Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Starvsfólk til Compliance í BankNordik Um starvið Sum Compliance-ráðgevi í Føroya størsta peningastovni fært tú ein spennandi og fjøltáttaðan gerandisdag, har tú fært ávirkan á innanhýsis arbeiðshættir og mannagongdir, umframt at tú fært ein virknan lut í verksetan av hesum og øðrum reglugerðum. Yvirskipaða uppgávan er at hava eftirlit við, at virksemið hjá sam takinum fer fram í samsvari við galdandi lóggávu, marknaðar- standardar og innanhýsis leiðreglur v.m., umframt at veita ráðgeving hesum viðvíkjandi. Førleikakrøv Tú hevur viðkomandi útbúgving innan løgfrøði, búskap ella grannskoðan. Tú ert stinn/ur í Offi ce (Word, Excel og Powerpoint). Tú hevur góð analytisk evni Tú hevur sjálvstøðugt arbeiðslag Tú ert opin, framsøkin, samstarvssinnað/ur, úrslitagóð/ur og nýhugsandi Umsókn Skrivlig umsókn við lívsrensli (C.V.) og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. september 2016. Umsóknin skal stílast til hr@banknordik.fo. Vit sóknast eftir einum framsøknum starvsfelaga, ið skal taka lut í fram haldandi menningini av Compliance í BankNordik. Compliance er ein týðandi partur av virkseminum hjá samtakinum og fevnir um øll virkisøkini. Les meira um starvið á www.banknordik.fo/starv > LÆRARI TIL MASKINDEILDINA Á GLASI Í SMIÐJUGERÐI GLASIR.FO STARVS - LÝSING Hevur tú hug og hegni at arbeiða við ungdómi, dugir at loysa trupulleikar, tá á stendur og kanst arbeiða sjálvstøðugt? So er eitt starv sum lærari á Maskindeildini á Glasi nakað fyri teg. Vit sóknast eftir fólki, sum dugir at samstarva, eru framfýsin, hugaði fyri broytingum og kunnu geva íblástur til at menna arbeiðsstaðið. Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum umhvørvi, sum er í støðugari menning, og tú fært møguleika fyri at dagføra teg innan økið. Vit vænta at umsøkjarar hava viðkomandi sveinabræv, maskinmeistaraprógv og royndir innan maskin- og motorøkið. Starvið er fulltíðarstarv at seta skjótast til ber. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Marknagilvegur 1 | 100 Tórshavn | Tel. 353 535 | glasir@glasir.fo | www.glasir.fo Umsókn við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli skal sendast til Glasir í Smiðugerði, Postrúm 3239, 110 Tórshavn. Freistin at søkja starvið er mánadagin 3. oktober 2016. Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Magna á Lakjuni, undirvísingarleiðara, á tlf. 568080 ella Tummas Marna Joensen, deildarleiðara á Maskindeildini, á tlf. 220380/568035.