Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað tykist eitt sindur løgið, at um­ boð fyri vinnuna í fylgi­bólk­i­num í sambandi við fiski­vinnu­ný­skip­ anina nústani vísa sína misnøgd við, at arbeiðssetningurin hjá nevnd­ini hevur verið so bundin, at hon bara skal lýsa spurningin við upp­boðssølu – og ikki finna út av, um nú uppboðssøla er rætta loysn­ in. Hví er vinnan ikki komin við hes­um kritikki fyrr? Uppgávan hevur alla tíðina ver­ið, at marknaðartilgongd til fiski­vinnu­rætt­indini er partur av ar­beiðs­setn­ing­i­num. Tí er tað eitt sindur løgið, at júst ein lim­ur í nevndini nú finst at ar­beiðs­setn­ ing­i­num, sum ananrs hevur verið al­ment kendur síðani nevndin fór til ar­beiðis. Tá tað er sagt, so er tað eisini løg­ ið, at arbeiðssetningurin skal vera so fastlæstur. Tí hvør sigur, at upp­ boðs­søla er besta loysnin? Er tað stað­fest nakrastaðni, og er tað ein leist­ur, sum verður brúktur aðra­ staðni? At man politiskt ynskir aðra skip­an og øðrvísi hátt at býta virð­ ini uppá, tað er so tað. Men tað má vera á­hug­a­málið hjá øllum, at vinn­ an fær virkað, og at føroyskir fram­ leið­ar­ar kunnu vera vísir í at hava ta vøru, sum teir hava bundið seg til at lata keyp­ar­u­num. Tí annars steðg­ar alt upp av sær sjálvum. Um so er, at uppsølan tryggjar tað best, so er tað fínt. Men tað øvugta er galdandi, so er tað heilt galið. Tað sigur seg sjálvt, at virki mugu kunnu fáa trygd fyri, at vøran, sum tey binda seg at lata kundum, kann fáast til vega. Hinvegin so kann Fólkaflokkurin leika í, sum hann vil. Flokkurin kann bara takka sær sjálvum fyri, at einki er hent, og at tað nú er ein annar meiriluti á tingi. Fólkaflokkurin hevur havt allar møguleikar at loysa málið – og at loysa tað á ein heilt annan hátt, enn tann, sum nú liggur í kortunum. Men tað gjørdi Fólkaflokkurin ikki. Undir leiðsluni hjá Jacob Vestergaard valdi Fólkaflokkurin heldur einki at gera – vit kunnu kalla tað at renna undan ábyrgd. Nú er bara ein 1. januar eftir, áðrenn vit koma til 2018. Greitt er tí, at tíðin verður knøpp. Sera knøpp hjá vinnuni at laga seg til nýggju skipanina. Men tað ábyrgdina eigur Høgni Hoydal og hansara stýri ikki. Tí Tjóðveldi hevur verið hildið frá maktini, síðani Bjørn Kalsø segði upp veiðuloyvini til ársenda næsta ár. Í næstu viku skal Høgni Hoydal hava uppskotini frá bólkini – og so fer politiska viðgerðin í gongd. Vit kenna politikararnar, tey gera í øllum førum ikki alt, sum ein embætismannabólkur kemur við. Men politikararnir skulu handla, og teir skulu handla skjótt. Nú er bara ein 1. jaunuar eftir til loyvini skulu latast inn í so sein á sjóvarfallinum Lat fram­ gongd­ina halda á Halla samuelsen Kommunuval síða 6 Hús­ a­prísir hækka Jógvan arge Kommunuval síða 6 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavnar Býráð og Politiið halda, at landsstýrisfólk hava størri týdning enn van­ lig fólk og vanligir skatt­gjald­ ar­ar í Havn. Í mong harr­ans ár hava tey givið øll­um lands­ stýr­is­fólk­um serrættindi til at park­era í Havn so leingi sum tey vilja – uttan at fáa bót. Soleiðis kunnu løgmaður og tey sjey landsstýrsifólkini hjá hon­um hvønn dag leggja hald á átta perkeringspláss í Havn allan dagin. Øll vita – ikki minst tey sum búgva og virka í mið­bý­ num í Havn, at park­er­ings­ vi­ð­ur­skift­ini eru út av lagi vána­lig. Hjá fólki, sum búgva í mið­ býn­um, var ann­ars ein loysn í eyg­sjón, tí seinastu árini hevur Tórs­havnar kommuna arbeitt við at útvega parkeringsloyvir til borg­arar, men á síðsta bý­ ráðs­fundi, varð avgjørt at koyra málið aftur í nevnd, og er nú óvist, nær málið kemur fyri býráðið aftur. Men tey eru nøkur, ið als ongan trupulleika hava at sleppa av við bilin í mið­bý­ num. Summi hava privat park­ er­ings­pláss, meðan onn­ur, sum t. d. Løgtingið, rinda fyri park­ering hjá sínum fólkum. Men so er tað uppaftur nøk­ ur onnur, ið ókeypis sleppa at brúka almenn park­er­ings­ pláss sum tað vóru teirra egnu. Tað eru lands­stýrisfólk. Ferðslu­nevndin, ið er ein nevnd við umboðum frá løg­regl­uni og Tórshavnar komm­unu, hevur nevniliga av­gjørt, at landsstýrisfólk, ó­ansæð um teirra skrivstova er í Tinganesi, sum t. d. hjá Aksel V. Johannesen, løg­ manni, ella aðrastaðnis í bý­ num, sum hjá Sirið Sten­berg, landsstýriskvinnu í heilsu­ mál­um, fáa eitt serligt park­er­ ings­loyvi, ið loyvir teimum at brúka ymisk parkeringspláss nær­hend­is Tinganesi. Myndin til greinina vísir eitt slíkt loyvi, ið gevur við­ kom­andi landsstýrisfólki loyvi at parkera uttan tíð­ar­ av­mark­ing Undir Kjallara, á Konga­brúnni og á P-økinum á Bursa­tanga. So meðan vanligi borgarin má brynja seg við toli, so kann stað­festast, at landsstýrisfólk hava lagaligari treytir enn onnur. – Redaktónin her á síðu 2 held­ur hetta vera langt úti. Tað er serliga langt úti av bý­ ráð­num í Havn at gera mis­ mun millum borg­ar­ar. Vit hald­a eisini, at lands­stýr­is­ fólkini áttu at latið hesi loyvi inn­aftur – so leingi eingin skip­an er fyri vanliga fólkið í mið­bý­num í Havn! Landsstýrisfólk meira verd enn onnur fólk í Havn Fólkaflokkurin í Klaksvík plag­ar at vera nógv tann størsti flokkurin. Tað var hann eisini á sein­ sta bý­ráðsvali, tá hann fekk 1.104 at­kvøður av teimum 2.991, sum vóru á vali. Tað er tað sama sum 37,01 pro­sent av atkvøðunum, og tí fekk hann fimm av ellivu bý­ráðs­ lim­um. Men tað var ikki nóg mik­ ið hjá flokkinum fyri at halda seg at valdinum. Allir hin­ir flokkarnir, Tjóðveldi, Sjálv­ stýr­is­flokk­ur­in og Javn­aðar­ flokk­ur­in, kast­aðu sam­an. Tilamans høvdu teir tríggir flokkarnir seks bý­ ráðs­lim­ir, Tjóð­veldi tríggjar, Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in tveir og Javn­að­ar­flokk­ur­in ein. Tey 11 fólkini á listanum hjá Fólkaflokkinum eru hesi: Jan Gardar Hallstein Eivindarsonur Jacobsen Eyðstein Poulsen Herfrí Sørensen Beinir Johannesen Gunvá Við Keldu Símun á Høvdanum Erling Petersen Atli S. Justinussen Oddmar á Lakjuni Óli Reinert Á Geilini Fólkaflokkurin klárur í Klaksvík Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Fram um øll onnur fólk í Havn kunnu landsstýrisfólk parkera so leingi teimum lystir – við vælignisi frá Tórshavnar býráð