mikudagur 15. september 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 15. september 2004
19
Talvið hesa vikuna
Kasimdzhanov,R (2640) -
Sutovsky,E (2679)
Pune IND (9), 12.09.2004
1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.c3
Rif6 4.Be2 Bd7 (Rixe4 er
sjálvsagt tabu orsakað av
Fa4+ og síðani Fxe4)
5.Fc2 Bc6 6.d3 Ribd7
7.Ribd2 Rc8 8.d4 cxd4
9.Rixd4 g6 10.0—0 Bg7
11.Rixc6 bxc6 12.Rib3
0—0 13.Be3 c5 14.Rad1
(Hvítur hevur kanska ein
lítlan
fyrimun
við
bispaparinum) 14...Fc7
15.f4 Fc6 16.Rid2 Rb8
17.Bf3 Fa6 18.b3 Rie8
19.Ric4
Rib6
20.Be2
Rixc4 21.Bxc4 Fa5 22.e5!
dxe5 23.f5 Rid6 24.fxg6
hxg6
Støðumynd
eftir
24...hxg6
25.Rxd6! (Helst vinnandi
leikur, hóast lív er enn í
støðuni)
25...exd6
26.Fxg6 Fxc3 (Einasti
leikur fyri at verja g7)
27.Bh6 Fd4+ 28.Kh1 e4
29.Bxf7+
Rxf7
(Kh8
tapur
vegna
Fh5)
30.Fxf7+ Kh8 31.Fh5
Bxh6
32.Fxh6+
Kg8
33.h3 (Soleiðis, nú er
rókurin leysur) 33...Fg7
34.Fe6+ Kh8 35.Rf5 1—0
Viswanathan Anand
hevur givið indiskari
telving øgiligan
íblástur, og nú skipar
heimsins størsta
demokrati eisini fyri
sterkum stór-
meistarakappingum
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
34 ára gamli Anand - sum
kanska er heimsins sterk-
asti telvari í løtuni - hevur
næstan vunnið seg fram á
Garry Kasparov. Einans 35
ratingstig eru á muni og
skjótt fer Anand helst yvir-
um magiska 2800-markið.
Hann hevur í løtuni 2782.
Slíkt bragd viðførir ein
nátúrligan áhuga í heim-
landinum. Fyri umleið fýra
árum síðani átti India ein-
ans tríggir stórmeistarar,
men nú eru ellivu indiskir
telvarar við sterka heitin-
um. Tann næsti eftir Anand
í India, er Krishnan Sasi-
kiran við 2666.
Eisini
organisatoriskt
førkar India seg frá einum
talvligum u-landi til eitt
lokkandi land at royna seg
á teimum 64 puntunum. Í
býnum Pune skipaðu talv-
áhugaðir í døgunum 2-12.
septembur fyri teirra fyrstu
altjóða stórmeistarakapp-
ing. Miðalratinging fyri teir
tíggju luttakararnir var
heili 2630.
Rumenin Nisipeanu, ið
nærkast 2700-markinum,
legði út sum ein stormur og
hevði leingi trygga leiðslu.
Men eitt tap og nakrir
javnleikir viðførdi at Fide-
heimsmeistarin
Kasimz-
hanov loksins fekk hann
aftur. Legendan Beliavsky,
sum seinastu 30 árini hevur
verið í topp 50, hevði eina
heldur keðiliga kapping,
men fekk tó eftir eina ringa
byrjan bart seg uppá 50%
skoru. Sasikiran skuffaði
við einans fýra stigum.
Endaliga støðan
Nisipeanu
(2686) 6,0/9
Kasimzhanov (2640)
6,0
Harikrishna
(2609)
5,0
Beliavsky
(2679)
4,5
Azmai
(2679)
4,5
Sandipan
(2555)
4,0
Sasikiran
(2666)
4,0
Ganguly
(2574)
4,0
Kunte
(2532)
3,5
Sutovsky
(2679)
3,5
Sigur í Østerbro
Terji Petersen og yvirritaði
luttóku um vikuskiftið í
einari talvkapping í Øster-
bro. Fimm umfør uppá
tríggjar dagar.
Sjálvur var eg hægstrat-
aður í ovasta bólkinum,
sum taldi átta telvarar. Terji
var næsthægsrataður. Við
favorittrolluni lá eitt ávíst
trýst á mær, og hóast til
tíðir ótrygga telving, eydn-
aðist tað mær at vinna
kappingina við 4,5 stigum.
Terji, sum ikki hevur telvað
eina kapping síðani FM
2003 í Havnini, kom ong-
antíð veruliga í gongd.
Eftir at rustið varð bankað
av sær, hevði hann 2,5 stig
av teimum fimm umførun-
um.
Sterkasta kapping
í India
Svimjing:
Góð byrjan hjá
ungdómslandsliðnum
Leygardagin var
svimjikapping
millum íslendska
svimjifelagið Ægir og
føroyska ungdóms-
landssliðið. Føroyska
liðið var við yvirlutan
í flestu kappingun-
um, og venjarin Petur
Heðin á Fløtti, sigur,
at hann var nøgdur
við tað, sum hann sá
SVIMJING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Íslendsku svimjararnir vóru
í aldrinum 12 – 13 ár,
meðan teir føroysku vóru 12
– 14 ára gamlir. Hetta gjørdi
óivað sítt til, at føroying-
arnir vunnu meginpartin av
kappingunum. Men kortini
má hetta sigast at vera ein
góð byrjan upp á venjingina
hjá svimjarunum.
Kappingin vardi tveir
tímar, og eitt føroyskt met
varð sett.
13 ára gamla Elspa
Mørkøre úr Ægir í Klaksvík
tók metið hjá Duritu Djur-
huus í 50 m ryggsvimjing,
sum hon setti á oyggjaleik-
unum á Álandi í 1991. Tað
merkisverda er, at hetta var
sama ár, sum Elspa varð
fødd. Gamla metið var
32.79. Elspa svam teinin
upp á 32.5. Eisini setti
Elspa, sum júst er farin upp
í bólk 4, trý bólkamet, so
her er uttan iva talan um ein
svimjara, sum hevur eina
bjarta framtíð.
Ov lágt støði
Petur Heðin sigur, at før-
oysku svimjararnir taptu
bert tvær kappingar í hylin-
um í Klaksvík leygardagin,
og tí viðgongur hann, at
støðið hendan dagin kanska
var í lægra lagi fyri teir
føroysku svimjararnar.
– Men tað gekk fínt, og
eg var eisini væl nøgdur við
tað, sum eg sá, sigur før-
oyski venjarin.
Hann leggur afturat, at
kappingarárið í Føroyum
júst er byrjað, og tí eru
svimjararnir kanska ikki
rættiliga komnir í venjing
enn. Tí kundi væl hugsast,
at munurin hevði verið enn
størri, um hendan kapping-
in lá nakað seinni á árinum.
Petur Heðin sigur, at tað
er gott at byrja við kapping-
um beinanvegin í kapping-
arárinum, tí tað gevur byrj-
anini nakað eyka, sum
annars ikki hevði verðið.
Framgongd
Føroyska ungdómssvimji-
landsliðið sá dagsins ljós
fyri tveimum árum síðani.
Tað fyrsta árið tóku ymiskir
venjarar upp á skift sær av
tí, men hetta seinasta árið
hevur
landsliðsvenjarin
Petur Heðin á Fløtti tikið
sær av tí. Men tað ger hann
bert til aðalfundin hjá
Svimjisambandinum. Tá
tekur onkur annar yvir, sum
skilst.
Petur Heðin sigur, at
ungdómslandsliðið hevur
stóran týdning fyri menn-
ingina av føroysku svimj-
ingini. Her ber til at fáa fatur
á ungum, evnaríkum svimj-
arum og halda teimum til á
einum seriøsum støði.
– Her sær man eisini,
hvør vil og hvør er við til
stuttleika, sigur hann.
Tað hevur verið so, at tá
svimjararnir eru farnir upp
um 14 ár, so hava teir verð-
ið sleptir upp á fjall, um ein
kann siga tað so. Hetta fyri
at staðfesta, hvussu teir
klára seg, áðrenn teir kunnu
koma á A-landsliðið. Hend-
an royndin vísti tó, at fram-
gongdin hjá tí einstaka
svimjaranum ikki var so
góð, sum væntað, og tískil
eru fleiri sloppin at halda
fram á ungdómslandsliðin-
um fyri at halda teimum til.
Og tað hevur sambært, Pet-
ur Heðini, givið úrslit tann
rætta vegin.
Um vikuskiftið hava
svimjarar frá svimji-
felagnum Ægi í
Reykjavik verið á
venjingarlegu í Klaks-
vík. Ferðaleiðarin hjá
teimum lat væl at
ferðini og segði, at tey
høvdu góðar umstøð-
ur og fingu vant nógv
SVIMJING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Richard A. Hansen, sum er
av føroyskari ætt, var
ferðaleiðari hjá íslendska
ferðalagnum, sum taldi 18
svimjarar um 12 – 13 ára
aldur.
Svimjararnir vandu eina-
ferð leygardagin og tvær
ferðir sunnudagin. Leygar-
dagin var so eisini ein
kapping mest til stuttleika
millum íslendararnar og
føroyska ungdómslands-
liðið.
Richard A. Hansen segði,
at tey longi hava hugsað um
at fara á eina venjingarlegu
í Føroyum.
Tey høvdu ikki so nógva
tíð, men ætlanin var møgu-
liga at síggja okkurt, um
stundir vóru til tað. Annars
var tað mest í svimjihøllini,
at ferðalagið nýtti tíðina.
Tey búðu í skótahúsinum
hjá Skótaliðinum Nólsoyar
Páls.
Svimjararnir vóru væl-
nøgdir við ferðina, og
Richard segði, at hann
dugir væl at síggja fyri sær,
at tey koma aftur til Føroya,
men eisini at føroyingar
koma handanvegin á venj-
ingarlegu.
Íslendska ferðalagið kom
til Føroya fríggjadagin og
fóru av aftur landinum
longu mánadagin.
Góður túrur
Væl gekst hjá føroysku svimjarunum leygardagin. Teir vunnu nærum allar kappingarnar, og
hóast talan bert var um eina stuttleikakapping, so var hetta ein góð byrjan upp á venjingina í ár
Mynd: SáH
Petur Heðin á Fløtti hevur
vant ungdómslandsliðið í
svimjing tað seinasta árið.
Hann var vælnøgdur við tað,
sum hann sá til kappingina í
Klaksvík leygardagin
Mynd: SáH
Richard A. Hansen, sum er
av føroyskari ætt, var
ferðaleiðari hjá íslendska
svimjifelagnum
Mynd: SáH
19
Nr. 175 • mikudagur • 15. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Komandi kapping-
arár verður kravt, at
venjarar í 1. deild hjá
monnum hava
hægstu FSF-útbúgv-
ing ella eru byrjaðir
upp á hesa
FÓTBÓLTSVENJARAR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hetta er enn ein liður í til-
lagingini av føroyskum fót-
bólti, soleiðis at hesin kann
lúka tey krøv, sum UEFA
ásetur sum minstukrøvini
til ymsu deildirnar í Eur-
opa.
FSF hevur í drúgt áramál
havt
venjaraútbúgving.
Fyrst í samstarvi við DBU,
sum í fleiri ár veitti skeiðs-
instruktørar til FSF, og hesu
seinastu árini hevur Fót-
bóltssambandið sjálvt stað-
ið fyri hesum skeiðum.
Markið er á
nýggjárinum
Í leikskránni til landsdystin
móti
Fraklandi
greiddi
Rúni Heinesen, formaður í
útbúgvingarnevndini, frá,
at FSF hevur bundið seg til
hesar
treytir
mótvegis
UEFA, og at hesar treytir
verða settar øllum teimum,
sum skulu standa á odda
fyri liði í bestu deildini.
Sjálvsagt er tað eisini so,
at útlendskir venjarar ikki
so gjarna hava eina FSF-
útbúgving at vísa á, men
hava hesir eina venjaraút-
búgving, sum sampakkar
við sonevndu UEFA-pro
váttanina, verður hetta góð-
tikið, eins og Fótbóltssam-
bandið kann velja at gera
frávik. Sum útgangsstøði
verður tó sagt, at frávik bert
verða givin, um talan er um
venjara, sum hevur í minsta
lagi 5 ára royndir sum
venjari hjá sáttmálaleikar-
um, og at hann ella hon í
vetur fer í holt við at taka
FSF-góðkendu venjaraút-
búgvingina.
Nýggj útbúgving
Tá FSF í sínum krøvum
staðfestir, at talan skal vera
um hægstu FSF-útbúgving,
so verður í hesum sipað til
sokallaða B-stigið. Tað eru
tó longu nú fyrireikingar
farnar ígongd, til tess at
FSF sjálvt kann bjóða før-
oyskum venjarum skeið og
próvtøku, soleiðis at hesir
eisini kunnu røkka A-stign-
um, sum á pappírinum skal
vera avloysarin hjá so-
nevndu elituvenjaraútbúgv-
ingini.
Í løtuni er FSF í ferð við
at útgreinað innihaldið í A-
skeiðnum, soleiðis at hetta
kann fáa góðkenning frá
UEFA, og tá hetta er gjørt,
er klárt at fara í gongd við
sjálva útbúgvingina. Málið
hjá FSF er, at A-skeiðið
verður sett sum krav til
heimligar venjarar í 2010.
Mugu fylgja
krøvunum
Rúni Heinesen, sum er
formaður í útbúgvingar-
nevndini hevur havt hetta
málið um hendi seinnu
árini, og sjálvur sigur hann,
at hetta er eitt arbeiði, sum
FSF má gera, til tess at
fylgja við menningini.
– Vit eru jú partur av
UEFA, og hetta er so ein
partur av teimum standard-
krøvum, sum verða sett
limalondunum. Endamálið
við øllum hesum er sjálv-
sagt, at vit kunnu betra um
góðskuna av venjingini og
harvið eisini menna sjálvt
fótbóltsspælið.
Rúni vísir samstundis á,
at hetta er nakað, sum
hongur saman við teirri
loyvisskipan, sum FSF um-
vegis UEFA umsitur, og at
kravið tí verður sett treyta-
leyst, tó við teimum undan-
tøkum, sum eru nevnd
omanfyri.
Hartil innibera nýggju
minstukrøvini frá UEFA
krav um, at eisini ungdóms-
venjarar í ymsu feløgunum
hava FSF-útbúgving. Verð-
ur hetta ikki uppfylt, er
vandi fyri, at UEFA-peng-
arnir til ungdómsarbeiðið
ikki verða goldnir felagn-
um.
– Okkara vón er í øllum
førum, at vit kunnu eggja
føroysku feløgunum at seta
nógvar venjarar við. Hetta
er eisini ein fortreyt fyri
framhaldandi menning, og í
FSF er málið í øllum før-
um, at vit skulu kunna vera
sjálvsavgerandi í so máta,
sigur Rúni at enda.
Fer at raka
Tað er einki at ivast í, at
nýggju krøvini kunnu koma
at raka hampuliga hart í
nøkrum av feløgunum í
bestu deildini. Eitt nú hevur
B36-venjarin,
Jóannes
Jakobsen, ikki lokið FSF-
prógv sum venjari, og
spurningurin er so, hvørji
prógv teir útlendsku venj-
arar hava, sum í dag starv-
ast hjá ymsu feløgunum.
Her kann eitt nú Heine
Fernandez í HB vísa á, at
hann er í ferð við at taka
donsku eftirútbúgvingina
fyri yrkisleikarar. Aðrir útl-
endskir venjarar í Føroyum
í ár eru Krzystof Popczyn-
ski í GÍ, Flindt Bjerg í KÍ
og
Piotr
Krakowski
í
EB/Streymi.
At enda kann viðmerkj-
ast, at teir venjarar, sum
sambært kappingarskipann
FSF’s hava lokið elituvenj-
araskeiðið, eru níggju í tali.
Mynd: Rúni Heinesen
FSF hevur sum mál, at tað í
2010 skal bera til at seta
krav um, at allir venjarar í
bestu mansdeildini skulu
hava lokið A-prógvið hjá
Fótbóltssambandinum
Krøv verða sett til venjarar
Jóannes Jakobsen, sum í ár
venur B36, er ein av
venjarunum, sum kann
verða raktur av nýggju
krøvunum
C
M
Y
K
18