Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 6 Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 KOMMUNUVAL ´16 Halla Samuelsen býráðs­limur og valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð Komandi býráðsval stilli eg upp aftur fyri Javnað­ arflokkin. Orsøkin er einføld. Eg vil framhaldandi vera við til at tryggja vælferð, trivnað og menning í kommununi. Standa vit saman, hjálpast vit, kunnu vit tryggja, at eingin dettur niðurímillum í Tórshavnar Kommunu. Eg havi verið býráðslimur síðan 2008, og hevur hetta verið ein sera gevandi tíð. Eg stillaði upprunaliga upp, tí eg brenni fyri sosiala og ment­anarøkinum. Fyrstu 5 árini var eg forkvinna í fyrr­verandi Sosialu nevnd í býráðnum, og var tað ein fragd at vera við til at tryggja, at Boðanesheimið bleiv bygt, og at betra útboðið av røktarheimsplássum. Somu­ leiðis var spælistaðið Reins­ aríið eitt átrokandi og neyð­ ugt átak, eins og eg vóni, at kunna fylgja komandi nýggja musikkskúlanum til hurðina. Hjartamálini eg vil náa komandi tíðina eru mong. Heimatænastan má rað­fest­ ast og gerast meira liðilig, so hvør einstakur kann vera í egnum heimi við eini enn betri tænastu, sum nøktar tørvin hjá tí einstaka. Ung, eldri, støk og familjur eiga at hava møguleika at fáa tær íbúðir, ið teimum tørvar. Uttan nøktandi bústað, er skjótt at menningin í komm­ unu okkara steðgar. Bussleiðin, sum seinastu árini hevur loyvt einum heilt nýggjum ferðamynstri í kommununi, má mennast enn meir. Vit eiga at koyra fyrr á morgni, seinni út á kvøldið og sunnudagar, so­ leið­is at bussarnir kunnu nøkta allan tørv. Tórshavnar Kommuna er í menning. Seinastu árini hava givið okkum betri og fleiri tænastur, tilboð og møguleikar. Eg ynski at vera við til at tryggja fram­ haldandi arbeiði. Saman kunnu vit skapa vælferð, trivna og menning í Tórs­ havnar Kommunu. Fylg valstríði mínum við at dáma Facebook síðuna: Halla Samuelsen. Lat framgongdina halda á Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi Fólkatalið í Tórshavnar kommunu veksur alsamt, og við fólkatalinum og ferð­ ini á búskapinum eru hús og íbúðir alsamt dýrkað í høvuðsstaðnum. Bústaðarmeklarafeløgini Inni og Skyn upplýstu her­ fyri, at meðalprísurin á ein­ um húsum í Tórshavnar kommunu er 2,5 mió. kr. Hetta er ein hálv millión meira enn fyri fýra árum síðan. Stórt hugflog krevst ikki at síggja, at ein ung fam­ilja, sum skal seta búgv í komm­ ununi í dag, skal lyfta tungar byrðar, skulu hús keypast fyri hendan prísin. Samstundis er greitt, at út­boðið av leigubústøðum er ov lítið. Bústaðir hava bygt 34 leigu­bústaðir í kommununi seinnu árini, og felagið hev­ ur boðað frá, at sáttmáli skjótt verður gjørdur um 38 leigubústaðir aftrat oman fyri Berjabrekku. Eisini verða 37 lestraríbúðir gjørdar í løtuni. Hetta er alt at fegnast um. Hugmyndin aftan fyri Bústaðir er at skapa øll­um atgongd til góðan og tryggan bústað, og hendan hug­ myndin er bjørt og týd­ning­ ar­mikil. Men Tórshavnar komm­ una kann ikki bara bíða eftir Bústøðum í bústaðarmálum. Setir kommunan seg at bíða eftir loysnum, ið onnur skulu skapa, vend­ ir hon blinda eygað til fjøl­ táttaðu avbjóðingarnar á bú­ staðarøkinum, og tað fer at seinka neyðugu loysnunum. Næsta býráð eigur straks at fáa allan bústaðartørv í kommununi lýstan, so fremjast kann ein ætlan fyri, hvussu hann kann nøktast innan ásett áramál. Framrokningar á eldra­ økinum tala sítt greiða mál um tørvin har. Fram­rokn­ ingar viðvíkjandi til­vaks­ andi ættarliðnum eiga eisini at vísa, hvør tess bú­stað­ ar­tørvur kann væntast at verða næstu árini. Ein heildarætlan fyri allan bústaðartørv í Tórshavnar kommunu stendur ovarlaga á dagsskránni í hjá Tjóðveldi næstu setu. Tær íløgur, ið kunnu hugsast at gerast neyðugar, eru væl útgivnar, tí tær tæna fólkinum fyrst og fremst. Húsaprísir hækka og leigubústaðir vanta Marin Katrina Frýdal býráðslimur Tjóðveldi Starvsfólkini á kommun­ alu dagstovnunum renna al­samt skjótari og skjótari. Eingin tíð er til fyrireiking ella at hugsavna seg til sítt arbeiði. Av somu orsøk er út­skiftingin av starvsfólki øgiliga stór, eitt barn í vøggu­stovu ella barnagarði skal alla tíðina fyrihalda seg til nýggj starvsfólk, nýggj andlit, nýggjar arbeiðshættir o.s.fr. Mentamálaráðið hevur sett í verk námsfrøðiligu stevnu­miðini fyri dag­stovn­ aøkið. Hetta merkir at inni­ haldið í dagstovnunum skal byggja á eina heild­ ar­fatan av barninum, har umsorgan, spæl og læra eru týdningarmiklir tætt­ir. Børnini skulu fáa av­bjóð­ ingar og verða stuðlað í fjøl­ broyttu menningini og lær­ uni. Stevnumiðini byggja á eina mynd av einum barni við nógvum førleikum, sum skal hava møguleikar at ávirka egið lív. At síggja barn­ið soleiðis er neyðug fortreyt fyri, at børn kunnu vera virknir luttakarar í mynd­anini av egnum lívi, og at tey kunnu gerast virknir luttakarar í einum demok­ rat­iskum samfelag. Tað hevur týdning, at vit hugsa børn sum borgarar, og ikki bert sum komandi borgarar. At teirra lív hevur virði her og nú. Tað er eitt rák at leggja dent á alt tað "sjúkliga", t.v.s. allar feilirnir hjá børnum, tað ýðir við diagonosum. Sjóneykan verð­ur sett á frávikið, tað er sum um, at bara ein diagon­ osa verður ásett, ja, so er slopp­ið. So kunnu vit hella okkum afturá og annars finn­ast at øllum teimum ser­stovnum, sum okkara lítla samfelag vantar. Hetta skal sjálvandi ikki misskiljast, tí tað eru nógvar sjúkur og brek, sum okkara børn hava krav og tørv at fáa hjálp og stuðul til – eingin kennir mein í annans bein. Mennandi uppvøkstur er ein rættur, men vit skapa karm­arnar. Í dagstovnunum fara vit at leggja doyðin á alt tað góða, vit fara at hjúkla um fjølbroytni, íbornar førn­ingar, sereyðkenni, ment­an, góðan føroyskan mál­førleika, ríku søgu okk­ ara, ja øll skipanin skal hava røtur í føroyska sam­ fel­ag­num. Dagstovnar eru ment­an­arstovnar á sama hátt sum fólkaskúlar, har børnini skulu fáa fjølb­roytt­ ar menningar- og ment­anar­ ligar avbjóðingar og møgu­ leikar. Henda barnaáskoðan set­ur stór krøv til pedag­og­ iska innihaldið á dag­stovn­ unum. Hetta er ábyrgd hjá kommununi, og hesa ábyrgd vil Tjóðveldi lyfta. Vit fara at seta í verk námsfrøðiligu stevnumiðini í allar dag­ stovn­ar í kommununi. Við hægri krøvum til pedag­ ogiska innihaldið er eisini neyðugt at vit sum komm­ una raðfesta og virða arb­ eiðið við børnum hægri. Heilt ítøkiliga merkir hetta fleiri fulltíðarstørv og betri treytir til námsfrøðingar, ið kunnu lyfta hesa ábyrgd. Hetta merkir eisini at gera íløgur í áhaldandi at menna starvsfólkið. Vit vilja gera íløgur í børnini og geva dag­ stovnunum betri rúm at skapa innihald í degnum hjá børnunum og menna tey á besta hátt. Dagstovnar skulu menna og menta børnini, og inni­ haldið í dagstovnunum skal byggja á eina heildar­fat­an av barninum, har um­sorgan, spæl og læra eru týd­ning­ar­ miklir tættir, sum byggja á rættindi hjá børn­um at hava ávirkan á egið lív. Virksemið hjá dag­stovn­unum skal hava eyðkennini: Virðing og ábyrgd fyri okkara fel­ags til­feingi, umhvørvi, nátt­ úru, mentan, lívi og heilsu. Børn­ini skulu hava møgu­ leika at menna síni skapandi evni. Javnstøða í mun til kyn, aldur, minnilutar o.s.fr. eigur at síggjast aftur í øllum virksemi í dagstovnunum. Børnini eru tað týd­ning­ armesta vit eiga, tí skulu dagstovnarnir rað­festast. Tjóð­veldi fer ítøkiliga til verka, soleiðis at tað at arbeiða við børnum verður sett á dagsskránna, fær størri virðing og raðfesting í kommununi. Við fleiri full­ tíðarstørvum, betri arbeiðs­ korum og rúmi til pedag­og­ iska menning fáa børnini ein stimbrandi og mennandi dag á stovninum og sum aftur geva glað og nøgd foreldur. Pláss til pedagogikk í dagstovnum Fleiri fulltíðarstørv og betri treytir til námsfrøðingar og starvsfólk