týsdagur 27. september 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN SEPTEMBER 2016
4
Tjóðhild Patursson
Tveir rokkarar við holi á knænum,
tveir snøggir og nydeligir klassiskir
perkussionistar og tveir (smá/stór)ørðir
sjónleikarar av bygd – hvat geri eg í
grundini her?
Jú, eg eri væl her, tí at eg, sum tær
ið byrjaðu hetta, halda, at heimurin,
mín heimur, Føroyar, er ein man
schovonistisk hola – ok, tað haldi eg
bara, tá ið heilt illa stendur til, og tað er
av og á – aðrar tíðir sakni eg bara eitt
mál ið eisini rúmar mær, og nú teimum
– rokkarin hann, pecausionisturin hann,
sjónleikarin hann – passa tær inn í hesi
orðini? Kunnu tær nakrantíð eiga orðini
eins og aðrir rokkarar, perkussionistar og
sjónleikarar – sovorðnir, hvørs kynsgøgn
darla millum beinini? Ella er tað sjálvt
málið, ið heldur summum/nógvum
okkum frá at gera tað, ið vit djúpt hava
hug til? Eg lati tankan fara framvið og
royni at finna konsentratiónina aftur.
Vit eru í holt við upptøkurnar til
sjónbandalagið til nýggja staklagið
‘Einaferð var tað eg…’. Hesar seks kulu
konurnar/kvinnurnar/genturnar/
damurnar, (vit kundu ikki koma ásamt
um, hvat vit skuldu kalla tær - sum vit
ikki kunnu koma ásamt um, hvussu vit
skulu kalla so nógva annað við/á okkum
konum/kvinnum/gentum/damum)
høvdu spælt lagið inn fyri nøkrum
døgum síðani, nú hoyrdu vit tað fyri
fyrstu ferð í stóru hátalarunum í Perluni
- fyri fyrstu ferð av 76 ferðum hetta
langa kvøldið.
DREPARAEYGU VIÐ MASKARA
Teir seks tónleikararnir (áh sum mær
dámar illa hesi maskulinu orðini í dag!
Orðini smakka eyka illa mánamorgnar.
Maskulinu orðini sum onkusvegna
allíkavæl skulu fevna um okkum øll – er
tað ofta øvugt?) vóru uppi á loftinum
og gjørdu seg klárar. Klæðir lógu spjødd
út um alt gólvið, smúkkur lógu pent á
einum borðið, og hitt einasta speglið í
rúminum fekk ikki frið fyri eygum ið
blivu størri og størri fyri hvørja ferð
maskarain kíndi eygnavippunum.
Tónleikurin rungaði í hátalarunum:
‘Drep, drep, drep!’ sungu røddirnar - bæði
tær í hátalarunum og tær við maskaruni
framanfyri speglinum. Jú, tað er heilt
vist, at maskara ger dreparaeygu meira
intens. Allir rokkarar áttu at brúkt
maskara – kanska.
TEY FLÓTA HAR EG IKKI GRYNNI
Eg sat í sofuni undir liðini á instruk
tørinum og tónleikaranum sum hevði
gjørt lagið, royndi at slappa av, men
kenslan av ikki at passa inn, hon
órógvaði meg so illa. Her sat Búi Dam,
instruktørurin og lagskrivarin, ein
sovorðin sum eg sá upp til sum
– Eg eri her, tí at eg, sum tær, ið byrjaðu hetta, at heimurin, mín
heimur, Føroyar, er ein manschovonistisk hola – ok, tað haldi eg bara,
tá ið heilt illa stendur til, og tað er av og á. – Reportaga um tær kulu
kvinnurnar, sum seta kvinnuna í fokus í leiki, tónleiki og orðum.
»Vit fremja symbolskt morð. Vit drepa og slóða
fyri at kunna skapa nakað nýtt. Tú mást slíta
tey leysa frá tí sum er, og tí sum skal fara. Man
skal leysríva seg fyri at finna fram til nýggj
útrykk. Og tað er ógvuliga komprimileyst, tú
skalt drepa!«
Elsa
Durita og Mariann
Katrin
Sunneva
Sunneva
Reportaga frá upptøkukvøldi hjá Føroya nýggjast
– Drep innaru penu gentun