Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 39 • 26. SEPTEMBER 2016 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Slakt 6 TEMA – Tá skerpingur er, sum vit sóu tíðliga í summar, kunnu ærnar missa mjólkina, men eg haldi ikki, at hetta sær út til at hava bilað. Eg vænti, at vit fáa ein miðalgóðan skurð í heyst, sigur størsti seyðabóndi í Føroyum, Jóhan Jógvansson í Saksun Útlit eru til góðan skurð Vilmund Jacobsen Á ðrenn Jóhan Jógvansson í Saksun tók yvir festið eftir pápa sín, hevði hann fast og trygt starv í Noregi. Sjálvur hevur Jóhan sagt, at tað vóru ikki pengarnir, sum drivu verkið at velja bóndalívið. – Men, tað var ein turkatrúgv upp á, at tað eigur at bera til at fáa lønandi vinnu burtur úr jarðarbrúki. Garðurin hjá pápanum hevði verið rikin sum garðar flestir, men amboð og útgerð vóru slitin, tí nýíløgurnar høvdu ikki verið tær stóru. – Arbeiðsumstøðurnar vóru ikki tær bestu í byrjanini, men hinvegin var heldur eingin skuld í garðinum, og tað var ein stórur fyrimunur. Jóhan Jógvansson sá eina framtíð fyri sær á garðinum, og síðan hann festi eftir pápan, hevur tað eydnast honum at veksa enn meira um seyða­ haldið. Í dag er hann størsti seyðabóndi í Føroyum við einum garði á tilsamans 25 merkur, og ærstalið liggur um 650. Stórt fellisár Árið í fjør royndist ógvuliga vánaligt hjá saksunarbóndanum, sum misti nógvan seyð. – Næst síðsti vetur var harður og gjørdi av við nógvar ær. Áseyðatalið var lutfalsliga lágt, tá várið kom, og sera vánaliga lembingarveðrið gjørdi enda á nógvum seyði. Tá veturin hevði verið so harður, vóru ærnar nokso veikar, og burðurin var hareftir. Ærnar megnaðu ikki í nóg stóran mun at verja lombini, og vit mistu eitt ótal av lombum. Jóhan Jógvansson vísir á, at ein dag mitt í lembingini í fjør gekk systir hansara ein túr einar 800 metrar frá okkara húsum, og bara á hesum túri fann hon 11 deyð lomb. – So, tað er greitt, at fellið kring um hagan var ógvuliga stórt, leggur hann aftrat. Sær væl út Jóhan Jógvansson sigur, at nú rakstur og fletting stunda til í ár, sær alt nógv betri út. – Vit hava nokso nógvan ungan seyð, tí fellið var so stórt í fjør. Tí kunnu vit rokna við, at vit koma at fáa fleiri smærri lomb, men tey kunnu saktans vera góð, og tað vænti eg eisini, at tey verða. Onkrar av tilkomnu ærnum ganga við tveimum lombum, men verður komandi vetur ikki ov harður, og lembingin til várs góð, kunnu vit vænta okkum fleiri tvílembur aftur næsta heyst. Bóndin sigur, at útlitini til skurðin í heyst eru góð. – Tá skerpingur er, sum vit sóu tíðliga í summar, kunnu ærnar missa mjólkina, men eg haldi ikki, at hetta sær út til at hava bilað, leggur hann aftrat. Rættiliga góð lomb Jóhan Jógvansson sigur, at teir tóku átta tilvildarlig lomb í samband við tiltakið, sum var í Tórsgøtu í Havn seinasta leygardag, og hann heldur, at hesi lombini vóru rættiliga góð. – Hetta var seyður úr neðra her norðuri, men eg trúgvi, at seyðurin í haganum sum heild man fara at roynast. Í øllum førum kunnu vit rokna við, at hetta verður eitt miðal ár til skurð, sigur bóndin, sum hevur ferðavinnu sum hjávinnu í Saksun. – Vit hava nokso nógvan ungan seyð, tí fellið var so stórt í fjør, sigur Jóhan Jógvansson