Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2016 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 6 HONDBÓLTUR 2016-2017 H71 skal mennast – Hetta er eitt felag, ið passar mær væl, tí her er ein góður felagsskapur og ein sterk felagsmentan. Tað snýr seg um at vilja venja og spæla væl, sigur nýggi venjarin hjá hoyvíkingum, Sonni Larsen Hóast sín unga aldur, hevur 29 ára gamli venjarin hjá H71, Sonni Larsen, roynt eitt sindur av hvørjum, og ikki minst síðstu fýra árini, har hann hjá FIF Håndbold á Frederiksberg hevur vant nøkur av allarbestu ungdómsliðunum í donskum hondbólti, sum gjarna teljast millum teirra, ið spæla um heiðursmerki á hvørjum ári. – Nú hevði eg so hug at royna okkurt nýtt, og so bleiv tað upp á tann vanliga máta, at eg kendi onkran, sum kendi onkran, og so endaði tað við, at eg fekk møguleikan sum venjari í Hoyvík. Fyri meg snýr tað seg um at fáa ítróttarligar og menniskjansligar avbjóðingar, nú eg havi arbeitt í einum góðum felag í so nógv ár, at eg hevði hug at royna nakað nýtt í einum nýggjum umhvørvi, greiðir Sonni frá. – Eg havi fingið eina góða kenslu av, at H71 er eitt felag, ið passar mær væl, tí her er ein góður felagsskapur og ein sterk felagsmentan, umframt nógvir góðir spælarar og venjarar, ið eisini tíma væl at venja børn og ung. Tað snýr seg um at vilja venja og spæla væl, og tað er akkurát tað, eg eisini vil standa fyri. Fyrst og fremst er hansara uppgáva at venja mansliðið, sum hevur verið við í toppinum seinnu árini og síðsta kappingarár var steypavinnari og FM- finalur. Men eisini skal hann taka sær av kvinnunum, sum er ein heilt øðrvísi uppgáva, tí tað har snýr tað seg um at fáa yngri spælarar upp í vaksnu, umframt at hann eisini skal venja onkur av yngru liðunum og sparra við hinar venjararnar í felagnum. – Vit hjálpa hvørjumøðrum í H71 og seta út í kortið, hvønn veg H71 skal sum felag, hvussu skulu vit venja og so framvegis. Alt hetta verður gjørt saman við øllum hinum dugnaligu venjarunum í felagnum, sigur Sonni Larsen. Arbeiða hart Av góðum grundum er tað eitt sindur avmarkað, hvat hann kennir til mót­ støðuliðini og føroysku kappingina sum heild, men hann hevur eftir førimuni roynt at fyrireikað seg: – Vit hava spælt venjingardystir og stórsteypadystin, og umframt at hava spælt ímóti nøkrum liðum, havi eg eisini sæð hini, eins og eg havi sæð upptøkur frá síðsta kappingarári. Okkara mál er, at vit altíð vilja gera framstig, so vit hvørja venjing og hvønn dyst eru dugnaligari enn seinast, sigur Sonni Larsen, ið ikki kennir tað sum eitt trýst á sær, at hann er komin til eitt av feløgunum, ið plagar at vera við heilt har frammi. – Nei, eg føli tað ikki sum nakað trýst, tí soleiðis er gerandisdagurin hjá einum hondbóltsspælara, at hann vil vinna. Tað snýr seg í síðsta enda um úrslitini, sum koma, um tú hevur góð avrik og mennir teg. Og út frá tí, sum eg havi sæð higartil, er hondbólturin á so mikið høgum stigi, at tú kemur ongan veg við at lena teg afturá, men noyðist arbeiða har. Sum nýggjur venjari í FTZ-deildini hevur Sonni Larsen ikki hug til at hyggja so nógv aftureftir, men er meira hugaður at hyggja frameftir og at fáa tað frægasta burtur úr tí fólki, sum nú er í H71. – Mín varhugi er, at H71 altíð er ein av favorittunum, og eg skal ikki gera meg klókan upp á tað, sum er hent undanfarin ár. Her og nú fara vit eftir at mennast og at gera framstig, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. MÁLVERJAR Ári Dam og Elias Elberg Klettheyggj ÚTILEIKARAR Tróndur Arge, Sigmundur Dahl, Bogi Gaard Davidsen, Jónas Djurhuus, Hans Kári Hansen, Helgi Hoydal, Rúni Vest Højgaard, Hilmar Leon Jacobsen, Peter Krogh, Sigmundur Nolsø, John Andor Sivertsen, Pætur Thomsen og Dánjal Tórgarð VENJARI Sonni Larsen Hallur Danielsen, viðmerkjari: H71 HEVUR SOMU STYRKI SUM Í FJØR Tað er ikki óhugsandi, at H71 aftur í ár fer at leggja seg greitt á odda frá tíðliga í kappingini sambært Halli Danielsen. – H71 hevur á leið sama lið sum í fjør. Mark kemur nokk ikki at spæla sama leiklut í ár, men so hevur man fingið bæði Dánjal Tórgarð og Boga G. Davidsen heim aftur, og tað er ein styrkur. So alt í alt vænti eg, at liðið hjá hoyvíkingum hevur á leið somu styrki í ár sum í fjør. Tað er eisini væl hugsandi, at teir koma eins væl frá byrjan í ár sum í fjør og leggja seg greitt á odda, heldur Hallur Danielsen. Hann er ikki í iva um, at hoyvíkingar koma at vera í oddinum í ár. – Teir hava fingið ein nýggjan venjara í Sonna Larsen, men eg vænti ikki, at tað kemur at hava tær stóru broytingarnar við sær. Men man veit av royndum, at ein nýggjur venjari ofta kann skapa meiri gejst og størri spæligleði, og sum eg havi skilt á lagnum, so er hann væl dámdur sum venjari millum leikararnar, sigur Hallur Danielsen.