Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 39 • 26. SEPTEMBER 2016 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Slakt 14 TEMA Vilmund Jacobsen Á Krás í Hósvík eru tey klár at taka ímóti lombum at fletta og leiðarin á Krás, Alberg Gaardlykke, sigur, at fyrstu lombini í heyst væntandi verða flett hesa vikuna. – Vit vóru klár at fletta longu í síðstu viku, og nú bíða vit bara eftir, at menn fara á fjall. Gongst, sum onnur ár, fara vit at fletta tær næstu vikurnar og út í seinnu hálvu av oktober, helst til umleið 22. ella 23. oktober. Vit fara at fletta so leingi, sum samanhangur er í - ella so leingi, sum okkurt er á listanum. Sum hini árini Alberg Gaardlykke sigur, at tá flettingin er fyri, er neyðugt hjá Krás at leiga fólk inn, sum gjarna eru í øðrum arbeiði, eitt nú sjófólk, sum eru heima. – Vit fara at gera á sama hátt í ár sum undanfarin ár. Vit fletta fyri fólk, og vit keypa lomb til flettingar, sum vit síðan selja út aftur til matstovur og handlar. Umleið helmingurin av lombunum, sum vit fletta, verða keypt. Hann vísir á, at árið í fjør var eitt fellisár, tá ræður um seyðahald. – Ja, eg vil siga, at árið var ein katastrofa fyri nógvar bóndur, sum fingu nógv færri lomb enn eitt vanligt miðalár. Soleiðis var hetta heldur ikki eitt gott ár fyri Krás, hvat føroyskum seyðakjøti viðvíkur. Krás fletti umleið 2.200 seyðir í fjør heyst, sum er eitt lítið tal í mun til árið fyri, tá talið knappaðist um 4.000, sum samstundis var met. Matstovur og handlar Í fjør varð alt, sum Krás keypti, selt feskt, og einki krov varð hongt upp til ræsingar ella turkingar. – Nøgdirnar vóru ikki so ógvuliga stórar, og eftirspurningurin eftir feskum var so mikið stórur. Høvuðskeyparar vóru matstovur. Allir matvøruhandlar kring landið hava eisini møguleika at keypa feskt føroyskt lambskjøt frá okkum. Hann sigur, at á Krás byrja tey at taka ímóti bíleggingum hesa vikuna, og tey vóna, at heystið fer at roynast, og at nógv og góð lomb verða flett. – Alt eftir, hvussu nógv Krás fer at fletta, og hvussu nógv verður keypt, fara vit tær fyrstu vikurnar at selja alt feskt. Sum flettingin gongur, verða krovini skorin sundur, pakkað og fryst her hjá okkum. Síðan fer vøran sum eitt nú kjógv, bøgir, ryggir og síður suður á vørugoymsluna hjá Poul Hansen, heilsølu, haðani kjøtið verður selt útaftur. Alt verður brúkt Leiðarin á Krás sigur, at tey eisini pakka og selja allan innmat úr seyðinum, eitt nú livir, nýru og hjørtu, sum alt fer feskt til handlarnar. Hetta er eisini eftirspurd vøra, og higartil hevur tað eydnast at selja alt, sum Krás hevur keypt. – Vit taka eisini lambsblóð og gera blóðpylsu sum verður seld í handlunum. Tá flett verður fyri fólk, sum skulu hava krovini aftur, eigur Krás skinnini og tálgina. Tann, sum eigur lambið, fær krov, høvd, livir, hjarta og nýrini aftur. – Vit brúka tálgina í fleiri fram­ leiðslum á virkinum, eitt nú til blóðpylsu, fiskaknettir og fiska­frika­ dellur, og vit framleiða eisini salttálg til handlarnar. Alberg Gaardlykke sigur, at seyðarhøvdini verða seld við húð og hár, sum hann tekur til - beint úr túninum, og hetta er eisini nakað, sum fólki dámar, tí einki seyðarhøvd liggur eftir, tá slaktið er av. Sjey fólk í gongd Tá flett verður á Krás, eru gjarna sjey mans knýttir at hesum arbeiði, og gongur alt væl, kunnu teir - tá best liggur fyri - fletta einar 250 seyðir í einar átta tímar. – Men, skulu vit fletta eitt so stórt tal í ein dag, skal meginparturin vera lomb, og helst ikki meira enn eini 10 prosent annar størri seyður. Umframt sjálvar flettararnar, arbeiða eini tvey fólk uttan fyri við at salta skinn, tøma vembur og reinsa garnmørðar, sum Krás framleiðir til garnatálg millum jóla og nýggjárs, sigur Alberg Gaardlykke. Matvøru-og sláturvirkið Krás í Hósvík hevur allar heilsufrøðiligar góðkenningar til sínar framleiðslur og vørur. – Tey, sum ynskja at selja ella at fáa flett upp á tænastu hjá Krás, kunna seta seg í samband við Alberg Gaardlykke á tlf. 235360. – Vit fara at selja fesk kjógv, bøgir, ryggir, síður, livir, hjørtu og nýru, og vit fara eisini at selja blóðpylsu, sigur Alberg Gaardlykke Krás aftur í ár at selja fyrsta floks lambskjøt Árið í fjør var eitt fellisár hjá bøndrum. Á Krás flettu teir umleið 2.200 seyðir í mun til slakar 4.000 árið fyri, sum eisini var met. Tey, sum yskja at selja ella vilja hava Krás at fletta, kunnu seta seg í samband við Alberg Gaardlykke Mynd: Jens Kr. Vang Alberg Gaardlykke væntar, at Krás fer at fletta fram til umleið 22.-23. oktober - ella so leingi, sum okkurt er á listanum Mynd: Jens Kr. Vang