mikudagur 15. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 15. september 2004
15
Ræður um at
vera kendur
Tað ræður um, at fólk
vita, hvør tú ert, tá tú
skalt selja teimum ein
ferðavinnupakka. Tí
verður nógv gjørt
burtur úr at hittast
undir hugnaligum
umstøðum á Vest-
Norden Travel Mart
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Reykjavík:
Tað
er
skilligt, at fólk kenna hvørt
annað, sum komin eru á
ferðavinnustevnuna Vest-
Norden Travel Mart. Somu
andlitini ganga aftur, og tað
kann hava sínar fyrimunir,
tá avtalur skulu gerast.
VestNorden Travel Mart
ferðavinnustevnan varð sett
við einum hátíðarhaldi í
Reykjavík
mánakvøldið.
Hjástaddir vóru millum aðr-
ar íslendski ferðslumálaráð-
harrin, Sturla Bøðvarsson,
og borgarstjórin í Reykja-
vík, Tórólf-ur Árnason.
Tað var formaðurin í
nevndini fyri VestNorden
Travel Mart, tað, sum nevnt
verður VestNorden Travel
Board, Heri Niclasen, stjóri
á Ferðaráð Føroya, sum
setti stevnuna.
Hann beyð gestunum úr
gomlum VestNorden lond-
unum at vera vælkomnar á
stevnuna, og fegnast seliga
um at kunna bjóða bjóða
gestum úr Hetlandi við á
stevnu í Reykjavík.
Annar røðari við setanina
var borgarstjórin í Reykja-
vík, Tólólfur Árnason, sum
beyð gestunum at vera væl-
komnum til Reykjavíkar.
Sum vera man eru um-
framt norðurlendsku ferða-
vinnufólkini eisini fremm-
andi luttakarar á stevnuni.
Serliga europearar. Men
eisini so langt burturi sum
úr Australia plaga keyparar
at koma, umframt nakrar
amerikanarar, sum plaga at
vitja stevnuna.
Íslendingar eiga enn sum
áður góðar sangkreftir. Tað
vístu teir eisini á hátíðar-
haldinum
í
Reykjavík
mánakvøldið. Musikskúlar-
nir munnu hava rímiliga
góðar umstøður, um gingið
verður út frá, at tey fólkini,
sum sýndu síni kynstur á
palli, eru skúlað í Íslandi.
Har vóru bæði jazztónleik-
arar og sangarar. Pianistar
og trompetblásarar, og eitt
heilt orkestur av smágent-
um millum átta og tólv ára
aldur, sum spældu violin.
Men størsta fagnaðin
fingu uttan samanbering
teir báðir operasangarnir
Davið Ólafsson, bass, og
Stefán Helgi Stefánson,
tenor, sum saman nevndu
seg »Syngjandi fjarritið«.
Okkurt verður boðið til
góman við slík høvi, og tá
gevast góðir møguleikar at
hitta fólk, sum tú aftur
seinni á sjálvari messuni
kanst koma á tal við, og
møguliga fáa gjørt eina
góða avtalu við.
Tað var sólskin í
Reykjavík, og rímiliga
lýggj var luftin eisini,
tá føroyska ferðalag-
ið, sum skal luttaka á
VestNorden Travel
Mart ferðastevnuni,
kom til Reykjavíkar
við fullsetta flogfarin-
um hjá Atlantsflogi
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Reykjavík:
Ferðavinnufólk í Útnorði
hittast í hesum døgum til ta
árligu ferðavinnustevnuna,
sum nevnd verður Vest
Norden Travel Mart. Stevn-
an verður í ár hildin í Ís-
lendska
høvuðsstaðnum
Reykjavík.
Føroyska ferðalagið fór
við flogfari hjá Atlantsflogi
úr Vágum á middegi mána-
dagin, og lendi ein góðan
tíma seinni í brennandi sól-
skini og stilli í Reykjavík.
Øðrvísi var heima á
landi, visti onkur at siga,
sum um fartelefonina longu
á flogvøllinum í Reykjavík
frætti, hvussu til stóð í
føroyska illveðrinum.
Jú, munur var á, sannaðu
fólk beinanveg, tá tey
hoyrdu, at føroyski ferða-
vinnustoltleikin, Norrøna,
noyddist á Skalafjørðin at
kroka, og Landsverk ikki
tordi at lat abilarnar koyra
undir Leynaklivum, men lat
teir sleppa gjøgnum tunnil-
in, sum arbeitt verður uppá,
av ótta fyri áarføri og
møguligum
skriðulopi
undir Klivunum.
Í Reykjavík verða fólk
víst til ymsum gistingar-
húsini, har haldast skal til,
og so fara beinanveg í
Laugardalshøllina,
har
stevnan verður hildin, at
gera klárt, so fólk kunnu
koma framvið mikudagin at
fáa eitt ferðavinnuprát.
Onnur fara at royna at fáa
internetsambandið at rigga,
so samrøður, greinar og
myndir kunnu sendast um-
vegis teldurnar til redaktión-
irnar heima í Føroyum. Men
tað gongur ikki væl. Hvussu
væl íslendingar annars eru
útgjørdir, tykist ferð eftir
ferðat standa á at fáa líkinda
internetsamband á hotellum
og gistingarhúsum teirra.
Og hóast teldufrøðingurin
hjá hotellinum arbeiddi í ein
tíma ella so, fekk hann ikki
føroysku teldurnar og ís-
lendsku stikkini at sam-
pakka. So her máttu veljast
aðrar loysnir, sum annars
hildið var vóru avlagdar fyri
einum tíggju árum síðan.
Bara ikki í Íslandi letur til..
Tað eru gott 90 útbjóðar-
ar við á stevnuni í ár, greið-
ir Heri Niclasen, stjóri í
Ferðaráð Føroya og for-
maður í Vest Norden Travel
Board, frá.
– Men tað, sum er avger-
andi og umráðandi, er ikki,
hvussu nógvir útbjóaðrar
eru, men hvussu nógvir
kyeparar møta upp,nháost
neyðugt sjálvandi eisini er
við útbjóðarunum, sigur
hann.
Og hann hevur gott mót,
hóast stevnan kanksa hevur
tókst eitt sindur í minking
seinnu árini. Tí nú tykist
tað, sum at nógvir eystur-
europeiskir keyparar eru
farnir at vísa
ú t n o r ð i
alt størri áhuga, og tað er
hugaligt, heldur stjórin á
Ferðaráð Føroya.
Formanssessurin í Vest
Norden Travel Board, sum
Heri Niclasen í løtuni situr
í, gongur upp á skift mill-
um londini á sama hátt
sum vertsskapurin ger tað.
Aðruhvørja ferð er tað
Ísland, sum eigur formann-
in, og aðruhjvørja ferð
skiftast Grønland og Føroy-
ar um formannin. Heri
Niclasen hevur sitið sum
formaður seinastu tvey ár-
ini, og á nýggjárinum tekur
ein íslendingur við, og Heri
Niclasen fer úr starvinum.
Reykjavík í sól
Stjórin á Ferðaráð Føroya,
Heri Niclasen, er nevndar-
formaður fyri ferðavinnu-
samtakinum í Útnorði, Vest-
Norden Travel Board. Hann
setti VestNorden Travel Mart
ferðavinnustevnuna í
Reykjavík mánakvøldið
Mynd: Edvard Joensen
Miðbýurin í Reykjavík við tjørnini og ráðhúsinum vístu seg frá
síni bestu síðu, tá fremmandu ferðavinnugestirnir í stórum tali
komu til bíggjar mánadagin. Verri var við
internetsambandinum á hotellinum
Mynd: Edvard Joensen
Fremmandamenn fáa sær eitt prát við lokala handilsmannin,
sum hevur sett seg út um í góðveðrinum á Laugarvegi
Mynd: Edvard Joensen
Borgarstjórin í Reykajvík, Tórólfur Árnason, í miðuni, var
annar røðarin við setanina
Mynd: Edvard Joensen
Tað ræður um at hitta nógv fólk og gerast kendur, áðrenn farið
verður undir veruligar sølusamrøður á sjálvari stevnuni
Mynd: Edvard Joensen
15
14
Nr. 175 - 15. september 2004
Um vikuskiftið varð
seinasta av fimm
umførum í fyrstu
FM-kappingini í
sonevndari Road-
Racing koyrd
ROAD-RACING
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hetta er sum nevnt fyrsta
ferðin, at slík kapping hev-
ur verið hildin í Føroyum,
tó at eitt royndarumfar varð
koyrt í fjør.
Agnar Dahl, sum er ein
av stigtakarunum til hetta,
fegnast um, at tað við
vælvild frá kommunalum
myndugleikum hevur borið
til at fáa eina slíka kapping
í lag. Tað ber jú ikki til, so-
leiðis uttan víðari at skipa
fyri eini slíkari kapping á
almennum vegum, tí ferðin
á motor-súkklunum man
fyri tað mesta vera nakað
omanfyri tað, sum ferða-
markið annars loyvir.
Trupulleikin hevur eisini
verið uppi at vent fyrr, og
eitt nú hevur tað verið ført
fram, at kunnu slíkar kapp-
ingar ikki skipast undir
tryggum viðurskiftum og
innan lógarinnar karmar, so
verður koyrt kapp kortini,
og tá kann skaðin skjótt
verða stórur, um slík kapp-
koyring fer fram á almenn-
um vegum, har vanlig
ferðsla eisini er.
Fimm umfør
Kappingin hesaferð varð
skipað í fimm umførum.
Trý av hesum vórðu koyrd
á Lambareiði, eitt í Mið-
vági og eitt í Hvalvík.
Koyrt varð soleiðis, at ein
breyt á nakrar hundrað
metrar varð gjørd klár til
koyringina, og síðani varð
koyrt eitt ávíst tal av um-
førum.
Endaliga úrslitið gjørdist,
at bæði hjá monnum og fyri
old-boys gjørdist talan um
suverenar vinnarar. Agnar
Dahl vann øll fimm um-
førini hjá monnum, og í
kappingini
hjá
teimum
gomlu gjørdi Hans M.
Danielsen honum kynstrið
eftir.
Hjá kvinnunum var Eyð
Ellingsgaard fremst í fyrstu
trimum
kappinginunum,
men í seinasta umfarinum
megnaði Maika Dahl tó at
basa henni, sjálvt um hetta
ikki var nóg mikið til
samlaða fyrstaplássið.
MC-felagið, sum skipaði
fyri hesi fyrstu FM-kapp-
ingini,
arbeiðir
annars
framvegis við at fáa eitt so-
nevnt koyritekniskt anlegg í
Føroyum.
Felagið sigur, at tey við
hesum hava førarar av øll-
um akførum møguleika at
fáa sær royndir við koyring
í truplum støðum, uttan at
hetta nervar vanligu ferðsl-
una, og at hetta tí er við til
at økja ferðslutryggleikan í
landinum.
Úrslit
Senior
NR Luttakari
Lambareiði 22/5
Lambareiði 19/6
Miðvágur 14/8
Hvalvík 28/8
Lambareiði 11/9
Tilsamans
1
Agnar Dahl
25
25
25
25
25
125
2
Rúni Dahl
16
20
20
13
16
85
3
Heini Guttesen
16
13
16
20
65
4
Kenneth Joensen
16
20
13
49
5
Allan Joensen
11
10
11
9
41
6
Pætur Hentze
13
11
11
35
7
Sofus Jacobsen
20
20
8
Jóannes J Hansen
13
Dnf
10
23
Old Boys
NR Luttakari
Lambareiði 22/5
Lambareiði 19/6
Miðvágur 14/8
Hvalvík 28/8
Lambareiði 11/9
Tilsamans
1
Hans M, Danielsen
25
25
25
25
25
125
2
Torbjørn Hansen
20
20
20
20
20
100
3
Árni Hansen
16
16
16
48
4
Anfinn Hálsagarð
13
16
29
5
Niels Kári Nielsen
13
13
Kvinnur
NR Luttakari
Lambareiði 22/5
Lambareiði 19/6
Miðvágur 14/8
Hvalvík 28/8
Lambareiði 11/9
Tilsamans
1
Eyð Ellingsgaard
25
25
25
20
95
2
Maika Dahl
20
20
20
25
85
3
Elna Madsen
16
16
Fyrsta FM í Road-Racing
Fyrsta almenna
kappingin í
Road Racing er
nú liðug. Koyrt
varð í fimm
umførum, og
fyrireikararnir
tykjast fegnir
um, at hetta
bar til
Hans M. Danielsen var sannførandi í kappingini hjá eldru
koyrarunum
Agnar Dahl vann somuleiðis øll umførini í kappingini fyri
menn
Eyð Ellingsgaard vann samlaðu kvinnukappingina, men í
seinasta umfarinum mátti hon tó lúta fyri Maiku Dahl
C
M
Y
K
14