður
Eyðun er, hevur hann verið
formaður
fyri
nógvum
stórum arbeiðsuppgávum
m.a. Loranstøðini á Eiði,
Hotel Føroyum, Gunda-
dalshøllini, Albert Hall,
Kartni Winther, ferjuleguni
á Gomlu Rætt og tunnlin-
um í Kaldbaksbotni. Eisini
hevur hann havt ábyrgd av
at upplæra nógvar lærling-
ar.
Eyðun er eisini áhugaður
í ítrótti - hann hevur súkkla
í nógv ár, og hóast hann
nærkast teimum 60, er hann
sera aktivur og heldur sær í
góðari venjing.
Hann er giftur við Tóru,
f. á Heygum, ættað úr
Vestmanna, tey eiga tvey
børn: Mariu, 35 ár, og
Jákup Petur 29 ár. Tóra og
Eyðun eiga trý ommu- og
abbabørn.
Eyðun Bærentsen, Tórshavn:
25 ára starvsdag hjá P/F Leif Mohr
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
15. september. Mariumessa síðari. Dagur holdin til minnis um ta sálarneyð, sum gekk á Mariu Moy fyri tær
líðingar, sonurin mátti tola. Í summum álmanakkum stendur eisini navnið Áskel, ið er sama navnið sum svenska
navnið Eskild. Trúboðarin Eskild varð steinaður í hel við Eskildstuna í Svøríki umleið ár 1080.
Áskel merkir gudahjálmur.
Fem år gammel hørte jeg
første gang om Masa. Elsa
og Martin hadde vært over
på Færøyene i barnedåp.
De kom hjem med masse
og fortelle og med gaver fra
Masa og Sofus. Med årene
ble vi barna godt kjent med
Sofus, Masa hørte vi bare
om så etter hvert ble hun en
eventyrskikkelse i barns
øyne. Med årene vokste
lysten til å se dette landet
og kvinnen vi hadde hørt så
mye om. Selv om av-
standen mellom Rituvik og
Hammerfest var stor holdt
vennskapet mellom Masa
og min mor. De eide et helt
spesielt forhold til hver-
andre.
Disse to kvinnene var
selvstendige, sterke og med
en usedvanlig samstemt
humor. Brev og telefoner
og i eldre år flere besøk
styrket forholdet.
Vennskapet skulle vare
livet ut.
Selv kom jeg endelig til
Færøyene i 1986, og fikk
oppleve Masa og hennes
familie. Det ble som og
komme hjem,,, Masa var
den Sagakvinnen hun med
årene hadde blitt til i mitt
hode.
Høyreist og varm, om-
sorgsfull og med inn-
levelsesevne, men også
travel. Travelheten var der
for å tjene og å gi omsorg.
Effektiv var hun også og
bestemt kunne hun og være
når det var nødvendig.
Slik fikk jeg lære denne
kvinnen å kjenne og ikke
minst oppleve disse to
damene sammen. Som de
frydet seg sammen, det var
en fryd og høre dem le så
hjertelig sammen..
Masa tenkte bare på at vi
skulle ha det bra, hun var
en uselvisk kvinne. Hennes
kjærlighet til barn, sviger-
barn, barnebarn familie og
venner hadde ingen gren-
ser.
Vi ble rikere av å kjenne
henne, hun var et eventyr
av en kvinne, en saga
skikkelse som vi er inderlig
takknemlig for å ha fått lov
til å være sammen med.
Takket være henne og
familien rundt har det blitt
mange turer over havet.
Så skulle det bli så
merkelig at de fulgte hver-
andre til slutt, disse to
kvinnene. Masa fikk bud-
skapet om mammas bort-
gang og ble samme kveld
sendt til sykehus for så
aldri mer vende tilbake til
Rituvik. Den samme uken
ble de stedt til hvile.
Familien din og vi her i
Norge sitter igjen med
sorgen og savnet, men
rikere som mennesker etter
å ha fått lov til å oppleve
nærheten og varmen fra
deg.. Takk kjære Masa for
alt du var for oss, styrken
din, travelheten, humøret
og replikken, din helstøpte
personlighet.
Fred over ditt minne.
Else Marie
Ajú, so er hetta summarið
liðið, - summarið við góð-
um
og
ringum
veðri.
Summarið við góðum og
ringum løtum.
Hetta summarið var ser-
liga ringt hjá tær Fritleif,
børnunum og ommu- og
abbabørnunum. Eisini var
summarið hjá øllum okk-
um, sum stóðu hjá, ein
hvøkkur, og vit hugdu
spyrjandi at. Vit vórðu enn
einaferð mint á, hvussu
dýrabart lívið er, og hvussu
skjótt tað kann verða tikið.
Røðin av hvøkkum hesu
seinnu árini hevur verið
long hjá tykkum. Í hesum
tungu løtunum var Lena tær
góð at hella til. Tó - Lena
legði nú frá sær uttan at
siga frá ella at tað vardi
nakran. Kanska betri, held-
ur enn at liggja leingi á strá,
tá so skuldi verða.
Lena; Bónda-Lena, sum
vit eisini kallaðu hana, var
av sonnum ein megnar
kvinna. Ómetaliga røsk,
kvik og reinfør. Hevði stóra
umsorgan fyri sínum og var
hjartagóð - Tað feyk frá
henni og verkið var hegnis-
liga og væl gjørt; reinleikin
altíð í hásæti. Hetta merkti
sjálvandi eisini heim tykk-
ara, har alt hevði sítt pláss
og ein kærlig hond hevði
verið eftir øllum. Lena var
sterk og løtt av lyndi, dámdi
væl ein góðan látur. Tað var
ongantíð keðiligt har Lena
var.
Tú Fritleif hevur verið
ein merkismaður og brotið
upp úr nýggjum. Funnið
nýggjar leiðir og hættir á
einum garði, sum hevur
verið bundin at aldargoml-
um siðvenjum.
At reka ein garð, uttan
eina kvinnu, sum orkar og
vil vera við, ber at kalla
ikki til - her hevur tú havt
tín stóra stuðul í Lenu til
dagliga yrkið á garðinum
og heima. Ja, tað hevði
kanska ikki borið til uttan
Lenu at brotið so upp úr
nýggjum, sum tú hevur
gjørt. Tí hon var tín holli
stuðul og var viðvirkandi
til, at tú tordi og orkaði at
fara undir fyrimyndarligu
verkætlanir á garðinum,
sum eisini hava víst øðrum
á nýggjar leiðir.
Tí er tað serliga tómligt,
nú tín betri helmingur ikki
er at ríka tær lívskvøldið.
Tit høvdu nógv at tosa um
og nógv at vera saman um -
her serliga ommu- og
abbabørnini og ikki minst
lítla Fritleiv, sum av røttum
hevur vunnið sær stórt rúm
í hjørtum tykkara.
Til jarðarferðina sat hann
so fittur og reisti ommuni
ein minnisvarða við at
skriva "Omma" í sandin
framman fyri ta opnu grøv-
ina. Samstundis hugdi hann
undrandi at manninum í tí
svarta kjólanum, sum segði
ymisk óskiljandi orð. Frit-
leivur reistist og troystaði
grátandi
mammu
sína:
"Hví grætur tú? Omma er
jú hjá Jesu-pápa!" Jú,
einfalda barnalundin kann
geva okkara iva royndir,
men tó troyst í einfalda
boðskapinum.
Í sælum bústaðum bíða
Lena og Jógvan okkum
saman við øllum hinum, ið
undan eru farin.
Við ríkum minnum um
eina góða farna tíð saman
við eini megnar kvinnu,
kanst tú líta aftur um bak
og ikki smæðast við vala
førningin, tit bæði settu
eftir tykkum - tú kanst rætta
ryggin og vera glaður.
Við góðu minnunum
verið tær troyst og uggi,
saman við tínum kæru og
vinfólkum.
Friður verið við minnun-
um um Lenu Joensen -
Bónda-Lenu.
Dávur
Eftirlýsing!
Myndin er av "Coraliu", sum liggur á
Tvøroyri. Hon liggur uttast. Hon stendur
á síðu 83 í Føroya Siglingarsøgu II 1856-
1940, BIND 2. Skuldi nakar átt eitt
orginalt eintak av hesi myndini, so hevði
eg verið ógvuliga fegin. Eg havi eisini
áhuga í øðrum myndum av "Coraliu".
Myndin skal brúkast í fyrsta bindinum í
ævisøgu um Kaj Johannesen í Hvanna-
sundi, sum væntandi kemur út í
november
Mær tørvar eisini aðrar myndir:
1. Hans Pauli Johannesen av Norðtoftum, d. 1915.
2. Malena Johannesen, f. Jacobsen, kona Hans
Paula, ættað úr Búrstovu á Eiði. d. 1900
3.
Sluppin "Primadonna", heimahoyrandi á Tvør-
oyri.
4. Christensen, sakførari. Ein dani, sum arbeiddi
sum sakførari í Havn í tríatiárunum.
5. Orginalmynd av "King Arthur" í Hvannsundi
áðrenn hon fekk hús.
6. Orginalmynd av "Jubile" í Hvannasundi.
7. Mynd av deksbátinum "Venus" sum hoyrdi
heima í Hvannsundi fyrst í seinastu øld.
8. Mynd av "Langanes" sum hoyrdi heima í
Hvannasundi. Antin orginal av tí, har hon liggur
uttanfyri havnina, ella aðrar myndir.
9. Mynd av "Florens" har hon liggur uttan
nummar fyri akker á Vestaru Vág í Havn í 1921.
Ella onkra mynd seinni.
10. Orginalmyndir av skipunum hjá Müller í Havn.
"Prinsessan", "Misteltoe" og "Súlan".
11. Orginalmynd av "Emerald".
12. Orginalmynd av sluppini "Fawn"
13. Orginalmynd av "Delfinen".
14. Orginalmynd av "William Glouves" úr Sanda-
vági.
15. Orginalmynd av "Verdandi" hjá Kjølbro.
16. Orginalmynd av skonnartini "Sigrid" úr Lorvík.
Hon var keypt úr Hull og nevndist tá "Faroe
Bell".
17. Orginalmynd av "Star of Hope", hjá Vika-
Rasmus í Fuglafirði.
18. Orginalmynd av deksbátinum "Nolsoe Poul"
sum Jaspur Hjelm keypti í seinnu helvt av
tjúgunum. Hann eitur "Nólsoyar Páll" í dag og
er í Vági. Finnst nøkur mynd av honum sum
nýggjur.
19. Orginalmynd av "Fugloynni" seinast í tjúg-
unum.
20. Orginalmynd av "Acorn".
21. Orginalmynd av "Karen" umleið 1936.
22. Orginalmynd av "John Bull"
23. Orginalmyndir av gamla "Skálaberg", tann frá
1933 við TN á bógnum.
Myndirnar ynskjast til láns til scanningar á prent-
smiðjuni, og síðan verða tær sendar aftur til eigaran
við postinum.
Annars eri eg at hitta á telduposti:
justinus@post.olivant.fo ella á telefon 223143.
Adressan er: Jústinus Eidesgaard. Ovaragøta 1.
FO 188, Hoyvík.
Minningarorð um Lenu Joensen
Minneord
C
M
Y
K
13
12