Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2016 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 4 HONDBÓLTUR 2016-2017 VÍF-liðið nógv broytt – Vit komu seint í gongd í fjør, men toppaðu í røttu løtuni. Eg vænti, at kappingarárið fer at byrja upp á nøkulunda sama máta, sigur Hjalmar Klein Olsen, ið saman við Inga Olsen venur mansliðið hjá VÍF Tá landskappingin í hondbólti fer í gongd um vikuskiftið, munnu tey flestu síggja VÍF sum eitt av favoritt­ liðunum. Tað er nú heldur ikki so løgið, tí vestmenningar hava vunnið føroya­meistara­heitið síðstu tvey árini og hava tí eina heilt serliga støðu at verja. Men allíkavæl er annar av venjarunum hjá VÍF eitt sindur varin, tá tosað verður um málsetningar fyri komandi kappingarárið: – Eg haldi, at málsetningurin hjá okkum er eitt sindur ringur at seta, tí liðið hjá okkum er nógv broytt. Nokk so nógv er farið burturav, og tí eru vit kanska ikki so væl mannaðir við spælarum, sum hava royndirnar, sum vit hava verið tað hini bæði árini. Støðan er tann, at vit hava fleiri ungar mans, sum eru á veg uppeftir, so teir skulu vit royna at fáa spælt inn á liðið, og so fáa vit at síggja, hvussu tað hilnast og hvussu langt tað røkkur, heldur Hjalmar Klein Olsen, ið saman við Inga Olsen venur VÍF í vetur. – Tá vit mistu málmannin hjá okkum, Niclas Simonsen, høvdu vit í veruleikanum ongan at seta í hansara stað, men tíbetur var Mladen Mjerimacka sinnaður at hjálpa okkum, og í verjuni hava vit manglað ein krummtapp, so tað er kanska serliga til tað, vit hava fingið Jugoslav Djumic at hjálpa okkum. Niclas er farin til Danmarkar at royna eydnuna, og tað sama er stórskjúttin, Áki Egilsnes, umframt at av teimum meira royndu spælarunum eru hvørki Sámal Joensen, Agnar Joensen ella Heini Hanusarson komnir við, og VÍF-venjarin sigur seg ganga útfrá, at teir neyvan eru við í vetur. – Vit koma óivað at síggja onnur leggja bragdligari fyri í kappingini, so tað ræður um hjá okkum, at vit ikki fara ov langt afturum. Tað verður næstan sum við orðatakinum, at »verður tað ikki í dag, so verður tað í morgin«, leggur Hjalmar Klein Olsen flennandi aftrat. Toppa rættstundis Vestmenna er hondbóltsbygd burtur­ av og er næstmest vinnandi felagið í mans­hond­bólti við ikki færri enn 23 meistara­heitum og seks steypa­ sigrum, so ti er einki at siga til, at væl verður fylgt við, hvussu gongur hjá VÍF. Í vár kundu vestmenningar frøast um, at teirra lið, sum eftir grund­ spælið var sjey stig aftan fyri H71, at enda kundi fara allan vegin í FM- finalunum. Ikki minst varð botnurin undir meistara­heitið lagdur við knúsandi 31-20 sigrinum í fyrru finaluni ímóti hoyvíking­um, sum varð spæld í Vestmanna. – Eg ivist ikki í, at áskoðararnir hava forvæntningar til liðið, men eg eri ikki vísur í, at okkara forvæntningar eru heilt teir somu, tí tað velst eisini nógv um, hvussu hini liðini eru fyri. Aftur í vetur sær H71 út til at vera væl fyri, eins og Kyndil hevur eitt gott lið við góðari fyrstuuppstilling. Eg havi ikki sæð kollfirðingar enn, men eg vænti eisini, at teir vera uppi millum tey fremstu liðini, sigur Hjalmar Klein Olsen. – Vit komu seint í gongd í fjør, men toppaðu í røttu løtuni. Eg vænti, at kappingarárið fer at byrja upp á nøkulunda sama máta, tí enn hava vit menn, sum ikki ordiliga eru komnir í form, men sum væntandi verða betur fyri, tá eitt sindur er fráliðið. MÁLVERJAR Magnus Matras, Mladen Mjerimacka og Uni Petersen ÚTILEIKARAR Hallur Arason, Hanus Christoffersen, Jugoslav Djumic Andrias Eriksen, Agga í Garðastovu, Jóhan í Garðastovu, Bjarti Hansen, Rúni Joensen, Kaj Johannesen, Jákup Andrias Joensen, Filip Jojic, Jón Müller, Julian Olsen, Sjúrður Olsen og Høgni Zachariasen VENJARAR Ingi Olsen og Hjalmar Klein Olsen Hallur Danielsen, viðmerkjari: VESTMENNINGAR ERU VIKNAÐ IR Føroyameistararnir úr Vestmanna hava aftur í ár eitt gott lið, men tað er einki at ivast í, at liðið hjá VÍF hevur verið fyri greiðari frágongd í ár. Liðið hjá VÍF er nógv viknað. Man hevur mist rutinuna í Sámal Joensen, Agnar Joensen og Heina Hanusarson, og so hevur man eisini mist so stórar profilar sum Áka Egilsnes, Niclas Simonsen og Niklas Selvig. So tað er greitt, at liðið hjá VÍF er viknað. Hinvegin hevur man fingið tilgongd av bæði Mladen í málinum og Jugoslav Djumic, sum er komin úr Neistanum, og tað eru góðir leikarar, sigur Hallur Danielsen. Hann heldur tó, at hóast VÍF hevur mist týðandi leikarar, so hevur liðið so mikið sterkar leikarar í hópinum, at teir aftur í ár koma at vera við til at mynda toppin. Men tað kemur at hvíla nógv á Filip Jojic, og so skal Julian Olsen eisini hava eitt gott ár. VÍF hevur nógv góðar, ungar leikarar, og ofta fáa teir eisini onkra tilgongd um jóltíðir, so teir koma heilt sikkurt aftur at vera við í oddinum í ár, sigur Hallur Danielsen.