týsdagur 20. september 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Smá hýsa um allan
landgrunnin
Vilmund Jacobsen
– Útlitini eru batnandi, bæði
hvat viðvíkur hýsu og toski,
men tað hevði verið skeivt at
lopið framav.
Tað sigur Petur Stein
grund, fiskifrøðingur, eftir
heyst yvirlitstrolingarnar hjá
Magnusi Heinason á Føroya
banka.
– Í fjør heyst staðfestu vit
eisini, at munandi meira var
av hýsu-og toskayngli á bank
anum. Síðan trolingarnar
í fjør heyst, er biomassin
av smáari hýsu vaksin sjey
ferðir, tá vit rokna kilotalið
fyri hvørt hálið.
Fiskifrøðingurin sigur, at
tað er fult av smáari - helst 1
ára gamlari - hýsu kring um
allan bankan og kring um á
landgrunninum í síni heild.
Petur Steingrund vísir á,
at kilotølini fyri hvørt hálið
á Føroyabanka hesaferð nú
byrja at líkjast tí, sum var
tey góðu árini. Men, enn
er eitt sindur eftir á mál
fyri at røkka teimum góðu
miðalárunum.
– Taka vit tey góðu árini
frá 1996-2004, eru vit enn í
undirkanti av hesum, men
soleiðis, sum gongdin tykist
vera í løtuni, eru útlitini
bjørt.
Framrokningar
Fiskifrøðingurin vísir á, at
støðan hjá bæði hýsu-og
toskastovninum meira at
kalla hevur verið katastrofal
seinastu 10 árini.
– Heldur verandi gongd
sær,
siga
okkara
fram
rokningar, at gýtingarstovn
urin á hýsu fer at koma upp á
eini 40.000 tons í 2018. Nú eru
útlitini góð, tó at nógv enn
kann henda, meðan fiskurin
veksur. Nú skulu vit bara
vóna, at einki býtt hendir, so
fiskurin hvørvur.
Petur Steingrund sigur,
at royndirnar hjá Magnusi
Heinasyni á Føroyabanka
vístu, at tann stóra nøgdin
av hýsu er fiskur, sum er
millum 20 og 30 sentimetrar
til longdar.
– Smáa hýsan á bankan
um stendur heilt niður á
200 metra dýpi, sigur fiski
frøðingurin.
– Tá Magnus Heinason herfyri var á Føroyabanka og gjørdi heyst yvirlitstrolingar, var sokallaði biomassin
av smáari hýsu á bankanum vaksin sjey ferðir yvir eitt ár, sigur fiskifrøðingurin, Petur Steingrund
– Sjey av toskunum vóru umleið 70 sentimetrar, og seks lógu um ein
metur til longdar, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur
Tað er nógv 1-ára gomul hýsa um allan landgrunnin, og útlitin eru góð. – Men, vit eiga ikki at leypa framav, heldur fiskifrøðingurin, Petur Steingrund
Fingu bert seks stórar toskar
Vilmund Jacobsen
Petur
Steingrund,
fiski
frøðingur, letur ikki væl at
toskaveiðini á Føroyabanka
herfyri, tá Magus Heinason
gjørdi sínar regluligu yvirlits
trolingar.
– Vit fingu bert 17 toska
fiskar
hesaferð
tilsamans
ímóti 30 seinast. Men, av
toskunum
hesaferð
vóru
bert seks, sum vóru umleið
ein metur langir og sjey, sum
vóru umleið 70 sentimetrar
langir.
Hann vísir á, at fýra toska
fiskar eisini kunnu takast
burtur av, tí hetta var meira at
kalla greipingarfiskur í stødd.
– Soleiðis fingu vit bert
seks stórar toskar, sum vóru
av
kendu
Føroyabanka-
støddini, og tað er ógvuliga
lítil veiða.
Fiskifrøðingurin
sigur
sjálvandi einki ilt um, at
smærri toskur eisini var
fingin í hesum yvirlitstroling
um, tí tað er í sær sjálvum
einki ringt tekin.
– Men, vit høvdu væntað
og vónað at fingið meira av
stórum toski.
Hann sigur, at Magnus
Heinason á hesum túri ikki
fekk so mikið av toski, sum
matstovan ynskti sær at fáa.
– Ein stórur partur av
veiðini var hýsa, og her vóru
eisini stórar og vælvaksnar
hýsur, tó at alt neyvan var
sami árgangur, sigur Petur
Steingrund.
Johan Mortensen
við stórum og
vælvaksnum
toski, Jákup
Sumberg, høvuðs
kokkur, við stórari
hýsu og Ólavur
Sjúrðarberg,
eisini við stórum
toski veiddur á
Føroyabanka
Mynd: Vilmund Jacobsen