mánadagur 26. september 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 39 • 26. SEPTEMBER 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Krabbameinsfelagið
fekk 76.700 krónur
Seinasta leygardag var stór stuðuls
konsert í bygdahúsinum á Strondum,
sum Lív Jónsveinsdóttir Hansen tók
stig til. Allar inntøkurnar frá konsertini
fóru óskerdar til Krabbameinsfelagið
og tað var ikki smávegis, sum kom
burturúr. Krabbameinsfelagið hevur
fingið 76.700 kr., sum vit eru ógvuliga
takksom fyri.
Á konsertini fekk Krabbameins
felagið høvi at greiða frá sínum
arbeiði. Jansy Gaardlykke, dagligur
leiðari í Krabbameinsfelagnum, segði
m.a.:
Martin Thorborg er ein kendur
danskur íverksetari. Hann hevur
einaferð sagt: »Góð hugskot eru
silvur. Fólk, ið gera góð hugskot til
veruleika, eru gull«.
Og tað er júst tað, mann kann
siga um Lív Jónsveinsdóttir Hansen.
Hon fekk eitt gott hugskot, sum hon
skjótt gjørdi til veruleika. Og stóra,
stóra takk fyri tað!
Eitt megnar tiltak. Bæði tón
leikarar, frásøgufólk, einstaklingar,
hjálparfólk, fyritøkur og nógv onnur
hava verið skjót at taka lógvatak
saman við Lív, so hetta gjørdist veru
leiki. Fyri Krabbameinsfelagið er hetta
gull vert.
Hetta tiltak er við til at hjálpa
okkum at hjálpa. At hjálpa og vegleiða
fólki, sum hava krabbamein og eisini
teimum, sum varða av, er stórur partur
av arbeiðinum hjá felagnum. Øll skulu
hava møguleika at fáa hjálpina, og tí
er hon eisini ókeypis.
Felagið ynskir at vísa tí sjúka og
teim avvarðandi á glottar og saman
fáa hesar at víðkast mest møguligt, so
vónin, ljósið og lívsmótið aftur kunnu
spíra.
Inntøkurnar hjá felagnum eru lima
gjald og gávur. Fyri at Krabbameins
felagið kann hjálpa, er týðandi, at tað
eru nógv, sum rætta eina hjálpandi
hond, eisini at fáa pening til vega. Tí
fløvar hetta tiltak almikið – og tað
ger veruliga mun.
Vit eru tí ovurfegin og eyðmjúk
um ta stóru vælvild, frá fyriskipara og
øllum tykkum, ið á ein ella annan hátt
hava tikið lut í hesum tiltaki.
Vit kunnu bara staðfesta, at virði
av hesum tiltaki fevnir nógv longur
enn tað peningaupphædd, sum kemur
inn. Øll, ið luttaka og stuðla, taka
lógvatak saman og eru við til at lyfta
byrðar saman við okkum. Eisini at
varpa ljós á krabbamein hjá teimum,
ið gerast sjúk og familju teirra. Við
tykkara persónliga stuðuli og luttøku,
eru tit við til at gera silvur til gull.
Næstsíðsta leygardag var stór stuðulskonsert í bygdahúsinum á
Strondum, sum Lív Jónsveinsdóttir Hansen tók stig til
Í sambandi við at Posta letur úr hondum eitt heilt serligt frímerki við toskaskræðu, verður
móttøka í Nevinum í Runavík í dag, mánadagin, 26. september klokkan 15.
Nýtt frímerki við fiskaskræðu
Í dag, mánadagin klokkan 15 verður
móttøka í Nevinum í Runavík. Tá verða
frímerkini við toskaskræðuni alment
givin út, og talan er um eina heilt
serliga útgávu.
Ongantíð áður eru frímerki gjørd á
hendan hátt.
Á hvørt frímerki er ein ferhyrntur
lepi av toskaskræðu límaður. Skræðan
er ótrúliga vøkur og mynstrað - við
næstan metalliskum litbrøgdum, ið
broytist alt eftir hvørjum vinkli tú sært
hana frá. Til móttøkuna fer Svanbjørg
Manai, leiðari fyri frímerkjadeildina hjá
Posta, at greiða frá hvussu hugskotið
er íkomið til hetta serliga frímerkið og
hvussu framleiðslan fór fram.
Tað eru tey frá Nevinum, ið hava
verið so beinasom at latið Posta
toskaskræðuna, og vitnar hetta um,
at tá ið vit samstarva verður úrslitið
enn betri. Posta hevur longu kent,
at eftirspurningurin eftir hesum
forkunnugu frímerkjum er ovurstórur,
og væntast frímerkini skjótt at verða
útseld.
Heimskendi
gravørurin
Martin
Mörck hevur teknað frímerkið; hann
verður hjástaddur til móttøkuna
og fer at signera fyrstadagsbjálvar.
Møguleiki verður at keypa serføroyska
frímerkið á móttøkuni.
Okkurt ábit verður at fáa og øll eru
hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga
móttøku, har vit heiðra okkara
forkunnuga serføroyska frímerki, siga
tey av Posta.