mikudagur 15. september 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 15. september 2004
17
Trupulleikar hjá
føroyskum fiska-
framleiðarum at fáa
fatur á nóg mikið av
rávøru kunnu verða
loystir í næstum - tá
tað verður møguligt
hjá føroyingum at
innflyta fisk úr triðja-
londum og útflyta
fiskavørur harav til
ES sum føroyskar
HANDILSAVTALA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Bakkafrost á Glyvrum hev-
ur úr at gera í løtuni. Tey 80
starvsfólkini á virkinum
skera hvørja viku millum
110 og 140 tons av laksa-
portiónum at útflyta til ES
marknaðin. Tann peninga-
ligi umsetningurin av hes-
um virksemi liggur millum
hálvatriðju og fýra millión-
ir krónur um vikuna, og
hetta skal kunna geva vinn-
ing um alt gongur sum tað
skal. Tað sær tað eisini út til
at gera.
Men um eitt ár er trot á
føroyskum laksi og tað
merkir at so er eingin
rávøra til Bakkafrost, og
sama søga ger seg galdandi
fyri aðrar framleiðarar av
føroyskum laksi so sum
Faroe Seafood Processing
Fuglafjørður – tað er, um
ikki alternativar loysnir
finnast.
Tey ið varða av hesum
virksemi hava via Vinnu-
húsið og aðrar instansir
greitt frá at rávøru grundar-
lagið í Føroyum er um at
hvørva hvat laksi viðvíkur,
samstundis sum tað er
óstøðugt hvat øðrum fiska-
sløgum viðvikur. Hvat er tá
til ráða at taka?
Loysnin er innflutningur
av fiski úr triðjalondum til
virðisøking í Føroyum og
víðari útflutning til ES
uttan um tollmúrarnar. Alt
bendir á at ein avtala um
hesi viðurskifti er á trapp-
uni.
Russland ikki við
– Mong virkir seta stórar
vónir til at Føroyar koma
við í eina skipan fyri
kumulering, segði vinnu-
ráðgevin
Hans
Jákup
Mikkelsen.
– Undanfarna Landsstýri
var komið rættiliga langt
ávegis og eg rokni við at
málið er komið víðari við
núverandi Landsstýri. Tá
var tað upp á tal at ein
avtala skuldi kunna koma í
gildi við ársbyrjan 2005.
Sum skilst hevur málið
rullað sína regluliga kós
síðani tá.
– Bæði undanfarna og
sitandi Landsstýrið hava
arbeitt við at fáa Føroyar
við í í ta pan-europeisku
skipanina fyri kumulering,
segði Herluf Sigvaldsson,
deildarstjóri á Uttanlands-
deildini hjá Løgmansskriv-
stovuni.
– Málið er nú í Bruxelles
við at verða lagt fyri ES
ministararáðið
og
her
heima
fyri
Uttanríkis-
nevndina hjá Løgtinginum.
Avgerðirnar verða tiknar av
ES ministararáðnum og
løgmanni, tó skal avtalan
formliga góðkennast av
Felagssnevndini hjá Før-
oyum og ES. Vónandi kann
tað formella undirskrivast
tá Felagssnevndin hevur sítt
ársfund í november, á hes-
um sinni í Havn.
Heilt uttan trupulleikar
hevur tað ikki verið at
koma fram til hesa handils-
avtalu.
– Trupulleikin hjá Føroy-
um hevur verið at fáa laks
og rækjur við í avtaluna,
segði Hans Jákup Mikkel-
sen.
– Men eg havi nú skilt at
tær eru við, tó havi eg ikki
fingið hetta váttað.
Sambært tær upplýsingar
vit hava fingið umfatar av-
talan allan botnfisk um-
framt rækjur og laks. Hetta
merkir í praktikkinum at
føroyingar kunnu keypa
fisk úr Noreg og Íslandi og
tilvirka hann her fyri síðani
at senda flak, portiónir og
annað til ES marknaðinum
sum fiskavørur við før-
oyskum uppruna.
Russland roknast ikki
millum tey umfataðu triðja-
londini, sum annars eru:
Bulgaria, Sveits íroknað
Liechtenstein, Tjekkiska
Lýðveldið,
Estonia,
Ungarn, Ísland, Lithuania,
Latvia,
Noreg,
Poland,
Romenia, Slovenia, Slovak-
iska Lýðveldið og Turka-
land.
Ráðið fyri Ferðslu-
trygd hevur júst latið
úr hondum hagtøl,
sum sýna sambandið
millum tal av bilum
og tey, ið fáa deyða-
mein í ferðsluni
FERÐSLA
www.rff.fo
Tað eru 82 ár liðin síðan
fyrsti bilurin kom til Før-
oya. Fyrsta ferðsluvanlukk-
an, ið kravdi mannalív,
hendi í 1928, og higartil
hava 248 fólk látið lív í
ferðsluni her á landi.
Hildið verður álítandi, at
fyri hvønn tann, sum doyr í
ferðsluni, verða 25 fólk
skadd, og av teimum fáa
10% varandi mein. Sam-
svarandi hesum hava tí o.u.
6200 fólk fingið skaða í
ferðsluni, og av teimum
hava 620 fingið varandi
mein.
Í
1950-1960-árunum
doyðu 4-5 fólk í miðal um
árið í Føroyum fyri hvørji
100.000 fólk.
Í
árunum
1970-1979
veksur hetta talið til 13, frá
1980-1989 til 20, og í
árunum 1990-2001 minkar
tað so niður í 10 deyð fyri
hvørji 100.000 fólk.
Seinnapartin í 80-árun-
um, tá ið ringast stóð til,
doyðu 23 fólk fyri hvørji
100.000 fólk í ferðsluni í
Føroyum.
Sammett við onnur lond,
vóru Føroyar tá millum tey
ringast
staddu
lond
í
Evropa á hesum øki, tí bara
Portugal og Grikkaland
høvdu hægri tøl, enn vit tá
høvdu.
Í 90-árunum lækkaði
talið niður um helvtina, og
tey seinastu fýra árini er
miðaltalið farið niður um 4
deyð um árið ella 6,9 fyri
hvørji 100.000.
Henda positiva gongd
hevur borið við sær, at nú
eru Føroyar komnar ájavnt
við Danmark, og eru annars
í hølunum á Noregi og
Svøríki, sum, saman við
Bretlandi, hava frægastu
ferðsluviðurskifti í heimin-
um, nevnliga 6-7 deyð fyri
hvørji 100.000 fólk.
Innfluttur fiskur skal útflytast
sum føroyskur
Akfør og ferðsluvanlukkur
Talvan sýnir sambandið millum samlaða talið av akførum og
ferðsluvanlukkur, har fólk hava latið lív
Hetta skal avtalan innibera
Sum vit hava skilt tað, so skal avtalan um paneur-
opeiska kumulering geva til dømis hesar møguleik-
ar:
Keypa laks úr Noreg og virka hann til flak ella
portiónir og selja hann til ES við norskum uppruna;
Keypa laks úr Noreg og roykja hann og selja hann til
ES við føroyskum uppruna;
Selja laks til Noregs sum so verður skorin til flak
ella portiónir og seldur til ES við føroyskum
uppruna;
Selja laks til Noregs sum so verður royktur og seldur
til ES við norskum uppruna.
Laksur fær føroyskan uppruna um hann verður
royktur, marineraður ella á annan hátt transformer-
aður. Um laksurin verður skorin til flak ella portiónir
skiftir hann bert uppruna, um hann verður virðisøkt-
ur meira enn rávøran kostar. Hinvegin, um hann ikki
verður virðisøktur meira varðveitir hann norskan
uppruna; tað vil siga at upprunin verður ikki verri
enn tað.
Avtalan umfatar onnur lond enn Noreg, millum
annað Ísland, og onnur fiskasløg enn laks, millum
annað tosk og annan botnfisk.
FAKTA
Tøka av laksi uttan fyri Haldarsvík. Nú alt bendir á at trot
verður á føroyskum laksi, kunnu virkini ístaðin innflyta laks
úr Noreg fyri at tilvirka hann í Føroyum og útflyta hann sum
føroyskan
Foto: Jens Kristian Vang
17
16
Nr. 175 - 15. september 2004
Heimsins mest fram-
komni pallur borar í
løtuni ein brunn fyri
m.a.føroyska olju-
felagið Atlants
Kolvetni sunnan fyri
markið. Loyvis-
havararnir hava
góðar vónir um at
gera eitt fund
OLJULEITING
Jan Müller
Tað eru nú gingnir umleið
25 dagar, síðani ein av
heimsins størstu og mest
framkomnu
boripallum,
Erik Raude (Eirikur Reyði)
fór undir at bora ein leiti-
brunn í bretskum øki og
skamt frá føroyska marki-
num, fyri m.a. føroyska
oljufelagið Atlants Kol-
vetni.
Hóast luturin hjá før-
oyska felagnum er sera
avmarkaður, 1%, so er tað
kortini lutfalsliga nógv fyri
eitt lítið felags sum Atlants
Kolvetni, sum hevur møgu-
leika at hækka sín part til
2,5%. Tað er stóra og kenda
bretska oljufelagið BG ella
British Gas, sum stendur
fyri hesi spennandi og eis-
ini kostnaðarmiklu boring-
ini í Bedlingtonprospektin-
um, umleið 30 kilometrar
sunnan fyri verandi oljufelt
Foinaven og Schiehallion
og umleið sama tein frá
markinum.
BG eigur heili 82% í
loyvinum, meðan danska
DONG eigur tey restandi
17%. Ætlanin er at bora í
41 dagar, so boringin er
komin gott og væl í helvt.
Vilhelm Petersen, stjóri í
Atlants Kolvetni er sera
spentur, nú felagið fyri
fyrstu ferð luttekur í eini
leitiboring í útlendskum
øki. Felagið var eisini við í
brunninum, sum varð bor-
aður í bretskum øki nøkur
ár herfyri í sambandi við
Marjunfundið, men tað var
ein sokallaður avmarking-
arbrunnur, og tí er ikki
skeivt at siga, at Bed-
lington-brunnurin er fyrsti
veruligi leitibrunnur, sum
føroyska felagið er við í
uttan fyri landoddarnar.
Sosialurin skiljr, at fleiri
mál eru í boringini. Borast
skulu umleið 4000 metrar
og er hetta rættiliga djúpt
sammeta vit við aðrar
brunnar, sum eru boraðir
vestan fyri Hetland. Marj-
unboringin gekk niður á
umleið 4200 metrar.
Sum skilst eru vónirnar
til brunnin stórar. Tað mugu
tær í hvussu er vera hjá BG,
sum upprunaliga átti 40%
av loyvinum men keypti
42% aftrat frá Amerada
Hess. Við øðrum orðum
hevur BG heili 82% av
øllum váðanum, og tað er
sera nógv í hesi vinnuni.
Tað merkir eisini, at jarð-
frøðingarnir hjá felagnum
hava rættiliga stóra tiltrúgv
uppá, at her er stórur
møguleiki fyri at gera eitt
fund.
Vit hava spurt Vilhelm
Petersen, hvussu tað so ber
til, at eitt felag sum
Amerada Hess sleppur sær
av við sín part av hesum
loyvinum. Hann sigur, at
hetta tykist at vera í tráð við
politikkin hjá felagnum í
Norðsjónum og Europa
sum heild. Hess er við at
taka seg út úr fleiri og fleiri
londum í hesum partinum
av heiminum og raðfestir
harafturímóti leiting í øðr-
um pørtum av heiminum
størri. Eitt nú seldi Hess
sín part í krúnjuvelinum
hjá sær, Scott-feltið, her-
fyri. Tað var fyristøðufelag.
Vilhelm Petersen sigur
annars, at Atlants Kolvetni
er komið rættiliga langt við
ætlan síni at tekna nýggjan
partapening. Eitt prospekt
er gjørt og verður tað al-
ment um mánaðaskiftið
oktober-november. Tá hev-
ur felagið so heimild at
tekna upp til 30 mill. kr. í
nýggjum
partapeningi.
Hetta er so eisini fyrstu
ferð, at møguleiki eisini
verður hjá útlendingum, at
seta
pengar
í Atlants
Kolvetni. Peningurin skal
m.a. brúkast til luttøkuni í
trimum feltum á bretskum
øki, sum føroyska felagið
hevur keypt partar í. Við
hækkandi oljuprísum kann
hetta gerast ein góð forræt-
ning skilst.
Spenningur
Tríggir aðrir áhugaverdir
brunnar eru boraðir á
Atlantsmótinum í summar.
Allir á bretskum øki. Enn
er einki komið út alment
um úrslitið av hesum bor-
ingum, men tað hevur
kortini ljóðað í oljuverðini,
at talan kann vera um fund,
og at møguleiki er fyri, at
tað verða útbyggingar til
bæði gass og olju. Leiti-
brunnarnir, sum talan er
um, eru tveir beint við før-
oyska markið, Cambo
(Lindisfarne) og Lochnagar
(Rosebank) og so eisini ein
avmarkingarbrunnur
í
Lagganfeltinum, har talan
er um gass.
Um vit nú ímynda okk-
um, at í hvussu er ein ella
tveir av hesum íalt fýra
brunnum vestan fyri Het-
land, eru lønandi fund og
kunnu útbyggjast, so kemur
tað at seta heilt nýtt fokus á
Atlantsmótið og fer tað so
eisini at kunna ávirka áhug-
an fyri leiting í føroyaøki-
num, eitt nú eini komandi
2. rundu. Allar umrøddu
boringar eru "tight hole"
tvs. at eingir upplýsingar
fara út um úrslitið, í hvussu
er ikki enn.
Um nakað áhugavert
spyrst burtur úr hjá Atlants
Kolvetni
sunnan
fyri
markið fer tað at knýta Før-
oyar uppaftur tættari at al-
tjóða oljuvinnu.
Tað er eisini áhugavert at
merkja sær, at eitt av teim-
um mest áhugaðu oljufe-
løgunum á føroyska land-
grunninum, danska DONG,
er við í øllum teimum fýra
brunnunum, sum vit hava
umrøtt omanfyri og sum eu
og verða boraðir vestan fyri
Hetland.
Eirikur Reyði leitar eftir
olju fyri føroyingar
Vit síggja hvar Bedlingtonbrunnurin verður boraður í P.1017 loycinum
Eirikur Reyði er ein av heimsins størstu og best útgjørdu boripallum. Nú borar hann m .a. fyri føroyska oljufelagið Atlatns
Kolvetni. Mynd Atlantic Petroleum
Atlants kolvetni er við í fleiri útbyggingum í Norðsjónum
C
M
Y
K
16