hósdagur 15. september 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
16. september 2016
Føðidelidin á Tvøroyri er heita evnið
hjá suðuroyingum í hesum døgum
Læknaligu tilmælini bæði frá serfrøðini siga,
at tað er ikki ráðiligt at lata barnakonur eiga
á Tvøroyri. Tað er snøgt sagt ikki nóg trygt.
Seinastu vikuna hava Sosialurin og in.fo
skrivað um upplivingar, sum barnakonur í
Suðuroynni hava havt. Mánadagin tosaðu
vit við kvinnu, sum átti umborð á Smyrli,
tí læknarnir ikki vildu taka ímóti henni á
Tvøroyri.
Ein skeiv avgerð, sum Suðuroyar Sjúkra
hús eigur at fáa toyggið fyri. Tí føðidelidin
er ikki latin aftur. Føðideildin á Tvøroyri er
ein akuttføðideild. Tað merkir, at er okkurt
átroðkandi skulu kvinnur sleppa at eiga har.
Einki meir ella minni.
Mikudagin skrivaðu vit um barnakonu,
sum er strongd, tí hon einki fær at vita um,
hvussu hon skal búgva fríggjadagin, tá ið
hon skal norður til Havnar at bíða eftir
barninum. Hon er eisini ónøgd við, at hon
ikki fær eina íbúð til sín og familjuna, hóast
hon hevur staðið á bíðilista leingi. Vantandi
samskifti her millum barnakonuna og skip
anina er ein apa, sum liggur hjá ljósmøðru
num á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Karmarnir á Gestalon kundu verið
frægari, og sum skilst er farið at bøta um
umstøðurnar. Men at barnakonan ikki veit
hvat vendir upp og niður er sambært skjali,
gjørt av Suðuroyar Sjúkrahúsi og Lands
sjúkrahúsinum, ein bóltur, sum liggur hjá
ljósmøðrunum í Suðuroynni.
Í blaðnum í dag hitta vit kvinnu, sum í
mars í 2015 átti ein fjølbrekaðan son. Drong
urin fekk ikki ilt og er tí sera heilaskaddur.
Orsøkin er sambært tí, sum mamman hevur
fingið at vita á Ríkissjúkrahúsinum, at keis
araskurðurin ikki gekk nóg skjótt fyri seg.
Í øllum rokanum um føðideildina er um
ráðandi at skilja ímillum teir ymisku trupul
leikarnar. Ja, samskifti skal vera betur.
Og ja, Gestalonin skal hava betri umstøð
ur. Men har frá og so til at siga, at føðideild
in í Suðuroynni skal uppraðfestast, hóast
læknaligu tilmælini øll tala ímóti tí, er púra
ørt.
Trygdin má til eina og hvørja tíð vera tað,
sum hevur størsta týdning. Tað er skilligt,
at familjur í Suðuroynni heldur vildu átt á
Tvøroyri enn at ganga í Havn í fleiri vikur.
Men tá serkunnleikin sigur, at tað er ov
ótrygt fyri barn og mammu, so má alt annað
víkja.
Møðgurnar Rúna og Birgit Sivertsen stilla báðar
um á listanum hjá Nýggjum Sjálvstýri í Klaksvík.
Rúna Sivertsen hevur royndir frá landspoli
tikki, tí hon umboðaði Fólkflokkin á tingi fyri
Anfinn Kallsberg, løgmann, undir fullveldis
landsstýrinum frá 1998-2004.
Hin yngra, Birgit, er forkvinna í ungmanna
felagnum, Ungt Sjálvstýri.
Rúna Sivertsen sigur í tíðindaskrivi, at hon
fer at arbeiða fyri rættindum hjá børnum og
eldraøkinum.
Birgit hugsar um
bústaðarmøguleikar,
umstøður hjá teimum
lesandi og um eitt ríkt
mentanarlív.
Mugu fylgja fagligum tilmælum
Møðgur stilla
upp í Klaksvík
Býráðsval
Samband ella loysing
Les eisini blaðið
á telefonini
Farin frá loysing
til samband
Fólkaatkvøðan í ‘46
síða 13
10 teir mest seldur
bilarnir higartil
síða 30-31
Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður
við ábyrgd fyri fólkaatkvøðum
»Velja Samband ella loysing á einari fólkaat
kvøðu. Alt annað tos um stjórnarskipan/grund
lóg er teoretiskt uttanumtos. Gud gævi at vit pol
itikarar fáa mót til at spyrja okkara fólk hendan
spurning«
Stór óvissa valdar um framtíðina hjá
skúladeplinum Glasir í Marknagili
– Í løtuni er støðan ruðuleikakend og merkt
av óvissum, tí er neyðugt at fáa ein óheftan
triðja part inn, sum ikki hevur verið partur
av verkætlanini, og sum kann geva eina fat
an av, hvat vendir upp og niður, sigur Sonja
Jógvansdóttir í tíðindaskrivi í dag.
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkating
kvinna, vísir á, at tað standa so nógvir
spurningar ósvaraði í samband við Glasir, m.
a. tíðarætlanin, trygd og hitaskipan, at í veru
leikanum er torført at fáa greiðu á hvussu
standurin á verkætlanini er.
Hon vísir á, at tað er ringt hjá politiska
myndugleikanum at taka eina greiða støðu í
hesum málið, tá tað er so torskilt.
Sonja Jógvansdóttir vil ikki áleggja nøkrum
skuldina fyri málið, men kann bert staðfesta, at
tvístøðan millum byggiharra og arbeiðstakara
hevur gjørt tað ringt hjá leikfólkið at gera
mun hvat er rætt og hvat er skeivt í málinum.
Tí mælir hon til, at verkætlanin verður sett á
time-out, soleiðis at eitt uttanvelt eftirlit kann
koma inn og gera eina støðulýsing av málinum.
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Sonja mælir til time-out
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin