mánadagur 26. september 2016síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 39 • 26. SEPTEMBER 2016
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Slakt
22
TEMA
Vilmund Jacobsen
MBM Búrøkt, sum hevur sølubúð við
Vegin Langa í Hoyvík, Klaksvík og í
Øravíkarlíð, selur ymiskt til slakt, nú
rakstur og fletting standa fyri kring
alt landið.
Kim Petersen er deildarleiðari á
Búrøkt, og hann sigur, at tey plaga
at laga útboðið í sølubúðunum eftir
árstíðunum.
Soleiðis er eisini, nú fjøllini verða
gingin, og skurðurin skal takast.
– Vit hava júst fylt upp í okkara
sølubúðum við ymiskum, sum hoyrir
slaktinum til. Vit hava píkabyrsur,
patrónir, knívar, matvørugóðkend íløt,
og vit hava flettingarborð, bæði úr
træi og aluminium. Hesi borð eru øll
framleidd í Føroyum, og træborðini
koma av vardum verkstaði.
Vakumpakkimaskinur
Deildarleiðarin hjá MBM Búrøkt sigur,
at sølubúðirnar í Hoyvík, Klaksvík
og Øravíkarlíð eisini hava smáar
vakumpakkimaskinur og vakumposar.
– Hetta eru eftirspurdar maskinur til
heimabrúk, og vit hava eisini góð tilboð
upp á smáar maskinur.
Kim Petersen vísir á, at vøra,
sum verður vakumpakkað, heldur
sær betri, tí luftin verður sogin úr
plastikposanum.
– Hesar maskinur eru í stóran mun
líka sum vorðnar ein partur av køkinum,
og bara í fjør heyst, tá skurðurin
stundaði til, seldu vit rættiliga nógvar
vakumpakkimaskinur, sigur hann.
Ring og spyr
Deildarleiðarin sigur, at sølubúðirnar
hjá Búrøkt hava nógv viðskiftafólk
hesa ársins tíð.
– Tey, sum vilja hava fatur í okkara
sølubúðum, kunnu ringja á tlf. 309000
og spyrja eftir teirri sølubúð, tey vilja
tosa við, sigur Kim Petersen.
– Umframt allar vanligar vørur í samband við slakt, hava sølubúðirnar hjá okkum í Hoyvík, Klaksvík
og Øravíkarlíð eisini smáar vakumpakkimaskinur, sigur Kim Petersen, deildarleiðari
MBM Búrøkt hevur alt til slakt
Vilmund Jacobsen
Frá mikkjalsmessu og út í seinnu helvt
av oktober verða heystfjøllini gingin,
og umleið 60.000 lomb og seyðir
verða tikin.
Fyri bert fáum árum síðani var
so at siga alt av skurðinum tikið til
høldar, men seinnu árini hevur meira
og meira av innvøli verið koyrt burtur.
IRF, sum altíð mælir til at verja
umhvørvi, hevur henda boðskap, nú
fjøllini verða gingin:
• Latið ikki seyðaskinnini til brenn
ingar, tí tað dálkar.
• Tømið vemburnar, tí fullar vembur
dálka.
• Latið blóð og vatn seta frá, áðrenn
leivdir av slakti verða burturbeindar
• Latið innvøl og leivdir í plastposar,
áðrenn tað verður latið í vanligu
bingjurnar
IRF veit at siga, at vinnurekandi garðar
og slaktarar skulu venda sær til IRF í
samband við móttøku av burturkasti
frá skurðinum.
– Onnur kunnu koyra leivdir
av skurðinum á bingjuplássið í
kommununi og í bingju til burturkast,
sum skal brennast..
Lagt verður aftrat, at seyðatøð og
gor kunnu brúkast sum tøð á bønum
ella í urtagarðinum.
– Fært tú ikki brúkt tøðini, kanst
tú venda tær til bygda- ella býráðið
og spyrja, hvar tú kanst leggja tøð og
tílíkt.
Visti tú…
IRF setir eisini nakrar spurningar, nú
slaktið nærkast.
– Visti tú, at nakað av tí, sum
dálkar allar mest at brenna, eru
seyðaskinn, og visti tú, at ein full
vomb, sum fer í ovnin hjá IRF, viðførir
dálking?
IRF vísir á, at tá hitin í brenni
ovninum fer úr teimum vanligu 1000
stigunum og niður á 850 stig, veksur
útlátið.
– Hetta er ein avbjóðing, tá IRF
fær vátan innvøl, fyltar vembur og
seyðaskinn frá slakti. Vit hava brúk
fyri tínari hjálp til at verja umhvørvið,
sigur IRF.
– Visti tú, at nakað av tí, sum dálkar allar mest undir brenning, eru seyðaskinn,
og visti tú, at ein full vomb, sum fer í ovnin hjá IRF, viðførir dálking?
Leivdir frá slakti dálka illa