Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2016 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 20 HONDBÓLTUR 2016-2017 Stjørnan byrjar av nýggjum – Tað verður byrjað av nýggjum í øllum felagnum. Vit skulu hava gomlu Stjørnuna aftur, men hetta kann fara at taka nøkur ár, sigur Mina Sirdal, sum ikki var við á liðnum hjá Stjørnuni í fjør orsakað av barnsburði Tað hevur ikki gingið væl í kvinnuliga hond­bólts­felagnum í Klaksvík, Stjørnuni, seinastu árini. Úrslitini hava verið svikalig, og í fjør endaði Stjørnan á aftasta plássi eftir, at VB yvirhálaði klaksvíkingarnar í seinasta leikumfari. Við sínum átta meistaraheitum er Stjørnan næstmest vinnandi felagið í føroyskum kvinnuhondbólti, og tískil er talan um eitt felag, sum vanliga plagar at vera at síggja í oddinum í føroyskum kvinnuhondbólti. Nú byrjar Stjørnan av álvara av nýggjum og leggur seg eftir at koma aftur á tindarnar - men tað fer at taka nøkur ár. Við aftur eftir barnsburð Ein av »,nýggju« leikarunum hjá Stjørnuni hetta kappingarárið er 20 ára gamla Mina Sirdal, sum ikki spældi við í farna kappingarári, tí at hon átti barn í oktober. Mina Sirdal greiðir frá, at tað kann vera ringt sum hondbóltsleikari at røkka sama støði, sum ein hevði áðrenn ein barnsburð, men hon hevur tveir av størstu kvinnuligu hondbóltsprofilunum í Føroyum sum fyrimyndir á hesum økinum. – Tað kann vera ringt at koma upp á sama støði, sum man var á áðrenn. Men tað eru dømi um, at leikarar í roynd og veru blíva betri eftir at hava átt barn. Tað sæst hjá Marjun Danberg hjá Neistanum og Turið Arge hjá VÍF, ið eru blivnar betri eftir, at tær komu aftur á vøllin eftir barnsburð. So tað ber til, sigur Mina Sirdal. Byrja av nýggjum Til hetta kappingarárið hevur Stjørnan ikki nakað greitt mál fyri, hvar besta kvinnuliðið skal enda í kappingini. Fyrst og fremst skal alt felagið byggjast upp av nýggjum. – Okkara fremsta mál er at arbeiða við liðnum. Vit hugsa ikki nógv um, hvar vit skulu enda í kappingini, men sjálvandi ynskja vit ikki at enda aftast. Men nógv er broytt í Stjørnuni. Vit hava fingið nýggja nevnd, ið hevur lagt ein nýggjan leist fyri felagið. Vit leikarar skulu eisini læra at kenna hvønn annan betur. Sjálvandi fara vit eftir at vinna, men tað er ikki fremsta mál, sigur Mina Sirdal. Ongin útlendingur verður at síggja hjá Stjørnuni í ár. Heldur verða tað tær ungu, ið fara at ganga á odda. – Vit hava nógvar ungar leikarar á liðnum. Nógvar nýggjar eru komnar upp, sum eru sera góðar. Serliga eru tað Tóra Eliasen og Sonja Sirdal, ið eru ímillum bestu leikararnar hjá okkum, sigur Mina Sirdal. Felagið skal byggjast upp aftur Í samsvari við, at úrslitini eru versnað nógv, so er tað eisini blivið meira og meira tómligt í KÍ-høllini, tá ið Stjørnan spælir dyst. Nú verður vónað og arbeitt fyri, at Stjørnan aftur verður at síggja á tindunum í føroyskum kvinnuhondbólti í framtíðini. –  Áhugin hongur saman við úrslitinum. Tá ið vit byrjaðu at tapa nógv fyri nøkrum árum síðani góvust fleiri, og tað var onki skil á felagnum. Men nú verður roynt at byrja av nýggjum í øllum felagnum. Vit skulu hava ta gomlu Stjørnuna aftur. Men hetta er ein tilgongd, ið kann fara at taka nøkur ár, sigur Mina Sirdal. Vilja vera ímillum fýra tey fremstu Hóast Stjørnan ikki hevur nakað greitt mál fyri plaseringina í ár, so trýr Mina Sirdal uppá, at Stjørnan kann enda ímillum fýra tey fremstu - tó ikki meir enn tað. - Vit vunnu við 13 málum ímóti StÍF í venjingardysti herfyri, so eg tori at siga, at vit fara eftir at enda framman fyri bæði StÍF og VB. Møguliga eisini Kyndil. Eg giti, at Stjørnan endar nummar 3-4 í ár, sigur Mina Sirdal at enda. VENJARAR Una Váðklett og Annika Ljósstein MÁLVERJAR Marita á Fríðriksmørk og Lone Bejer ÚTILEIKARAR Mina Sirdal, Kristina Poulsen, Paula Leivsgarð, Ella Petersen, Tóra Eliasen, Sonja Sirdal, Jórun Nielsen, Hanna Brandal, Jancy Jacobsen og Durita Ljóstein Claus Rasmussen, viðmerkjari: STJØRNAN SKAL BYGGJA UPP AV NÝGGJUM Stjørnan var í mong ár odda­ fiskurin í føroyskum kvinnu­ hond­bólti. Men seinastu árini hevur pílurin peikað niður­ eftir hjá Stjørnuni, og Claus Rasmus­sen heldur, at nú skal Stjørnan bara fokusera uppá at byggja upp heilt av nýggjum. – Tað hevur verið keðiligt at sæð gongdina í Stjørnuni. Nú ræður bara um at byggja upp av nýggjum. Hópurin er smalur, men tað er umráðandi, at tey nú taka í egnan barm har norðuri og byrja eitt nýtt lið við ungum og lokalum leikarum, tí har eru nógvir ungir og evnaríkir leikarar í Klaksvík, sigur Claus Rasmussen. Hann væntar, at Stjørnan kemur at liggja heilt í botnin­ um, men at tað ræður um hjá klaks­vík­ingum um at standa saman um liðið, tí tað er ógvu­ liga umráðandi fyri Klaksvík og fyri allar Hondbólts-Føroyar, at man hevur eitt kvinnulið í Norðoyggjum. – Eg vóni veruliga, at nýggja nevndin í Stjørnuni fær bygt upp av nýggjum, og at man fer at standa saman um liðið har norðuri, tí tað er einki at ivast í, at tær koma at fáa tað trupult. Men tilfarið til eitt gott lið í framtíðini er í felagnum, sigur Claus Rasmussen.