Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2016 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 18 HONDBÓLTUR 2016-2017 VÍF vil upp á tindin Hóast tað er ógreitt við nøkrum av profilunum, so eru vónirnar í Vestmanna góðar. – Málið er at koma í báðar finalurnar, og helst at koma upp á tindarnar í báðum, sigur VÍF-venjarin, Geir Wardum Kvinnuliðið hjá VÍF mundi í fjør hava ein hin sterkasta hópin í Hvonndeildini, men úrslitini vóru ikki í tráð við málsetningarnar, tí VÍF stóð einans eftir við einari taptari steypafinalu. Høvuðsorsøkin var, at tað í kappingarárinum í fjør var mannfall í Vestmanna. Liljan Djurhuus og Agnas Olsen gjørdust við barn, meðan Marianna Holm Jacobsen fekk álvarsligan skaða í armin. Liljan og Agnas hava báðar átt, og Liljan er byrjað at venja aftur. Hon verður tó neyvan við í dysti fyrr enn um nakrar vikur. Marianna Holm Jacobsen er komin fyri seg aftur eftir bruna í arminum, men nú hevur ein nýggjur – møguliga álvarsligur – skaði stungið seg upp. Tað er galið við krossbandinum, og ein skanning fyrsta dagin skal staðfesta, um tað er slitið. Nýtt lið Geir Wardum er framvegis høvuðs­ venjari hjá VÍF-kvinnunum, og í ár sær liðið hjá honum nakað øðrvísi út. Hann hevur fingið dóttir sína, Marionnu G. Eystberg, til Vestmannar úr Kyndli, og saman við henni er Turið A. Samuelsen komin. Eisini er U18- landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen, komin úr H71 at mynda mál­manstoymið saman við Viviann Petersen. Geir, sum afturat sær í venjara­ toym­in­um hevur norska Fredrik Wollan, er væl nøgdur við at til­ gongdina. – Tær geva liðnum breidd og enn betri skotstyrki enn vit høvdu framman­undan. Tær geva kvikleika og betri kontra­spæl, og tær kunnu eisini matcha tað, sigur Geir og heldur fram: – Tað er spælið, ið eg vil hava fram, og sum eg royndi at spæla fyrru hálvu í fjør. Tað eydnaðist væl. Tað er spælið, mær dámar best; at fáa ferð á og gera tað stuttligt fyri áskoðararnar. Hóast tilgongdina, so eru tað fleiri spælarar, sum í løtuni ikki eru dystarklárar. Durita Christophersen, Liljan Djurhuus, Agnas Olsen, Annika Poulsen, Eileen Súsanna Hansen og Rakul Joensen eru ikki byrjaðar at venja av álvara, og so er tað eisini ógreitt við Marionnu Holm Jacobsen. – Skaðin hjá Marionnu er ein strika í roknskapinum, men um Liljan og Agnas koma í gongd, so hevði tað hjálpt ein heilan deil, sigur Geir. Avloysarin Um skaðin hjá Marionnu Holm Jacobsen vísir seg at vera álvarsligur, sum ótti er fyri, so verður tað væntandi ein onnur Marianna, nevniliga Geirsdóttir Eystberg, sum skal loysa hana av sum skot­sterki leik­arin á vinstra bakki. Venjari og pápi hennara er tó eitt sindur ivasamur. – Sjálvandi kann hon loysa hana av, men hon er 18 ár, so tað er avmarkað hvussu nógv trýst man kann leggja á hennara herðar. Tað er ov lítið at hava eina á tí plássinum, vit skulu gjarna hava tríggjar, sigur Geir. Liljan Djurhuus er tó byrjað at venja aftur eftir barnsburð, og Geir metir, at hon er klár at spæla dyst aftur um ein góðan mánaða. Finalurnar Tað hevur ikki gingist væl hjá VÍF at fáa venjingardystir í lag. Geir sigur, at tey hava spurt øll feløgini í landinum, men at næstan hevur játtað. Ein venjingardyst skuldu tær spæla í Vági, men hann varð avblástur tí at Smyril ikki sigldi fyri veður. Fyrsti dystur síðani síðsta kappingar­ár var tískil stór­steypa­dyst­ urin ímóti Neistanum. Gamaní tapti VÍF, men Geir er stak væl nøgdur við at tað eydnaðist at trýsta Neistan, sum er komið væl longri í fyri­reiking­un­um vegna evropeisku løt­tøkuna. – Málið er at koma í báðar finalur­ nar, og helst at koma á tindarnar í báðum. Men málið má endurskoðast í tráð við hópin, sigur Geir Wardum, venjari. VENJARAR Geir Wardum og Fredrik Wollan MÁLVERJAR Vivian Petersen og Annika Fríðheim Petersen ÚTILEIKARAR Randi Virgarsdóttir, Beinta Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Lív Ingolfsdóttir, Kathe Dahl Frederiksen, Marianna Holm Jacobsen, Marianna Geirsdóttir Eystberg, Turið Arge Samuelsen, Daniella Joensen, Brynja Rógvadóttir, Ronja Johannesen, Jórunn Gudmundsen, Heidi Maria Akselsen, Liljan Djurhuus, Agnas Olsen, Tóra Seloy og Rúna Olsen Claus Rasmussen, viðmerkjari: VÍF HEVUR EITT ØGILIGA SPENNANDI LIÐ Geir Wardum, venjari hevur fingið munagóðan styrk til liðið, so VÍF-liðið er styrkt nógv. Dóttir hansara, Marianna G. Eystberg er saman við Turið Arge, komin úr Kyndli, og so vænti eg eisini, at Liljan Djurhuus og Agnas Olsen koma aftur eftir barnsburð nokk so skjótt, og tað fer at styrkja liðið heilt nógv, sigur Claus Rasmussen. Hann heldur, at tilgongdin av serliga Turið Arge hevur styrkt kontra­spælið hjá VÌF nógv, og tað er júst nakað, sum Geir Wardum leggur stóran dent á sambært Claus Rasmussen. Ein annar fyrimunur hjá VíF er, at talan er um eitt rætti­liga ungt lið, og tað merkir, at tær eru grammar og vilja renna nógv og arbeiða hart fyri liðnum, sigur Claus Rasmussen. Men VÍF-liðið hevur tó eisini mist ein týðandi leikara í eina tíð. Eg veit, at Marianna Holm Jacobsen ikki verður við fyrstu tíðina orsaka av skaða, og tað er ein stórur missur, sigur Claus Rasmussen. Hann heldur, at liðið hjá VÍF er øgiliga spennandi og kemur at liggja heilt uppi í toppinum. – Men manglandi rutina á liðnum kann vera avgerandi, sigur Claus Rasmussen at enda.