Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hevur tú grønar fingrar og áhuga fyri at skapa, røkja, menna og leggja ætlanir fyri umhvørvið, kunnu vit bjóða tær eitt starv sum gartnari í Eysturkommunu at byrja skjótast gjørligt. Eitt framtíðarmál, Eysturkommuna hevur sett sær er at fríðka og at skapa trivna í komununi. Sum ein part av hesi ætlan vil Eysturkommuna virka fyri, at fríøkir, sniðgøtur, áir v.m. verða meira sjónlig og áhugaverd fyri borgarar, vinnulívið, ferðavinnu og onnur áhugað. Umframt gartnaraarbeiði, ynskir Eysturkommuna at tann, sum settur verður, hevur førleika og áhuga at skapa grøn øki, sniðgøtur, frítíðarøkir og annars karmar rundan um eina kommunu, sum vil menna og skapa eitt gott og ríkt umhvørvi. Eisini fevna uppgávurnar um at fríðka uttanfyri stovnar, skúlar, sambýlir, kirkjugarðar v.m. Arbeiðið fevnir um: • Ábyrgd og røkt av verandi grønum økjum, fríøkjum eins og friðaðum økjum • Skapa og evna nýggj økir • Luttaka í øðrum fyrifallandi arbeiði og uppgávum • Arbeiðið inniber nógvar ymiskar uppgávur á øllum økjum Førleikar: • Hevur útbúgving sum gartnari ella tilsvarandi útbúgving og royndir á økinum • Gott yvirlit og góð evni til samstarv • Hevur royndir við prosjektum, skapa og útinna • Kann arbeiða sjálvstøðugt og samskipa uppgávurnar saman við øðrum • Góðar eginleika at lurta og samskifta við fólk Løn og setanartreitir: Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og avarandi yrkisfelag. Umsókn við møguligu royndum: Umsóknin saman við CV skal sendast til Eysturkommunu, Kulibakki 8, 520 Leirvík og skal vera okkum í hendi í seinasta lagið fríggjadagin 14. oktober 2016, kl. 12.00 Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Andreas Andreasen, tekniska leiðara, tlf. 730013. Gartnari til Eysturkommunu Tíðaravmarkað starv sum landmálingsteknikari Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, us@us.fo Søkt verður eftir einum landmálings- teknikara til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni. Starvið fevnir um matrikulera málsviðgerð, uppmáting, ráðgeving og lendisfyrisiting annars. Starvið er tíðaravmarkað til 30. juni 2017. Vit bjóða Umhvørvisstovan er eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og góðum samstarvi millum fakbólkar. Vit bjóða tær eitt spennandi starv á einum stovni við sera fjølbroyttum uppgávum, har tú fært góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt, men samstundis í tøttum samstarvi við deildarleiðaran og hini starvsfólkini á deildini. Starvið fevnir bæði um innandura- og uttanduraarbeiði. Vit vænta Vit vænta at umsøkjarin er ábyrgdarfullur, hevur góð samstarvsevni og hevur hug at vera við at menna tað matrikulera arbeiðið í Føroyum. Tú hevur góð samskiftisevni, bæði í skrift og talu, og dugir væl at samskifta við viðskiftafólk. Vit leggja dent á, at tú sær nýggjar og fjølbroyttar uppgávur sum avbjóðingar, og at tú røkkur teimum málum, sum tú setur tær. Umsøkjarin skal hava prógv sum landmálingsteknikari ella hava aðra líknandi útbúgving. Koyrikort er ein treyt. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Umhvørvisstovan Postboks 2048, 165 Argir ella sum teldupostur til: us@us.fo. Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tann 23. september 2016. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ronnie Thomassen, deildar- leiðara, á telefon 342400 ella við telduposti til ronniet@us.fo. eblaðið sos.fo www.gevidblod.fo