hósdagur 22. september 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
23. september 2016
Á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum
varð í vikuni róð framundir at skipa eitt
føroyskt LO – ella annað fakfelagssamstarv.
Sum vera man er als ikki semja um tað.
Og tað er so týpiskt í Føroyum. Sjálvdráttur
hevur soleiðis eyðkent verkafeløgini, og tað
er spell.
Arbeiðsgevararnir hava eitt vælskipað
samstarv í Vinnuhúsinum, sum tekur
sær av øllum sáttmálasamráðingunum á
privata arbeiðsmarknaðinum – oman fyri 30
sáttmálar í tali.
Somuleiðis skal lønardeildin hjá
Fíggjarmálaráðnum samráðast um yvir 20
sáttmálar.
Tað sigur seg sjálvt, at nógv orka soleiðis
fer fyri skeytið.
– Vit standa ikki nóg sterk móti arbeiðs
gevarunum, tá vit samráðast hvør sær, tí
arbeiðsgevararnir standa saman. Vit eiga
at savnast í okkurt slag av yvirskipaðum
felagsskapi, sigur Súni Falkvard Selfoss,
formaður í Starvsmannafelagnum, við
heimasíðuna hjá felagnum.
Og tað sigur seg sjálvt. Vit hava jú dømi
um fakfeløg, sum nóg illa fáa mannað
nevnd, so fáir limir eru. Tá at hava egnar
samráðingar og egna sáttmálaumsiting, tað
sigur seg sjálvt, at tað verður ov tungt.
Á privata arbeiðsmarknaðinum verður
støðið lagt, tá arbeiðarafeløgini samráðast
– og so er einki at koma eftir hjá hinum
fakfeløgunum, uttan at býta prosentini
øðrvísi millum løn, pensjón og okkurt
annað.
Ólíka frægari hevði verið, um fakfeløgini
samdust um karm frammanund – í
samráðing við arbeiðsgevararnar.
Um ymsu fakfeløgini halda, at tey fáa
meira oman á lønina við at samráðast hvør
sær, so mugu tey trúgva umaftur. Tí tað fáa
tey ikki – og tey hava heldur onga slagkraft,
um tey skulu seta tiltøk í verk.
Um tað skal vera eitt LO eftir sama leisti,
sum í grannalondum, skulu vit ikki siga.
Men ein felagsskapur millum fakfeløgini
skal til – og fakfeløgini mugu hugsa meira
um sínar limir. Vit hava fakfelagsfrælsi,
eingin kann noyða okkum í fakfelag – sum
fyrr.
Virka fakfeløgini ikki fyri limirnar,
so verður tað heldur sundurlyndi
enn samstarv, sum fer at eyðkenna
arbeiðsmarknaðin – og tá tapa
bæði arbeiðstakarar og
arbeiðsgevarar.
Nýggja kirkjuhúsið í Hvannasundi er handað
Hvannasunds kirkjuráð.
Ætlanin um kirkjuhús í Hvannasundi byrjaði
í 2009, tá Leivur í Buð, formaður í Hvannasunds
kirkjuráð, heitti á arkitektafelagið Kontrast um
at útvega teimum eina skitsuverkætlan, ið at
byrja við var lýst sum útbygging av kirkjuni.
Ætlanin var at fáa høli, har eini hundrað fólk
ella fleiri kundu verða. Køkur , toilett og pláss
fyri vanligum hentleikum skuldi eisini verða.
Tað er SHR v/Hanus Olsen, sum hevur
virkað sum byggiharraráðgevi, og Kontrast
arkitektar hava verið høvuðsráðgevi, teknað
og prosjekterað saman við Sámal Johannesen
og SMJ. Norðhús
hevur verið
høvuðsarbeiðstakari.
Arbeiðið hevur
gingið væl og sam
svarandi tíðar- og
kostnaðarætlan.
Saman at standa var ei okkum givið
Nýtt kirkjuhús
Hvannasund
Les eisini blaðið
á telefonini
Arkitekturur er
so nógv annað
Ole Jensen
Tíðargrein síða 20-21
Átrúnaður spøkir
onkurntíð...
Samrøða síða 14-15
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Visti tú?
At vit higaril í ár hava
útflutti 537 mío kr
meria enn í fjør?
glottar í havn?
Í vinnandi uppskotinum
hjá Zeta arkitektum fyri mið
býin í Havn, skjóta arkitekt
arnir upp at gera yvir 800
parkeringspláss í miðbýnum.
– Vit arbeiða tí í verkætl
anini við einum deildum
parkeringsstrukturi, har
miðbýurin fær fleiri stór
høvuðsparkeringsøki bæði
sentralt og decentralt. Sum
vitjandi í miðbýnum verða
sostatt møguleikar at velja
millum fleiri ymisk park
eringsøki, so at fólk sleppa
nærri staðnum, har tey ætla
sær, skriva arkitektarnir í
vinnandi uppskotinum.
Uppskotið hjá Zeta býtir
parkering út á ymisk øki á
ytsta partin av miðbýnum
umframt tvey sentral park
eringsøki, á Skálatrøð og við
Ráðhúsið.
– Alt í alt, liðugt útbygt,
koma 350-400 nýggj parker
ingspláss. Tað skapar møgu
leikar fyri tættari miðbýi
sum ynskist, við m. ø. handli,
mentan og bústøðum, skriv
ar Zeta.
Talan er um fimm nýggj
parkeringshús, sum skulu
byggjast á Skálatrøð, í Jó
annesar Paturssonargøtu,
við Kommunuskúlan, við
Ráðhúsið og á Eystaru
Bryggju.
Størsta parkeringshúsið
er tað við Eystaru Bryggju.
Har skulu umleið 250 park
eringspláss byggjast í einum
parkeringshúsi inn móti
høga grótvegginum undir
Skansavegi.
Hetta er í sambandi við
at nýggjar íbúðir skulu
byggjast á sama øki, og park
eringshúsið verður so lagt
undir og aftan fyri íbúðirnar.
Innkoyring til hetta park
eringshúsið verður nærum
beinleiðis av Eystara Ring
vegi, so lætt er at koma til
parkeringshúsið og hiðani er
góð atgongd til miðbýin.
Í Jóannesar Paturs
sonargøtu skal eisini nýtt
parkeringshús byggjast, har
parkeringsøki er nú. Her skal
vera pláss fyri umleið 200
bilum.
Á Skálatrøð er
ætlanin at byggja nýtt
mentanarhús, men í
tilknýti til tað skulu 150
parkeringspláss byggjast í
einum parkeringshúsum inn
móti grótvegginum.
Í skúlagarðinum í
Kommunuskúlin skjóta
Zeta arkitektar eisini upp
at byggja ein nýggjan
parkeringskjallara við 120
plássum.
Fimta parkeringshúsið
verður við ráðhúsið á
Vaglinum. Har er ætlanin
at byggja 120 parkerings
pláss í einum kjallara undir
núverandi parkeringsplássi í
gamla kommunuskúlagarði
num. Parkeringin skal vera
inni í berginum, í trimum
hæddum. Inn- og útkoyring
til hetta parkeringshúsið
verður úr Tróndargøtu.
Umframt hetta skutu
Zeta arkitektar at seta
eletroniska parkeringsá
vísing upp, so at tað
gerst lættari at finna
parkerinspláss í
miðbýnum.
400 nýggj parkeringspláss
Mayfinn Norðoy, arkitektur, valdi at tekna
ein kirkjubygning, ið var leysur av kirkjuni