týsdagur 27. september 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. september 2016 · Nr. 111
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
– Broytið bara navnið á Gjaldstovuni
til »Landsbanka Føroya« og haldið
so uppat við at reka symbolpolitikk,
sum bara hækkar um útreiðslurnar
til umsiting.
Tað segði Bárður Nielsen við út
varpið í gjár.
Hann vísir á, at vit hava klárað
okkum væl uttan landsbanka sein
astu árini. Ratingin av Føroyum er
hækkað, og rentan er lækkað.
Hann heldur, at samgongan førir
bara symbolpolitikk og kontrapol
itikk í mun til tað stýrið, sum var
frammanundan.
Málið um at endustovna Lands
banka Føroya er eitt fløkt mál – og
tað kann virka sum um, at tað verð
ur gjørt, tí at undanfarna landsstýr
ið niðurlegði hendan stovnin.
Um so er, at allar uppgávur hjá
Landsbankanum kunnu røkjast av
einum stovni, sum Føroya Gjald
stovu, so var málið so einfalt – men
so einfalt er tað valla.
Grundgevingarnar fyri at hava
Landsbanka eru júst, at stovnurin
skal vera óheftur og ikki vera ein
stovnur undir Fíggjarmálaráðnum.
Hinvegin er tað kontrapolitikkur,
tá eitt landsstýrið ger tað øvugta av
tí, sum landssstýrið frammanundan
gjørdi.
Um so verður, at ein komandi
samgonga aftur fer at leggja niður
Landsbankan, so eru vit líka vítt
sum sítt – ella verri enn tað.
Tí mugu grundgevingarnar verða
neyvari, tá slíkar avgerðir verða
tiknar.
Hinvegin er tað ein stórur trupul
leiki, at slíkar avgerðir verða tiknar
av einum smølum meiriluta á tingi,
tí so fer javnvágin heilt víst út av
lagi.
Vónandi kann hetta landsstýrið
læra av tí og gera breiðar semjur.
Ein góð byrjan hevði verið at fingið
eina breiða semju um løgtingsfíggj
arlógina, sum verður løgd fyri tingið
í morgin ella fríggjadagin.
Kritikkurin hjá Bárði Nielsen
mótvegis samgonguni er kendur.
Soleiðis gera andstøðuflokkar altíð.
Tað ræður um at fáa sín góða boð
skap fram, og at lítisgera boðskapin
hjá mótpartinum. Soleiðis er poli
tikkur – eisini tá býtið millum sam
gongu og andstøðu er øvugt.
Loysnin er sjálvandi, at báðir
partar seta seg saman at vita, hvat
teir kunnu semjast um.
Sjálvsagt eru ávís mál, ið skilja
ymsu flokkarnar, men tað hevði ver
ið áhugavert – og skapt respekt fyri
politisku skipanini, um tað bara til at
gera eina breiða semju um løgtings
fíggjarlógina. Eina semju, har bæði
andstøða og samgonga fingu sítt.
Tað hevði skapt virðing og trúgv
uppá, at tað ber til at gjøgnumføra
tær stóru nýskipaninar, sum standa
fyri framman, pensjónsnýskipan og
fiskivinnunýskipan.
Tað kevur bara, at allir politikarar
– serliga í samgongu – vísa stórsinni
og ábyrgd.
Hevði skapt virðing, um sam
gonga og andstøðu stóðu saman
symbolpolitikk ella semjur
Betri
upplýsing
á Vagli
num
Jógvan arge
Kommunuval síða 19
Eldra
íbúðir á
veg
Halla Samuelsen
Kommunuval síða 19
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Greitt er nú, at tað verða
í øllum førum tveir listar
til bygdarráðsvalið í Vest
manna.
Til seinasta bygdarráðsval
var bara tann eini listin, tað er
listin, sum hesaferð nevnist
Vestmannalistin.
Avbjóðarin er Borgaralist
in, sum hevur boðað frá fýra
valevnum, sum stilla upp. Tey
eru:
Símin Jákup Højsted
Ingi Olsen
Hilbert Elisson
Martha H. Joensen
Umboðini fyri nýggja listan
siga, at á seinasta kommun
uvali í Vestmanna var bert
tann eini listin, tí áhugin
fyri uppstillingini var so lítil.
Tey vísa á, at tann eini listin
var ein samanrenning av
tveimum listum, sum høvdu
umboðan frammanundan í
Bygdarráðnum tá, skriva tey.
Gamli listin, Vestmanna
listin, hevur eisini kunngjørt
tey fyrstu 10 valevnini, sum
stilla upp. Tey eru hesi:
Pauli Trond Petersen, borg
arstjóri
Durita á Heygum, bygdar
ráðslimur
Vagnur Streymoy
Herit Magnussen, bygdar
ráðslimur
John Zachariassen, bygdar
ráðslimur
Laila Haldansen
Jónsvein á Rógvu
Jákup Martin á Valinum
Øssur Christiansen
Jan Haldansen
Karl A. Olsen og Malan Stórá,
sum sita í bygdarráðnum,
stilla ikki uppaftur hesaferð.
Eitt pláss er eftir á lista
num, og listin verður fullur,
sigur Pauli T. Petersen
Tveir listar í Vestmanna
Nýggja savnið eftir Tórodd
Poulsen leggur m.a. fyri við
hesum orðum: "(men har sum
skriftin ikki enn hevur verið
og dálkað bleikleikan finni eg
ikki orð fyri tað)".
Her kundi lesarin verið
so frekur og pástaði, at høv
undurin rør fram undir tað
sum ein eingilskmaður segði:
Pappír er bara nakað vert, so
leingi tað ikki er prentað á tað.
Ein fittur partur av yrk
ingunum hjá Tóroddi hava
dupultleikan innbygdan, at
hetta bara er til stuttleika,
men um somu tíð ramasti
álvari. Lesarin skal ikki fara
skeivur av skemtingarsomum
myndum og samansetingum,
í veruleikanum stendur tað
um lív.
Fleiri av yrkingunum eru
dreymakendar og onkrar eru
beinleiðis
dreymayrkingar,
og javnan spælir skaldið sær
við viðurskiftunum ímillum
subjekt og objekt.
Einastaðni kjakast hann
við veggin hjá sær, sum vil
verða við, at hann treingir til
at fáa nakrar aðrar myndir
hongdar á seg og annan lit.
Spælið við orðum, og hvat
er hvat, er altíð frammarlaga,
og einastaðni hevur eitt skip
fingið eitt kvæði um skrúv
una, og yrkingin endar við, at
eg'ið heingir nøkur kvæðaør
indir upp at ræsa.
Tóroddur Poulsen dugir
sum altíð ómetaliga væl at
fara við føroyska málinum,
ryggbróta og liða tað sundir,
so tað loksins koma heilt
nýggir týdningar fra.
Tóroddur Poulsen: Skrift
støð. Høvundin gjørdi perm
una.
Skriftstøð frá
Tóroddi Poulsen
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Á seinasta bygdarráðsvali var bara ein listi í Vestmanna. Hann kallast nú Vestmannalistin.
Men hesaferð verða í øllum førum tveir listar at velja í hjá vestmenningum