Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2016 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 16 HONDBÓLTUR 2016-2017 Nýggjar tíðir í Kyndli Silvurvinnararnir frá í fjør hava mist tveir av profilunum, men hava fingið tilgongd av gomlum kenningum og einum venjara av ovastu rók í Spania Nakað av útskifting er farin fram á kvinnuliðnum hjá Kyndli, sum hevur verið við frammi í oddanum síðstu fýra árini og í fjør tapti FM-finaluna ímóti Neistanum. Tveir av profilunum, Marianna G. Eystberg og Turið A. Samuelsen, eru skiftar til VÍF, men Kyndil hevur tó tað mesta av bulinum eftir, umframt at onkrar eru lagdar afturat hópinum. – Tað eru spælararnir, sum taka avgerð um at skifta. Tað mugu tær um. Vit hugsavna okkum um tær, sum vit hava, og ikki tær, sum eru farnar. Kanska hevði tað verið betur um tær vóru við, men tað hava vit ikki brúkt nógva tíð upp á at tosa um. Aðrir leikarar taka teirra leiklut, og tað er eisini gott fyri tær, sigur Sophus E. Dal-Christiansen, hjálparvenjari, um tær báðar Kyndils-uppaldu, sum eru farnar til Vestmannar at spæla. Spanióli Kyndil hevur fingið nýggjan venjara. Talan er um spaniólan Daniel Gordo Riós, sum hevur royndir í bestu sponsku mansdeildini sum venjari hjá spanska stórfelagnum Ademar León. Hann hevur fingið ein tvey ára sáttmála við grøna høvuðsstaðarfelagið, og skal harumframt virka sum barna- og ungdómsmennari. – Hann er kompetentur. Hetta er ein mega kapasitetur, vit hava fingið. Spælarar, vit venjarar og fólkið rundanum hann royna at labba í okkum av hansara vitjan, sigur Sophus og síðani lýsir hvønn stíl Daniel vil hava inn á liðið. – Hann kemur at ávirka liðið við sínum álopskenda stíli bæði í álopi og í verju. Hann vil hava ágangandi spæl. Hann hevur royndirnar og klárar at skipa spælið upp á ein annan máta. Ein máta, sum vit kanska ikki fyrr hava sæð í Føroyum, sigur hann. Tað er týðiligt, at Daniel ikki bara skal ávirka kvinnuliðið, men alt felagið. Eitt nú fara venjarar í felagnum á venjaraskeið hjá honum. – Málið er at vit skulu menna okkum sum lið, einstaklingar og felag, sigur Sophus. Hann heldur tað vera púra beint, at Kyndil hevur fingið útlendskan venjara. – Tað er trendurin í føroyskum hondbólti, tí føroyskur hondbóltur skal framá. Neistin hevur ung­dóms­ venjara úr Onglandi, VÍF hevur ein norskan, H71 hevur havt danskar og eisini á Strondum er nú ein danskur. Føroyskur hondbóltur leitar eftir at menna venjingarkulturin og at fáa nýggjar vinklar inn í hondbóltin her heima, heldur Sophus. Bulurin Hóast Kyndil hevur mist tveir profilar, so er bulurin á liðnum nakað tann sami. Maja Dragoljubovic verður aftur at síggja í málinum, og úti á vøllinum vera eitt nú Anna A. Brimnes, Bára K. Hansen, Ásleyg Súnadóttir og Bjarta O. Johansen. Marianna G. Eystberg og Anja Heinadóttir eru byrjaðar aftur, meðan Anja Eliasen er komin heim úr Danmark. – Generelt er liðið nakað tað sama. Vit hava havt eitt ógvuliga gott U17- lið, og 2-3 hjá teimum koma nú at spæla við kvinnuliðnum. Kanska onkur kemur afturat, sum hevur verið niðri og er á veg heim. Vit fáa at síggja, sigur Sophus, sum ikki ikki hevur sett sær nakað greitt mál fyri árið. - Vit hava verið í oddinum síðstu fýra árini, so vit fara at royn at koma so langt sum møguligt, sigur hann. MÁLVERJAR Maja Dragoljubovic og Vár Højgaard Thomsen ÚTILEIKARAR: Ásleyg Súnadóttir, Súna Krossteig Hansen, Anna Armgarðardóttir Brimnes, Bára Krossteig Hansen, Guðrið Geirsdóttir Eystberg, Hanna H. Hansen, Gudrun Restorff, Anja Eliasen, Anja Heinadóttir Hammer, Lea Durhuus, Marin Joensen, Bjarta O. Johansen, Eyðleyg Súnadóttir og Marin Skaalum Joensen VENJARAR Daniel Gordo Riós og Sophus E. Dal- Christiansen Claus Rasmussen, viðmerkjari: KYNDIL ER ALTÍÐ VIÐ Í TOPPINUM Tað verður eitt nakað broytt kyndilslið, sum fer á vøllin í vetur, og Claus Rasmussen er spentur at síggja, hvussu liðið fer at síggja út við nýggjum venjara og uttan tveir týðandi leikarar frá farna kappingarári. – Eg haldi, at tað er øgiliga spennandi, at Kyndil hevur fingið sær ein spanskan venjara. Hvussu kemur tað at síggjast aftur á vøllinum, at man hevur fingið ein nýggjan, spanskan venjara. Við einum nýggjum venjara, sum einki kennir til føroyskan hondbólt, byrja allar í hópinum púra á jøvnum, og tað kann vera ein stórur fyrimunur, heldur Claus Rasmussen. Hann heldur, at liðið hjá Kyndli er væl blandað við bæði royndum og ungum leikarum, men hann er tó eitt sindur í iva um, hvussu liðið er fyri á málmanspostinum. – So hava tær sjálvandi eisini mist Mariannu Eystberg og Turið Arge, og tað eru tveir stórir missar, men tað kann sjálvandi eisini geva pláss fyri øðrum, sigur hann. Claus Rasmussen er tó ikki í iva um, at sjálvt um Kyndil hevur mist lyklaleikarar, so kemur liðið at vera við í odda­ stríðnum saman við VÍF og Neistanum